Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-07, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mai 2004síða 26

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

50 Nr. 87 - 7. mai 2004 Nr. 87 - 7. mai 2004 51 Missiónshúsið í Skopun Dýrabiðidag einki møti vegna møti í Skálavík. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 17.30 Bøn- og lovsangsløta, kl. 18 Møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betania, Skopun Leygardagin kl. 11 Smáir einglar møta, kl. 14 Sólstrál- an, kl. 17 Stríðsmenn møta. Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti, kl. 18 Evangel. møti. Vælkomin í Betania. Missiónshúsið á Tvøroyri Einki ungdómsmøti verður leygarkvøldið. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli. Einki møti verður sunnukvøldið vegna møtir í Hovi. Missiónshúsið í Hovi Um vikuskifti verða hesi evnismøtir við John S. Myll- hamar, trúboðara. Dýrabiðidag kl. 18 Evnið: Hugsa um skapara tín. Leygardagin kl. 20 evnið: Røtt og rong læra um forbøn fyri sjúkum. Sunnudagin kl. 15 evnið: Nærmissión og kl. 20 evnið: Dýrgripurin í leirkeri. Frelsunarherurin, Vágur Dýrabiðidag kl. 18 Evangel. møti, Eingrim Holm talar. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Evangel. møti, Eddie Bech talar. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betel, Vágur Dýra biðidag kl. 18 Evangel. fundur. Sunnudagin kl. 11 Breyðbrót- ing, kl. 13.30 Sunnudagsskúli, kl. 18 Evangel. fundur. Mánadagin kl. 20 Bønar- fundur. Ónsdagin kl. 20 Uppbygg- ingarfundur. Samkoman Malta í DK Hóskvøldið 13. mai kl. 19.30 verður evangel. fundur í Mølleparken S. P. Møllevej 16c, Esbjerg. Leygarkvøldið 15. mai kl. 19 verður evangel. fundur í Skolehjemmet Sønderlandevej 28, Sønderborg. Sunnukvøldið 16. mai kl. 17 verður evangel. fundur í Staldgårdsgade 4, Vejle. Talarar eru Levi Joensen og aðrir. Eftir fundirnar bjóða vit kaffi. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Mánadagur 3. mai kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 10.30-18 Veving á loftinum kl. 14-18 Kortspæl, telving, landastrok og onnur spøl. Tilmelding til døgurðan mikudag. Túrur í Kalsoynna mikudagin 5. mai. Vitja Húsar, Mikladal og Trøllanes. Úr Steinatúni kl. 8.10 aftur í Havn uml. 20.30 tíðina. Kostn. 200,- gjaldast áðrenn. Týsdagur 4. mai kl. 10-11.30 Sangur, Óli Vang. Øll eru hjartaliga vælkomin kl. 15 Suni F. Jacobsen sigur frá, tá ið hann kom til Havnar í 1945 Mikudagur 5. mai Tilhaldið stongt. Túrur í Kalsoynna. Úr Steinatúni kl. 8.10 aftur í Havnini uml. 20.30. Hósdagur 6. mai kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 14-17 Telduprát, Brandur Petersen kl. 14-16 Boccia í kjallaranum Fríggjadagur 7. mai Dýri biðidagur Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Felagið Tórshavn – gongutúrur Sunnudagin 9. mai verður lættur gongutúrur: Kálvalíð- Bøsdalafoss-Trælanípan. Farið verður av Kunningar- stovuni kl. 14. Havi heit og góð gonguklæðir og drekka- munn við. Tilmelding. Tilhaldið Hugnin í Sandoynni Tilhaldið í Sandoynni er opið mánadag og mikudag frá kl. 14-17. Báðar dagarnar er drekkamuður at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin. Mánadagin 10. mai kemur Absalon Matras úr Klaks- vík at siga frá um Rumenia. Absalon hevur verið nógvar túrar í Rumenien við ymiskari neyðhjálp og hann