Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-10, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 2013síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. september 2013 - Nr. 104 Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000 Sosialurin | 31 SKRÁIN FYRI MENTANARVIKUNA 12. - 21. SEPTEMBER HÓSDAGUR 12. SEPTEMBER Oyrarbakki 19.00 Setanarløta í Eydnuni við sangi, tónleiki, sjónleiki og frásagnum, og har virðislenin Ársins Mentanaravrik verður handað. FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER Oyrarbakki 16.00 Brúgvafagnaður í sambandi við, at brúgvin um Streymin er 40 ár. Mett verður við Umhvervisplássið í Nesvík og síðan verður farið í skrúðgongu suður til Eydnuna. Øll eru vælkomin at taka lut í skrúðgonguni, sum ellisakfør og hortónleikur eisini fara at seta sín dám á. Nýggi slekkiliðsbilurin verður vístur fram. Oyrarbakki 17.00 Samkoma í Eydnuni, har Heini Olsen greiðir frá arbeiðnum, tá brúgvin var bygd, og har tónleikur og felagssangur eru á skránni saman við einum góðum drekkamunni. Ung í Garnhúsinum syngja og spæla, yrkingaupplestur við lokalum yrkjara, sangskrivarar frá Sundalagnum bera fram og Eyð Matras lesur tekstir hjá rithøvundum við tilknýti til Sundalagið. LEYGARDAGUR 14. SEPTEMBER Hvalvík 14.00 Fjølbroytt listaframsýning letur upp Í skúlanum. Hvalvík/Streymnes 16.00 Hugnaløta við brúnna um Stórá. Tónleikur, felagssangur og grill, navnið á brúnni verður avdúkað. SUNNUDAGUR 15. SEPTEMBER Margáir 15.00 Effodeildin: EB-Streymur-ÍF. Við brúnna um Streymin 17.00 Fólkafundur. Sjúrður Skaale og Edvard í Skorini Joensen halda rødu. Norðstreymoyar Dansifelag ekur lut. Norðskáli 22.00 Náttargudstænasta, har fólk hava hevið at sita í kviru, lýða á upplestur, einsong og urguleik. Meinhard Bjartalíð spælir orgul og Bergtórur Bjarkhamar fer at syngja. MÁNADAGUR 16. SEPTEMBER Hvalvík 18.00 Jógvan Djurhuus greiðir frá um Hvalvíkar kirkju; tiltakið verður í kirkjuni. Aftaná verður boðið til kaffi á bókasavninum. Oyrarbakki 19.00 Vinnuting í Eydnuni, har Marita Rasmussen, Hans Jåkup Mikkelsen og Rani Nolsøe leggja fram. Saksun 22.00 Aftankvirra í kirkjuni. Kingo-bólkurin í Tjørnuvik tekur lut. TÝSDAGUR 17. SEPTEMBER Við Áir Opið hús Við Áir, har skúlin hjá Dugna, Hvalastødin, Fiskaaling og Trygdardepilin lata hurðarnar upp fyri almenninginum. 13.00-16.00 Oyrarbakki 15.00-17.00 Dagstovninum á Flatinum hevur ramsyning við barnalist skapað úr burturkasti. 1., 2. og 3. flokkur á orðskálaOyrar Skúla taka eisini ut. Framsýningin er harafturat opin mikudagin kl. 15 — 19 og hósdagin kl. 15 — 17. Gjogv 20.00 Tiltak í Bygdahúsinum Hans Mariusi Debes til minnis. MIKUDAGUR 18. SEPTEMBER Oyrarbakki 16.00 Dukkusjónleikurin "Veida Vind” við Karavella Marionettteatur á Sunda Bókasavni. Gongutúrur niðan á Risahelli. Hans Erland í Brekkunum greiðir frá. Børn eru vælkomin at syngja barnasangir á bókasavninum ——— saman við Signari í Homrum. Frukt og okkurt drekkandi verður til børnini, og kaffi til tey vaksnu. Margåir ; 18.00 Effodeildin: EB-Streymur-NSI. Haldórsvík 20.00 Tónleikatiltak í kirkjuni við Martin Joensen. Aftaná verður ein drekkamuður í Avhaldshúsinum. HÓSDAGUR 19. SEPTEMBER Oyri 15.00 Hugnaløta í dagtilhaldinum Blákolluni á Oyri, har Edvard Hermansen, Elsa Annika Olsen og onnur taka lut. Hvalasteðin við Áir — fyrr, nú og rameftir. Erland Viberg Joensen, Andras Mortensen og Edvard Hermansen, sum eru limir í nevndini viðvíkjandi hvalastødini, ara at leggja fram. nnan kirkjugått: fyrilestur við Jógvani Fríðrikssyni, biskupi. Drekkamuður verður aftaná. FRÍGGJADAGUR 20. SEPTEMBER Hvalvík 8.00-12.00 Fimtu flokkarnir á teimum fýra skúlunum í kommununi hittast til elags tiltak í Hvalvík. Marknaðardagur við Streymin 10-22.00 sambandi við mentanarvikuna hava handlarnir opið til kl.22.00 við góðum tilboðum, eins og at skipað verður fyri undirhaldi á handilsøkinum. Heilsurenning um brúnna 18.45 øguleiki er at renna 5 km ella 3 km. Upphiting fer fram á handilsøkinum. LEYGARDAGUR 21. SEPTEMBER Tjørnuvik 7.30 Staksdagur í Tjørnuvik. Farið verður frå bygdahúsinum. Aftaná degverða verður flett og uppbodssøla verður kl. 17.00. Endað verður við dansi i bygdahusinum kl. 24.00.