mánadagur 16. september 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. september 2013 · Nr. 106
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føroyingar eru heimins tjørnuvíkingar
Brúgvin við Streymin ímyndar tað, okkum tørvar: Samstarv millum bygdir,
samstarv millum oyggjar - og samstarv millum Føroyar og onnur lond
Sjúrður Skaale
Fólkatingsmaður
(Tala hildin 15.09.13 í sambandi við
at brúgvin við Streymin fyllir 40
ár).
Tá Asbjørn í Tjørnuvík ringdi og
bað meg halda hesa røðuna, hevði
eg bestan hugin at siga nei.
Eg havi nakrar ferðir sitið inni
hjá honum og fingið hetta serstaka,
sterka kjøtið úr Tjørnuvík undir
góman. Kjøt sum smakkar av
høgættini sum hon merkist tá hon
kemur beint inn av norðhavinum,
av brattlendinum í teirri ráu náttúr
uni har norðuri, og av fornum
kingosangi.
Eg hugsaði við mær sjálvum at
eg fari aldrin at kunna halda eina
røðu, ið ljóðar líka mergjað, sum
kjøtið úr Tjørnuvík smakkar.
Og vissi eg haldi eina røða, sum
fær fólk at hugsa um eina bleika
pizza úr miðbýnum í Havn, so fái eg
bæði háð og spott omanyvir meg.
Men eg segði kortini ja, tí tað
sum verður hátíðarhildið er jú
at brúgvin um Streymin fyllir
40 ár 30. oktober, og er tað nakað
sum eyðkennir henda partin av
landinum, so er tað júst at byggja
brúgvar millum øki - eisini øki,
sum eru nokkso ymisk. Og at biðja
ein havnamann tala her í dag, er
vælsaktans eisini at byggja eitt slag
av brúgv.
Summastaðni í landinum tykist
tað næstan sum at fólk heldur vilja
søkka hvør sær enn flóta saman.
Men ikki her norðuri. Kommunur
og bygdir, sum høvdu staðið veikar
hvør sær, løgdu saman og gjørdust
ein sterk eind, bæði innan umsiting,
vinnulív, skúla og mentan.
Tann sjónligasta ímyndin av
hesum samstarvi er EB Streymur. Í
síni tíð stríddust tit í fótbóltinum
hvør sær fyri at varðveita fótafesti
á teimum niðastu rókunum - nú
flúgva tit út í Europa at umboða
ikki bara Sundalagið, men alt
landið. Og tit vinna!
Tað er ein klisjé at siga, at vit
standa sterkari saman. Men tað er
rætt fyri tað.
Bygdirnar hava givið frá sær
møguleikan at umboða seg sjálvar í
egnum navni - men tær hava fingið
møgu-leikan fyri at klára seg væl.
Betong og asfalt eru
eisini bleyt virði
Í politiska kjakinum verða íløgur
í infrakervið ofta sett upp ímóti
sonevndum "bleytum virðum".
Men brúgvin um Streymin
- also ein íløga í jarn, betong og
asfalt - er upphavið til allar hinar
brúgvarnar av meira bleytum slag
kring Sundalagið.
Og íløgur í infrakervið eru ikki
bara íløgur í tað umrødda sam
starvið millum bygdir. Tær eru
eisini íløgur í okkara politisku
skipan.
Tað eru mong sum droyma um
tann dag, tá Føroyar politiskt ikki
eru býttar sundur í smá, lokal
kongaríki, hvørs umboð royna at
krøkja so nógv til sín sum tilber,
men í staðin verða sæddar sum ein
heild.
Tað var orsøkin til, at landið
bleiv skipað sum eitt valdømi. Men
landið fungerar framvegis ikki sum
eitt
valdømi.
Lokalpolitikkurin
dominerar meira enn nakrantíð.
Skal tað eydnast at gera landið
til eina politiska eind í innihaldið
eins væl sum í formi, so mugu
økini knýtast enn betur saman.
Grót og betong mugu minka um
fjarstøðuna, so fólk veruliga fara
at kenna, at tey hoyra saman. Ikki
bara mentanarliga og málsliga,
men eisini politiskt. Ikki fyrr enn
tá verða tey, sum manna løgtingið,
lønt fyri at seta heildina fremst - og
revsað fyri tað øvuta.
