hósdagur 12. september 2013síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 105 · 13. september 2013
2
VIKUSKIFTI
Tað var ein dagin fyri kanska 25 árum
síðan. Flestir føroyingar høvdu sett seg
við døgurðaborðið um útvarpstíð, sum
teir plagdu at gera. Døgurðatónleikurin
ljóðaði so hugnaliga úr radiotólinum. Við
eitt – í staðin fyri vanligu kunngerðirnar um
broytingar í siglingini hjá strandfaraskip
unum – var eitt øgiligt buldur úr útvarpinum:
buggili bugg (okkurt sovorðið) og so rópti
ein rødd á okkum úr lurtinum um at spara
streym. Føroyingarnir, sum sótu í tøgn við
døgurðaborðið, stukku upp úr stólunum
og vóru um at seta í hálsin. Vinningurin
skuldi vera lægri streymkostnaður. Vanligi
føroyingur hevði helst áðrenn hesa
kampanju funnið út av at sløkkja eftir sær
og spara, har sparast kundi. Men veit ikki hvat
hendi, fólk funnu nýggjar mátar at spara og
tað so nógv, at úrslitið var, at SEV mundi farið
á húsagang, og streymkostnaður reyk upp!
Hetta haldi eg var byrjanin til ymsar
áheitanir á fólk: Apríl apríl var tað okkurt
sum æt. Og rokni við, at tað man rigga
sum tað skal, tá eg hugsi um, hvussu
»væl« kampanjan hjá SEV eydnaðist.
Tíðin gekk, og so við og við komu lýsingar
á skíggjan. Tað byrjaði í smáum. Eitt sindur
í senn. Tú vandist við lýsingarnar. Nú eru
veðurtíðindini stuðlað av einari fyritøku og
sersendingar av øðrum. Einaferð hevði enntá
sáldið í matgerðarsending sín egna stuðul.
Seinasta nýggja er at útvarpssendingar
verða fíggjaðar av øllum møguligum fyritøkum.
Enn ljóðar tað keðiligt í mínum oyrum at hoyra
hetta kunngjørt fyri og eftir sendingarnar.
Men eg man fara at venja meg við tað eisini.
Men eigi ella skal eg venja meg við hetta?
Meðan karmarnir broytast, arbeiða
miðlafólk, sum onki er hent. Og broytingarnar
eru stórar. Men tíðin gongur, og skjótt
eru broytingarnar ikki nýggjar meira.
Hjá Posta kann eg frábiðja mær lýsingabløð.
Men kringvarpslýsingum sleppi eg ikki
undan, tí eg lurti altíð eftir tíðindunum og
ofta eftir øðrum sendingum. Og tá eg eftir
jarðarferð kaldan várdag hoyri fólk tosa
um, at á Smyril Line taka tey telefonina
til kl. 9 í kvøld, so hevur lýsingin í Kvf kl.
12.20 um summar og sól riggað, sum hon
skuldi. Akkurát sum hjá SEV á sinni.
Kann ikki onkur serfrøðingur greiða
frá, um hetta er OK? Og fortelja, um
hetta sampakkar við public service? Ella
um hugtakið yvirhøvur er sambæriligt við
kravt gjald fyri at tryggja óheftni? Er hetta
kanska at pynta seg við læntum fjaðrum
og misbrúka hugtakið, tí politikararnir hava
uppfunnið nýggja kringvarpskonstruktión?
Onkur hissini mótmæli koma frá blaðstjórum,
men tá er spurningurin hvørjum teir tosa
fyri og hvussu óheftir teir eru. Tað kanst tú
ikki rættiliga brúka til nakað sum helst.
Møguliga eru hetta óneyðugir
spurningar í oyrunum á tíðindafólkum,
men tað ger teir ikki minni viðkomandi
fyri meg sum lurtara og hyggjara.
Minnist enn, hvussu troyttandi lýsingarnar
frá SEV fyri einum 25 árum síðan vóru. Í dag
hevði ræsti fiskurin neyvan farið rangt hjá
nøkrum av slíkari kunngerð. Tað skal so nógv
meira til. Soleiðis verður alt gerandis til síðst.
25 ár síðan »Buggili bugg«
Renna niðan á Sornfelli
Leygardagin verður tann avbjóðandi renningin TopRun aftur á
skránni. Teinurin, sum luttakararnir skulu renna, er á 9,7 kilometrar.
