Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. septmeber 2013 · Nr. 105 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Í Námi og úti í náttúr­u­ni hava Uni Ár­ ting, jarðfrøðingur og Lis Morten­sen, nátt­úru­ landa­frøð­ingur, sum bæði starvast á Jarðfeingi, havt tvey kveikjandi og fult­ teknaði skeið um grót og steinar í Føroyum. Tað skrivar Nám í tíðindaskrivi. Fyrra dagin varð undir­ víst um føroysku jarð­ frøðina. Við nýggja før­ oyska skúlasavninum, sum Uni sýnir fram á myndini, lærdu skeiðsluttakararnir at eyðmerkja og navngeva grót- og steinsløg. Seinna dagin varð farið út at royna tað sama í føroysku náttúruni. Evni, ið vórðu viðgjørd, vóru føroyska fláarøðin, jarðfrøðisøgan, føroysk grót- og steinsløg, og støð, sum eru verd at vitja. Við hepni hava Uni og Lis givið lærarum vitan og am­boð at kveikja áhugan hjá børnum og ungum fyri føroysku jarðfrøðini. Skeiðs­lut­takarar eru samdir um, at hetta hevur verið gjørt á ein spennandi og øðrvísi hátt við lutum, a­m­boðum, skrivligum til­fari, myndum og ikki minst upplivingum úti. Skeiðið um grót og steinar í Føroyum tekur støði í nýggja skúla­savni­ num, sum sæst á myndini. Jarð­feingi hevur gjørt til­ farið, sum inniheldur kort og frágreiðingar, grót- og steins­løg og uppskot til áhuga­verd støð at vitja í føroysku náttúruni. Savn­ið, sum skúlar kunnu keypa frá Jarðfeingi, verð­ ur sýnt fram í Námi. Grót og steinar í Føroyum Leo Poulsen Árstíðarjavnað vóru tað 23.642 løn­takarar í juni, ið er umleið tað sama sum und­ an­farnu tveir mán­að­ir­nar. Gongd­in sein­astu tvey árini er annars, at løntakaratalið var veksandi frá miðskeiðis í 2011 fram til juni 2012, tá tað var 23.774. Síðani er tað líð­ andi minkað við eini stórt­ hundr­að løntakarum. Tá hugt verður eftir løn­ takarum eftir vinnu­grein, ber ikki til at árs­tíðar­javna, tí sveiggini í fiski­vinnuni eru so stór og óreglulig. Tá er frægasti hátt­urin at samanbera við sama mánað árið fyri. Í fiskivinnuni vóru 110 løn­tak­ar­ar færri í mun til juni 2012. Afturgongdin er 2,8%. Tað er eisini afturgongd í byggivinnuni, har tað í juni vóru 39 færri løntakarar í mun til sama tíðarskeið í fjør. Í tænastuvinnunum, bæði privatar og almennar, er ongin broyting. Sjálvt um tað hava verið remb­ingar í fiskivinnuni sein­nu árini, so skerst ikki burt­ur, at gongdin síðan 1985 hev­ur verið eitt javnt fall í løn­takar­a­talinum í hesum vinn­um. Frá 1985 og fram til kreppu­na í 1992 vóru yvir 6.000 løntakarar í hesum báð­ um vinnugreinum tilsamans, tá tað var uppá tað mesta. Tá kreppan rakti minkaði hetta niður í 4.000. Í tíðarskeiðnum frá 1993 til 2005 var gongdin ein javnur lítil vøkstur, sum tó kortini bert megnaði at koma uppá áleið sama støði sum undan 1992 kreppuni. Síðan 2005 hevur tað aftur verið javnt fall, og ser­l­iga í 2011 var stórt fall í fiska­vøruídnaðinum. Sum gongd­in er í løtuni kann stað­ festast, at løntakaratalið í hesum vinnugreinum er um­ leið 2.800 - tað er tað minsta nakran­tíð. Árstíðarjavnað tøl eru reins­að fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveigg­ið í virkseminum mill­ um vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mán­ að fyri mánað, uttan at sam­ anberingin verður órógv­að av regluligum sveiggjum mill­um árstíðirnar. Í trendinum er har­um­ framt lagt upp fyri øðr­um óregl­u­semi í mán­að­ar­ligu tølunum, og tá sæst tann undir­liggj­andi lang­tíð­ar­ gongd­in í lønunum. Nakað færri løn­takarar enn fyri ári síðani Rannvá G. Fossaberg Tann 39 ára gamli sniðgevin og songkvinnan Laila av Reyni sóknast nú eftir gent­ um, sum eru lægri enn 1,62 metr­ar, at ganga catwalk. Leygarkvøldið 12. okto­ber hevur hon eina serliga útgávukonsert, har mótasýning eisini verður á skrán­ni. Herfyri leitaði Laila av Rey­ni eftir modellum at gan­ ga catwalk til ta einu móta­ sýningina hetta kvøl­d­ið. - Tá vóru tað hesa her longu, slanku modellirnar, ið helst skuldu vera yvir 1,70 metr­ar, meðan eg nú sóknist eft­ir gentum, ið eru so lágar sum gjørligt, sigur Laila av Rey­ni. Tær lágu modellirnar skulu verða partur av álva­ móta­sýni­ng­ini, sum ei­si­ni verður á skránni leyg­ar­kvøld­ ið tann 12. oktober á Østrøm. - Næmingarnir hjá mær á Tekn­iska Skúla fara at gera eitt heilt serstakt mótashow, har tema er álvagentur. Og tí vil eg hava heilt lágar gentur til at vera modellir til ta sýn­ ing­ina, greiðir Laila av Reyni frá. Sunnudagin í hesi vikuni savn­ar hon saman allar tær genturnar, ið ynskja at lut­ taka í álvaframsýningini, og tá velur hon út, hvørjar tær 10 verða, ið sleppa við. Modellirnar skulu vera lágar Vanliga eru tað høgu damurnar, sum sóknast verður eftir til catwalk. Men Laila av Reyni vil nakað annað