hósdagur 12. september 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. septmeber 2013 · Nr. 105
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Signhild V. Johannesen
Kjak síða 8
Vallyfti
í eygsjón
Elin N. W. Tausen
Kjak síða 8
Sálar
liga ar
beiðsum
hvørvið
Umsíðir avdúkaði Janus Rein, at
hann er fólkafloksmaður. Tað hevur
ljóðað leingi, at so fór at verða – og
serliga týðuligt gjørdist tað í síðstu
viku, tá hann brikslaði andstøðuni
at spæla hund, tá tosað varð um at
reisa misálit móti løgmanni ella at
seta kanningarstjóra.
Serliga beiskt kennist tað uttan
iva hjá Poul Michelsen og teimum í
Framsókn, at júst tær 1.933 atkvøð
urnar til Framsókn – harav Poul
Michelsen átti tær 581, nú fara til at
tryggja Fólkaflokkinum meirilutan
á tingi saman við Sambandsflokk
inum.
Beint eftir valið í 2011 boðaðu
Poul Michelsen og Janus Rein
alment frá, at teir ikki vildu við
í borgarligu samgonguna, tí at
Miðflokkurin hevði parkerað etisku
málini og tí, at Sambandsflokkurin
vildi tiðna blokkin.
Við Rás2 í gjár segði Janus Rein,
at eitt av málunum hjá honum var
at halda Miðflokkin burtur frá av
gerandi ávirkan – og tað fær hann
sjálvandi við at verða níggjundi
tingmaður Fólkafloksins.
At politikkur er eirindarleysur
eru so mong dømi um. Beiskleikin
í Framsókn er tí ein partur av polit
iska veruleikanum, har fólk fyrst og
fremst hugsa um seg sjálvi heldur
enn um felagsskapin. Hugsjónir eru
fyri mong nakað, ið tú snikkar til og
fær at passa júst til ta støðu, tú nú
ert í.
Janus Rein er ikki einasta polit
iska horan á tingi. Politiskur ótrú
skapur er púra legalur, og hann
sæst í so at siga øllum flokkum.
Um tað fer at eydnast Janusi
Rein at vinna sær fótafesti í Fólka
flokkinum, fer bara tíðin at vísa.
Men tað verður ikki lætt. Janus
Rein er við sínum 250 persónligu
atkvøðunum tann bíligasti ting
maðurin. Hann er 54 atkvøður aft
an fyri síðst valda tingmannin hjá
Fólkaflokkinum, sum er Hanus
Samró, og hann er eisini aftan fyri
bæði nummar níggju og tíggju á
listanum.
Fólkaflokkurin fáa eitt gott
val næstuferð, hóast hann hvørki
røkkur átta ella níggjutingsessum.
Tí verður tað eitt stríð millum tey
12, sum manna ting og landsstýri
fyri Fólkaflokkin, at vinna teir sjey-
átta tingsessirnar.
So
meðan
Poul
Michelsen
kann staðfesta, at Janus Rein var
ein katastrofa fyri alternativa
miðflokkin Framsókn, so kann
løgmaður fegnst um, at tá ein hurð
fer aftur – fer onnur hurð upp...
Politiskur ótrúskapur
– Man har et standpunkt, til
man ta'r et nyt...
Soleiðis segði Jens Otto
Krag, danskur forsætisráð
harri, eftir valið í 1966. Hann
hevði avvíst samstarv við SF
og Aksel Larsen, fyri síðan at
broyta meining.
Hesi orð eru mangan
endurgivin síðan – og tey
hóska so ótrúliga væl til all
ar politikarar, sum til eina
og hvørja tíð taka sín egna
persón fram um flokkin – og
skifta flokk.
Vit hava so mong dømi
um tað, umframt aktuella
dømið við Janusi Rein.
Bara millum teirra, sum
til seinasta val bjóðaðu seg
fram til løgtingsvalið, so eru
nógvar flytingar:
Fólkaflokkurin, sum fekk
Boga Andreasen úr Tjóðveldi,
misti mikudagin Paula Peter
sen í Vestmanna til Tjóðveldi,
og fekk í gjár Janus Rein úr
Framsókn.
Í Javnaðarflokkinum hev
ur »flytingarvindeygað« stað
ið víðopið í nógv ár. Har er
Kristin Michelsen komin úr
Tjóðveldi, Gerhard Longberg
segðist vera nevndarlimur
í Sandoyar Sambandsfelag.