kemur at siga okkum frá sínum upplivilsum har. Fløvi – dagtilhaldið fyri pensiónistar í kvinnufelagshúsinum á Glyvrum – allir pensionistar hjartaliga vælkomnir. Opið mánadag- fríggjadag kl. 15-18. Mánadagin 10. mai Fimleikur við Jóhannu Troest Týsdagin 11. mai Silkimáling v/ Paulinu Eliasen Mikudagin 12. mai Silkimáling v/ Paulinu Eliasen. Havið saks og knappanálir við Hósdagin 13. mai Prát og sangur Fríggjadagin 14. mai Opið hús Tú fært altíð ein góðan drekkamunn, somuleiðis eitt gott Guðs orð. Bløðini eru altíð til taks. Dagtilhaldið í Vági er hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15 til 18. Øll eru vælkomin. Vágs Pensionistafelag Vágs Pensionistafelag – fel- agið fyri pensionistar í Suður- oyar sunnaru helvt – hevur limafund kl. 19.00 hvønn seinasta mánadag í hvørjum mánaða. Ymiskt áhugavert er á hvørjum fundi, har tú eisini fært drekkamunn við bollum og køkum. Fundirnir verða hildnir í hugnaligu hølunum hjá Vágs Matmøðrafelag. Allir pensionistar og øll omanfyri 60 ár eru vælkomin. Gerst limur í Vágs pensionistafelag. Spælistovan í meinigheitshúsinum er opin mána-, týs- og hósdag kl. 9-12 fyri foreldur við børn- um, sum ikki hava ansing. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 319630. Kennir tú føroying í Keypmannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórsh. tlf. 319630/61 655400. Føroya Heimavirkisfelag Postadressa: J. Paturssonar- gøta 24, 100 Tórshavn. Formaður: Óluva Vilhelmsen. T-postur: fhf@craft.fo Heimasíða: www.craft.fo Tlf. 322686 / 319629 NA (Anomymir narkomanar) Tinghúsvegur 37 NA-Fundur hvørt sunnukvøld kl. 20.00 til 21.00 á Tinghús- vegnum 37. ACA (Adult children anonymous). Fundur fyri tilkomin, ið eru uppvaksin í alkoholiskum ella dysfunktionellum familjum er hvørt leygarkvøld kl. 20.00- 21.30 á Tinghúsvegi 37, Tórshavn. www.aca- danmark.dk. E-mail: acafaroeislands@hotmail.com AA-fundir í Havn Tinghúsvegur 37 Mánadag: kl. 20.00–21.00 Týsdag: kl. 20.00–21.15 Mikudag: Sporafundur kl. 20.00–21.00 Hósdag: kl. 20.00–21.00 Fríggjadag: kl. 20.00–21.00 og kl. 22.30–23.30 Leygardag: kl. 9.00-10.00 opin fundur. Kl. 17.00–18.00 Sunnudag: kl. 11.00–12.00. Allir fundir eru roykfríir. Heimasíða: http://heima.olivant.fo/~aa-fo/ Al-Anon Fundur fyri avvarðandi at alkoholikarum er hvørt týs- kvøld og hóskvøld kl. 20 og sunnudag kl. 17. Síðsta sunnudag í mánaðinum er opin speakarafundur í Al- Anon, Tinghúsvegur 37. Telefontíð er fríggja-, leygar-, sunnu- og mánadag frá kl. 19- 21 á tlf. 508030. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygar- kvøld kl. 19.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri avvarðandi hjá alkoholikarum er hvørt týs- kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu lækna- miðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19 og sunnu- dag kl. 15. Hvønn sunnudag síðst í mán- aðinum – opin fundur kl. 15. AA í Vági AA fundir verða í Undirhús- inum onsdag og leygardag kl. 19.00. Blái Krossur – Glyvrar bjóðar til eftirviðgerðarfund hvørt mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur – Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losj- uni á Eiði annaðhvørt týs- kvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. TILTØK KONFIRMATIÓN Konfirmantar í Kvívíkar kirkju Dýra biðidag 7. mai Rakul Joensen Bjarni Williamsson Jørgensen Sigmundur Petersen – øll úr Kvívík Hjallgrímur Janusarson Vestergaard, Stykkið. Konfirmatión í Danmark Sunnudagin 9. mai verður Bogi K. Jouritsen, sonur Ann- iku Jensen og Andreas K. Mouritsen, konfirmeraður í Emmersbæk kirkju. Adr.: Hotel Hirsthals, Hirsthals 9850. Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót. Jes 53,5 Við hesum orðum byrjar leikstjórin og sjónleikarin Mel Gibson sín nógv umrødda film »The Passion Of The Christ«, sum í hesum døgum er at síggja í Havnar Bio. Hesin filmur hjá Mel Gibson er uttan iva tann mest blóðiga og sterka lýsingin av teimum seinastu 12 tím- unum av Jesu lívi, sum nakrantíð er gjørd. Vit skulu ikki dvølja við krossins pínu og ræðuleikar, fyri at dyrka harðskapin, men tí vit kunnu síggja kær- leikan aftanfyri tað, sum hendi á Golgata. Hví mátti Jesus ígjøgnum so nógva pínu? Tí so nógv hevur tað kostað Gudi at frelsa okkum menniskju! Vit mugu ongantíð gloyma, hvat frelsa okk- ara hevur kostað. Vit dylja endamálið við krossinum, um vit fjala, at tað var ein valdsgerð og ein ræðulig hending. Gera vit tað, so verða vit tey týdningarmiklu boðini fyri uttan, at synd og óndskapur liggur so djúpt í okkum, at einki minni enn hesin ræðuleiki var neyðugur fyri at frelsa okkum frá Guds vreiði. Tað er ein freisting at pakka krossin inn í so nógvan hugnaligan tónleik og vakurleika, at hann hvørvur frá tí veruliga veruleikanum. Á Golgata hoyra vit Jesus siga: – Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær? Kjarnin í Kristi líðing er ikki ein spurningur um, hvussu sterk pínan var, men at Gud var farin frá hon- um. Ta líðingina var Jesus einsamallur um. Her er tað, at hann skiftir um pláss við okkum. Her er tað, at kærleiki hansara vísir seg. Á krossinum er tað dómarin, ið sjálvur tekur dómin á seg, fyri at vit skuldu sleppa undan at koma í ta støðuna: at vera í ævinleik- anum uttan Gud. Hann gjørdi tað í staðin fyri meg og teg! Vit hava nokk ein varhuga av, hvat tað vil siga, at eitt menniskja ger nakað vegna eitt annað, í teirra stað. Og so er Kristi gerningur í okkara stað kortini so óendaliga nógv meira enn vit kunnu ímynda okkum. Barabbas, uppreistrarmaðurin og drápsmaðurin, kann hjálpa okkum eitt vet víðari við at skilja, hvønn týdning, tað hevur, at Jesus doyði í okkara stað Meiri enn nakar annar, upplivdi Barabbas persónliga, hvønn týdning, tað hevur, at Jesus doyði í staðin fyri hann. Tann deyðadømdi uppreistrarmaðurin hevði sitið í einum fangatippi og hevði ikki ánilsi fyri at hann fór at verða sleptur leysur. Hann sleppur leysur, tí ein annar fór út á rættarstaðin – vegna Barabbas og okkum øll. Barabbas – tað eru tú og eg. Plássini er býtt um, ein er farin í títt og mítt stað. Tað var ein, ið ofraði seg fyri at vit kundu sleppa undan. Jesus doyði fyri at taka ta revsing, sum vit høvdu uppiborið. Tað hendi fyri meg og teg. Í krossins pínu liggur Guds hjarta. Jóannis Fonsdal, prestur EITT LJÓS Á GØTU MÍNI BRÚDLEYP 26. mai hava Hjørdis og Óli Reinert, Flatnagerði 3 í Havn verið gift í 25 ár. Silvurbrúdleypsveitsla verður hildin í Pálsstovu hvítusunnuaftan 29. mai kl. 19. Tey, ið vilja gleða silvurbrúðarparið við at koma í veitslu, verða vinar- liga biðin um at siga frá á tlf. 315644, 228808 ella teldu- post: Hjordisreinert@meyl.fo innan 15. mai. SILVURBRÚDLEYP Dýra biðidag 7. mai giftast á Sýsluskrivstovuni í Klaksvík Guðrið Hansen, Vestmanna og Tummas Elnarson Justinussen, Leirvík. Dagurin verður hildin saman við familjuni á Hotel Norð á Veiðareiði. 