mánadagur 16. september 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. september 2013 · Nr. 106
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Virgar Dalsgaard
Kjak síða 23
Ófólka
liga fólka
atkvøðan
Zakarias wang
Kjak síða 23
14.
september
Ein veljarakanning er ein støðu
mynd av, hvussu politiska býti á
tingi hevði verið, um val var í dag.
Sambært dagsins veljarakanning,
so kann landsstýrissamgongan hjá
Kaj Leo Johannesen notera sær ein
stóra afturgond upp á níggju pro
sent. Og ein stjórn, sum stendur til
so stóra afturgongd, hon er í stórum
trupulleikum.
Tað er tað, sum tølini í nýggjastu
veljarakanningini hjá Gallup Føroy
um siga. Størstu afturgongdina hev
ur Fólkaflokkurin, meðan løgmaður
og Sambandsflokkurin hava næst
størstu afturgongdina. Andstøðu
flokkarnir Tjóðveldi og Javnaðar
flokkurin ganga tilsvarandi fram,
sum Fólkaflokkurin og Sambands
flokkurin ganga aftur.
So kunnu vit spyrja, hvat ein slík
kanning sigur.
Stóra málið í summar um Skála
fjarðartunnlin – og ikki minst
óhepna handfaringin hjá løgmanni
í málinum hevur uttan iva sína
ávirkan. Men tað valla tað málið,
sum gevur Fólkaflokkinum so stóra
afturgongd. Tí Fólkaflokkurin – og
serliga formaður floksins – hevur
als ikki verið við í kjakinum. Hann
hevur valla enn svarað nøkrum
spurningi um tunnilin.
Hinvegin kann tingsessurin, sum
kanningin gevur Sjálvstýrisflokk
inum, uttan iva góðaskrivast tunl
inum og martyr-leiklutinum, sum
Kári P. Højgaard fekk, tá lømaður
offraði hann fyri at royna at skapa
sær sjávlum politiskan frið.
Bera vit saman við aðrar kann
ingar, sum eru gjørdar síðani valið,
so sæst, at Sambandsflokkurin
hevur fingið eina lítla framgongd
í mun til kanningina frá februar
í ár, so sæð í tí ljósinum, so hevur
flokkurin ikki mist atkvøður upp á
Skálafjarðartunnilin.
Samanumtikið,
so
missir
samgongan nógvar atkvøður, og
andstøðan fær nógvar atkvøður.
At tríggir tingsessir flyta frá
samgongu til andstøðu ber boð um
stór misnøgd millum veljararnar.
So kunnu vit kjakast um,
hvat løgmaður kann nýta eina
slíka veljarakanning til. Hann
kann
sjálvandi
arbeiða
víðari
sum um einki var hent. Men tá
Fólkaflokkurin liggur so lágt í
mun til Sambandsflokkin, so kann
tað geva løgmanni størri vald.
Løgmaður kann trýsta Fólkaflokkin
við at hótta við nývali. Eitt nýval
nú hevði ikki verið gott fyri
Fólkaflokkin.
Løgmaður kann betur nýta ný
val sum trumf við hesi veljarakann
ingini.
Fólkið vil broytingar
Í dag eru tað einir 1500 føroy
ingar, sum hava tørv á sjúkra
røkt, ella heimahjálp.
Tað staðfestir Annika Olsen,
landsstýriskvinna í almanna
málum.
Seinastu tíðina hevur kik
arin rættiliga verið settur á
eldrarøktina og í hesum sam
bandi hevur ein stórur spurn
ingur verið, hvussu umfatandi
hetta málsøkið í grundini er.
Tá ið Kristianna Winther
Poulsen, nýliga hevði sætið
á tingið eitt stutt skifti sum
varalimur, brúkti hon høvið til
at spyrja landsstýriskvinnuna
um hesi viðurskifti.
Landsstýriskvinnan sigur,
at í dag hava 1.094 fólk tørv
á sjúkrarøkt og 474 fólk hava
tørv á heimahjálp.
Her kann leggast afturat, at
tilsamans eru eini 6.500 fólk í
Føroyum, sum eru eldri enn
67 ár og sostatt er veruleikin,
at nógv tey flestu hava góða
heilsu og klára seg sjálvi.
– Ongin bíðilisti er til heim
atænastu og sostatt er talið á
teimum, sum fáa tænastu frá
Heimatænastuni, og teimum,
sum hava tørv á hjálp, tað
sama, sigur Annika Olsen.
Hon leggur tó afturat, at tey
flestu av teimum 1.094 borgar
unum, sum fáa sjúkrarøkt frá
heimasjúkrarøktarfrøðingum,
fáa eisini heimahjálp.