Helena Dam á Neystabø
hevur verið aftur og fram í
Sjávlstýrisflokkinum,
eins
og Heðin Mortensen á sinni
fór til Sambandsflokkin, fyri
síðani at koma »heimaftur«.
Sjúrður
Skaale
hevur
somuleiðis verið ein túr í
Tjóðveldi, fyri síðani at koma
aftur í Javnaðarflokkin.
Av teimum aktivu limu
num í Sjálvstýrisflokkinum
kunnu vit nevna floksskriv
aran, Rúnu Sivertsen, sum
sat á tingi fyri Fólkflokkin í
seks ár.
Tjóðveldi hevur latið fleiri
»leikarar«, enn tey hava fing
ið. Men tey hava so fingið
borgarstjóran í Vestmanna úr
Fólkaflokkinum, meðan tey
hava latið Karsten Hansen til
Miðflokkin og Sjúrð Skaale
til Javnaðarflokkin.
Framsókn sum nýggjur
flokkur hevur sum vera man
fingið so at siga øll valevnini
úr øðrum flokkum. Men
nýggi flokkurin hevur so latið
helmingin av tingmanningini
til Fólkaflokkin.
Av teimum trimum hjá
Miðflokkinum, er Karsten
Hansen komin úr Tjóðveld
inum.
Spurningurin er so, um
politikkur er so eirindarleys
ur, ella um politikkur er sum
fótbóltur, har tú fert til tann,
sum bjóðar mest.
Sjálvandi
er
loyvt
at
broyta meining. Men vit
kunnu í øllum førum stað
festa, at vit eiga nógvar poli
tikarar, sum taka seg sjálvan
fram um flokk og hugsjón.
Persónurin fram um flokkin
Á miðdegi í hósdagin varð
arbeiðið við at klæða vinnu
húsið á »Vestaru Vág« form
liga liðugt, og avtalan millum
ánara og byggiharran um
yvirtøku undirskrivað.
– Vit gleðast um at ar
beiði hevur gingið so væl og
at kostnaðarætlanin hevur
hildið, sigur Jónsvein Lam
hauge havnameistari.
– Nú farið verður at pro
jektera innrættingina er um
ráðandi, at vinnan heldur seg
frammat, eitt nú skulu vit
hava eitt matarstað í bygning
in og Tórshavnar havn ætlar
ikki at reka matarstaðið. Tað
má vinnan gera, sigur hann.
Í vinnuhúsinum á »Vest
aru Vág«, er ætlanin at hýsa
fyritøkum, ið hava atknýtt
virksemi til sjóvegis vinnu.
Fyrimunirnir er eyðsýnd
ir, tí hetta verður staðið, har
vitan
miðsavnast.
Hetta
ger, at smærri fyritøkur í
størri mun kunnu nýta sín
ar kjarnuførleikar og bert í
minni mun nýta tíð til um
sitingarligt arbeiði. Ítøkiliga
merkir hetta at møguleikar
eru fyri:
• Felags fundar- og ráðstevn
umøguleikum
• Felags post, kopiering og
print
• Felags matarhøll
• Felags telefonansan
• Felags reingerð
• Felags alnetsamband
• Atgongd til altjóða vitan og
fundarhøli uttanlands
Harumframt
eru
aðrir
minni ítøkiligir fyrimunir:
• Netverk til aðrar í vinnuni
• Vitanardeiling
• Ein inngongd hjá møguligum
íleggjarum
• Vakurt nýinnrættað um
hvørvi at bjóða sínum kund
um
Eisini vil vinnuhúsið á
»Vestaru Vág« virka fyri, at
leigarar
hava
møguleika
fyri
altjóða
samstarvi.
Hetta
verður
framt
við,
at vinnuhúsið á “Vestaru
Vág”arbeiðir fyri limaskapi í
Enterprise Europe Network.
Harumframt arbeiðir vinnu
húsið á “Vestaru Vág” við at
skapa atgongd til líknandi
altjóða virkishús, ið trygt
kunnu veita holla ráðgeving
á ymiskum landafrøðisligum
marknaðum.
Vinnuhúsið handað
– Man har et standpunkt,
til man ta'r et nyt...