Eydnast tað, verða Føroyar sterk
ari, effektivari - og nógv bíligari at
reka.
Føroyar eru sum Tjørnuvík
Og tá kunnu vit so fara at tosa um
tað, sum vit forsøma í dag: Nevniliga
tað alt ov einvegis ferðsluna, sum
er á brúgvunum millum Føroyar og
onnur lond.
Sum ein segði í bókini Exit
Føroyar: Í altjóða høpi eru Føroyar
so smáar, at tær kunnu samanberast
við Tjørnuvík í mun til restina av
Føroyum.
Tað er soleiðis vit mugu læra
at síggja okkum sjálv: Føroyingar
eru heimins tjørnuvíkingar! Og
skulu vit hava nakran møguleika
at standa okkum í kappingini
móti Keypmannahavn, London og
Reykjavík, so kunnu vit ikki draga
í hvør sína ætt. Vit mugu fylgja
fyridøminum higani úr Sunda
Kommunu, og standa saman.
Saman mugu vit gera tað so
lokkandi sum til ber at búgva her.
Og vit hava allar møguleikar til
tað. Útgangsstøðið er jú rættiliga
gott.
Eg meini so við: Orsøkin til at
fólk rýma, er ikki at her er so øgiliga
trygt at vera í Føroyum. Ella at her
er so forferdiliga reint. Ella at hvør
einstakur hevur so gott pláss. Ella
at vit hava beinleiðis atgongd eina
stórligna náttúru, sum liggur her,
púra ókeypis til okkum at njóta -
júst so, sum Várharra skapti hana.
Við
Saksunardali,
Slættara
tindi, Tjørnuvíksstakki, Mýlingi
og øðrum plássum við sita tit her
norðuri á nøkrum av landsins mest
hugtakandi náttúruperlum. Men
kring alt landið eru Føroyar nógv
stórslignari, enn vit vanliga geva
okkum far um.
Tað er heldur ikki tað, sum
styggir fólk burtur.
Nei, orsøkin til at burðartalið
er blivið so ræðandi lágt farnu
árini, liggur helst í tí forbannaða
sannleikanum, sum Hans Andrias
Djurhuus staðfesti á sinni: Saman
at standa var ei okkum givið.
Eg giti, at hann skrivaði tað fyri
at provokera. Fyri at geva okkum
høvi at mótprógva tí. Og har tað
er mótprógvað - har gongur væl.
Eitt nú her um leiðir. Ið hvussu er
gongur her munandi betri enn tað
hevði gjørt, um tit ikki høvdu bygt
upp hetta samstarvið.
Nýggj farleið 40 ár seinni
Brúgvin um Streymin var í síni tíð
roknað sum størsta byggiverkætlan
í Føroya søgu. Tær 13 milliónirnar
hon kostaði, vóru nógvir pengar tá
- og ferðslan var ikki nær námind
so nógv, sum hon er nú. Men, sum
Heðin Zachariassen, borgarstjóri,
segði um dagarnar: Teir, sum
gjørdu íløguna, hugdu langt út í
framtíðina.
Nú fara vit helst aftur at knýta
Streymoy og Eysturoy saman.
Aftur hesaferð er talan um bæði
størstu og dýrastu byggiverkætlan
í Føroya søgu. Men aftur hesaferð
er nyttuvirðið nógv hægri enn
kostnaðurin - um vit bara hyggja
nóg langt inn í framtíðina, og tora
at trúgva uppá vøkstur og menning.
Tað mugu vit gera, tí trúgva vit ikki
uppá vøkstur og menning, so verður
hvørki vøkstur ella menning.
Ein munur er kortini millum
hesar
verkætlanir:
Tað
kom
ongantíð uppá tal, at Copenhagen
Infrastructure Partners - ella nakað
annað privat felag - skuldi byggja
og eiga brúnna um streymin í upp
til 50 ár. Hevði ein slík avtala verið
gjørd í 1973, hevði viðkomandi felag
kanska átt brúnna enn - og í upp til
10 ár afturat.