Renningin byrjar við Effo-støðina í Kollfjarðadali og endar á Sornfelli,
har inngongdin til fjallið er og har, sum radararnir hjá Færøernes
Kommando vóru. Runnið verður eftir Oyggjarvegnum og snarað
verður til høgru eftir fjallavegnum niðan á toppin. Starvsfólk hjá
Færøernes Kommando syrgja fyri, at opið verður inn í fjallið.
Tað er Ítróttarfelagið Bragdið, sum skipar fyri renningini, ið byrjar
leygardagin klokkan15. Hetta er 11. árið á rað, at TopRun er á
skránni.
Nær hvar:
Effo-støðin í Kollfjarðadali leygardagin 14. september kl. 15.00
Norðurlendskir
trubadurar í
Mentanarhúsinum
Fríggjakvøldið koma 3
norðurlendskir trubadurar
at spæla og undirhalda í
Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Talan er um ein svenskara,
Lucas Stark, ein dana, Nicolai
Engstrøm og ein norðmann,
Leo Leonhardsen. Hetta eru
vælkendir trubadurar í norðurlondum, og teir eru júst
komnir úr Íslandi, har teir hava spælt ymsastaðni.
Lagt er upp til eitt hugnaligt kvøld, har uppsetingin
inni í Mentanarhúsinum verður rættiliga øðrvísi. Fólk
kunnu sita við borð, meðan trubadourarnir skiftast at
undirhalda við práti og tónleiki.
Nær og hvar:
Mentanarhúsið í Fuglafirði fríggjakvøldið
13. september kl. 21.30
Bellamy Brothers
vitja í Føroyum
Leygarkvøldið er stórt countrykvøld í Høllini á Hálsi í
Havn, nøkur av teimum størstu
tónleikanøvnunum innan
føroyska countryheimin fara
at framføra: Hallur Joensen
við orkestri, Spaðar 5, Joen
Magnus Danielsen og Magni
Christiansen. Harafturat fara
kendu Bellamy Brothers at
spæla til dans fyri føroysku countryfjepparunum.
Dyrnar lata upp klokkan 21.00 og fyrsta konsertin er
klokkan 22.00
Nær og hvar:
Ítróttarhøllin á Hálsi tann 14. september kl. 22.00
Finna sterkastu menninir í ríkinum
Leygardagin tann 14. september verður enn ein Strong Man landsdystur er á skránni. Hetta er
annað árið á rað, at skipað verður fyri eini slíkari kapping, har tvey umboð úr Danmark skulu
dystast ímóti tveimum føroyingum í styrki. Kappingin hesaferð minnir nógv um kappingina í fjør, tó
verður landsdysturin í ár í Vági. Føroysku umboðini eru Bogi Hammer og Bjarni Nielsen, sum blivu
nummar eitt og tvey í kappingini um at gerast Føroya Sterkasti 2013. Kappast verður í fimm
greinum: Farmers walk, tire flip, greb, power stairs og lyfta steinar á platt.
Nær og hvar:
Ítróttarhøllin í Vági leygardagin 14. september kl. 16.00
100 ára
hátíðarhald í Kvívík
Um vikuskiftið hátíðarheldur Kvívíkar kommuna, at kommunan hevur verið
sjálvstøðug kommuna í 100 ár. Kommunan er samansett av bygdunum
Válur, Kvívík, Stykkið, Leynar og Skælingur. Kommuna hevur valt at
hátíðarhalda dagin á ymiskan hátt. Eitt nú verður boðið til felags morgunmat
leygarmorgunin klokkan 09 -10:30. Síðani ganga bygdarráðslimir, skótar og
onnur skrúðgongu frá skótahúsinum til sjálva setanina av hátíðarhaldinum,
sum verður við minnisvarðan hjá IPG. Haðani frá verður fari fram á
Grækarisartrøð , har fyrstu 100 trøini verða gróðursett í nýggjari viðarlund.
Ymisk mentanarlig tiltøk eru á skránni, har litið verður aftur í tíðina, umframt
at nútíðin eisini fær rúmd.
Nær og hvar:
Kvívík tann 14. og 15. September
klumma
Simona
Weihe