7. mai kl. 16.00 giftast í Havnar kirkju Leila Petersen, Argir og Reinhard Dam, Hoyvík. Veitslan verður í B36- húsinum kl. 19.00 fyri innbodnum. Leygardagin 8. mai kl. 12.00 giftast Oddvin Zachariasen og Tina Torkilsdóttir Johannesen, Hoyvík, í Havnar kirkju. Eftir vígsluna verður døgurði fyri innbodnum í roykstovuni í Kirkjubø. Nátturði verður í róðrarneystinum á Argjum kl. 20 fyri innbodnum. Leygardagin 8. mai giftast í Prestagarðinum á Sandi Petrina Hentze og Fríði Nolsøe. Døgurði fyri innbodnum verður í Slavansdali. Tey, ið vilja gleða brúðarparið eru vælkomin inn á gólvið eftir kl. 18 heima hjá teimum. Leygardagin 8. mai giftast Jógvan Poulsen og Astrið Breckmann. Vígslan verður kl. 13.00 í Samkomuni Imm- anuel. Veitslan verður fyri innbodnum. FILMSTEIGURIN HAVNAR BIO P Tlf. 3119 56 P www.bio.fo Stórt úrval av DVD-filmum til sølu KOMANDI FILMAR Fríggjadagin 07.05. kl. 2045 Fríggjadagin 07.05. kl. 2330 Leygardagin 08.05. kl. 2045 Leygardagin 08.05. kl. 2330 Sunnudagin 09.05. kl. 1945 Sunnudagin 09.05. kl. 2230 Fríggjadagin 07.05. kl. 1800 Fríggjadagin 07.05. kl. 2015 Leygardagin 08.05. kl. 1800 Leygardagin 08.05. kl. 2015 Sunnudagin 09.05. kl. 1700 Sunnudagin 09.05. kl. 1915 Fríggjadagin 07.05. kl. 2300 Leygardagin 08.05. kl. 2300 Sunnudagin 09.05. kl. 2200 Frumsýning – Billettprísur: 80,- kr. – Forsølan er byrjað Mikudagin 19.05. kl. 1900 Mikudagin 19.05. kl. 2230 Heimsfrumsýning – Forsølan er byrjað Fríggjadagin 28.05. kl. 2015 Fríggjadagin 28.05. kl. 2300 Í endanum av 19 øld trúðu fólk, at sólin var risin yvir ein nýggjan heim, har vísund og skilvísi vildi skúgva til viks neyð og vantrúgv. Í veruleikanum var tað kanska ein einstak- ur maður, ið framvegis lúrdi í skugganum, sum hevur heiðurin av at hava jagstrað burtur myrkursins skapningar: Gabriel van Helsing Jagstran hansara er blóðug og uttan náði, so í lógarinnar eygum er ein hann brotsmaður. Van Helsing verður sjálvur ein jagstraður maður, men sum jekari rekur hann offr- ið framman fyri sær – og tey tykjast øll at hava sama mál: Ein lítlan blett á landakortið, har framstig- ini enn ikki hava nátt, og har yvirtrúgvin og ónd- skapurin framvegis ræður. Eitt stað kalla Transsyl- vania. Her skal Van Helsing hitta vandamikla fíggjunda sín, Dracula Greiva, men samstundis fer hann at søkka djúpt niður í tann loynidóm, sum fjalir fortíð hansara. Tað verður tann ultimativa uppgerðin mill- um gott og ónt, men lukkuvís stríðist hann ikki einsamallur. Van Helsing fær hjálp frá vøkru sigøjnaraprinsessuni, Anna, ið sum tann síðsta í ætt síni stríðist fyri at tveita familjunnar for- bannilsi frá sær. Eigsini hon má gera upp við Dra- cula. Og við hansara tríggjar vøkru, men blóð- tystu brúðrar. Við varúlv- um og við ódjórinum hjá Dr. Frankenstein! Stephen Sommer hevur kavað niður í kjallaran hjá Universals, filmsfelagnum og gitni filmsmonstrini har úr dvala. Í stríðnum móti óndskapi hevur hann re- kruttera Hugh Jackman og Kate Beckinsale, meðan Richard Roxburgh setur tennirnar í Dracula-leik- lutin – og í tær tríggjar vøkru brúðrarnar, Elena Anaya, Silvia Colloca og Josie Maran. Van Helsing C M Y K 51 50