Tað kanska setir kjakið farnu
vikurnar í perspektiv...
Infrakervið
gagnar
okkum
øllum; vit brúka tað øll - og vit skulu
sjálvsagt øll eiga tað.
Verðinsmenn í Hósvík
Tað er lítil ivi um, at ein væl
útbygdur høvuðsstaður er ein
fortreyt, skulu vit standa okkum í
teirri kappingini um fólk, sum vit
í løtuni tapa ímóti fyrst og fremst
Keypmannahavn.
Men Føroyar missa ein stóran
part av síni sál og verða lítið
dragandi, um vit enda við at vera
ein býur í staðin fyri eitt land. Tí
mugu vit knýta landið saman.
Men vit mugu eisini byggja
brúgvar út í heim. Ein nýggjur
flogvøllur er ein alneyðug og ítøkilig
brúgv. Men eisini mentalt mugu vit
venda okkum úteftir.
Eisini her eru undangongufólk
higani úr økinum. Eg minnist
einaferð og kom inn á gólvið
hjá Thor í Hósvík at gera eina
blaðsamrøðu.
Eg bleiv vístur inn á kontórið
hjá Gunnbjørn. Hann stóð við
reyvini til, í tuflum og gomlum
cowboybuksum við fretsekki og
hekk fram á eitt borð. Høvdið lá
á liðini, so hann fekk hildið eini
telefon fastspentari millum oyra
og økslina meðan hann skrivaði
okkurt á ein lepa.
Tá hann legði á og eg spurdi hvat
tann enska samrøðan hevði verið
um, segði hann, at tað snúi seg um
ein nýbygning í Singapore. Eigarin
var lopin frá - og nú hevði Thor
akkurát yvirtikið kontraktina...
Hetta er verðin í dag. Vissi mann
torir og heldur seg framat, so kann
mann ganga í tuflum Hósvík og
keypa skip í Singapore.
Vit eiga læra okkum at síggja
og brúka tær digitalu brúgvar og
fjarskiftisligu
undirsjóvartunlar,
sum eru millum Føroyar og onnur
lond.
Tað gera fleiri fiski- og alivinn
uvinnufyritøkur, men eisini Thor,
Skansi, Føroya Tele, BankNordik,
Atlantic Petroleum og nógvar
aðrar, og tað ger, at fleiri løkir av
inntøkum renna - ella kunna fara
at renna - úr øðrum londum til
føroyska búskapin.
Standa í uttarugongd
í Europa
Men politiskt hava vit tíverri start
okkum blind í okkara egna nalva,
heldur enn at venda eygunum
úteftir.
Meðan
øll
europeisk
lond bæði hava fría atgongd til
marknaðirnar hjá hvørjum øðrum
og handilsavtalur við aðrar av
heimsins størstu marknaðum - so er
okkara politiska skipan framvegis
samd um eitt hvølt og rungandi
NEI til at gerast partur av slíkum
bindandi fleirtjóða samstarvi.
Tí standa vit framvegis - nærum
púra einsamøll - heilt úti í durinum
í tí europeiska húsinum. Tað er
eitt ótrygt pláss. Eitt pláss sum
avmarkar okkara møguleikar. Og
eitt pláss, har vandin er stórur fyri,
at vit verða skumpað heilt útum.
Vit liggja í stríðið við ES sum er.
Og vit skulu vinna tað stríðið. Men
fyrr ella seinni skulu vit semjast -
ikki bara um sild og makrel, men
eisini um onnur viðurskifti. Vit
mugu finna Føroyum eitt nøktandi
og trygt pláss í altjóða samstarvi.
Vit mugu lyfta tað, sum er hent
kring brúnna við Streymin upp
á eitt hægri stig: Vit mugu hyggja
langt út í framtíðina - og vit mugu
byggja framtíðarinnar brýr til
onnur lond.
Vit mugu gera sum Gunnbjørn,
sum í staðin fyri bara at ringja til
tey, sum hann kennir í Kollafirði
og Hvalvík eisini viðhvørt ringir
til tey, sum hann ikki kennir - í
Singapore.
Takk fyri - og hjartaliga tillukku
við Brúnni og øllum tí, hon
ímyndar.