Men Annika Olsen leggur
dent á, at tá ið hon sigur, at
ongin bíðilisti er, merkir tað
ikki tað sama sum, at allir
borgarar fáa teir tímar og ta
hjálp teimum tørvar.
Hon sigur nevniliga, at tað
er munur á tørvinum sum er
og teimum tímum, sum verða
veittir.
Hon sigur, at her er bara
talan um heimahjálp, tí sam
býli eru ikki tald við.
– Á sambýlum búgva 159
fólk, sum fáa heimatænastu
frá Almannaverkinum, sigur
Annika Olsen.
1500 føroyingar brúk fyri røkt
Tingfundur verður aftur mik
umorgunin klokkan 10. Tá skal
tingið taka støðu til, um Jørgen
Niclasen,
landsstýrismaður
í fíggjarmálanum, skal svara
fyrispurningi frá Akseli V.
Johannesen um fíggjarpoli
tikkin.
Triðja viðgerð av uppskoti
um broyting í Heilsutrygd
arlógini er eisini á skránni.
Lógin kom í gildi í 2010. 1. juni
í 2013 kom seinasta broytingin
í lógini í gildi. Tá varð ein
tekniskur feilur gjørdur, sum
nú skal rættast.
Uppskot til eykajáttanar
løgtingslóg fyri august 2013 er
eisini á skránni.
Tríggjar aðrar fyrstuviðger
ðir eru á skránni mikudagin.
Tey
uppskotini
eru
frá
andstøðni. Tjóðveldi, Javn
aðarflokkurin og Framsókn
hava lagt fram uppskot til
løgtingslóg um broyting í løg
tingslóg um áseting og javn
ing av almannaveitingum –
barnaískoyti. Tað málið verður
beint í Trivnaðarnevndina.
Javnaðarflokkurin hevur
skotið upp at hækka lestr
arstuðulin úr ávikavist 3.607
krónur til 4.110 krónur og úr
1.737 til 1.980 krónur.
Síðani er tað uppskot frá
Javnaðarflokkin,
Tjóðveldi
og Framsókn um at hækka
barnafrádráttin úr 6.500 til
8.000 krónur. Hesi málini verða
beind í fíggjarnevndina.
Lætta um hjá barnafamiljum
4. september vitjaði
r o y s n i n g u r i n ,
hvørs ferðing var
fylgd í 80 dagar
fyrr í ár, aftur á
Sørvágsfirði. Nátt
úrugripasavnið
merkti hann um
aftur við einum
fylgisveinasendara
fyri
at
kanna
ferðingina víðari.
Hetta hendi á júst
sama sandi, har hann var
merktur fyrru ferðina hin
21. mars. Nú roysningurin
vitjaði aftur, vóru 77 dagar
frálidnir, síðan hann var
sæddur í Føroyum 11. Juni í
Klaksvík. Í millumbilinum
hevur roysningurin støðast
í Íslandi.
Roysningurin dvaldi ikki
leingi á Sørvágsfirði. 5. sep
tember var hann á Víkum,
dagin eftir í Norðoyggjum,
og 7. september legði hann
seg upp á helluna í Svínoy,
júst sama stað har hann
var sæddur á fyrsta sinni 27.
februar meira enn hálvt ár
frammanundan. Hin 8. sep
tember var roysningurin á
Skarðsvík í Fugloynni, og
haðani setti hann kósina aft
ur móti Íslandi. Aftan á at
hava svomið eina samlaða
farleið uppá 320 fjórðingar
í tilsamans seks dagar kom
roysningurin 15. September
inn aftur á Reyðafjørð í Ís
landi. Í miðal svam hann 2
fjórðingar um tíman.
Sostatt er bara at stað
festa, at roysningurin er sera
dugnaligur at vitja aftur á
slóðina.
Annars kenna vit til hes
ar eygleiðingar av roysning
inum: í tíðarbilinum mill
um 27. februar og 21. Mars,
tá roysningurin var burt
ur úr Føroyum, varð hann
eygleiddur fyrst 3. mars í
North Ronaldsey í Orkn
oyggjum og síðan 10. mars
á Algrøy í Noregi. Aftan á at
hann fór til Íslands fyrstu
ferð, varð hann sæddur fýra
ferðir: 17. juni í Reyðafirði, 26.
juni í Berufirði, 24. juli í Skál
anesi og 16. august í Jøkuls
árlóni.
Roysningur vitjar aftur
Tríggir tingsessir flyta
frá samgongu til andstøðu