Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-16, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 38 | 16. september 2013 Ókeypis lýsingarblað 4 Ikki ofta síggjast tríkiljur í Føroyum, men flest øll minnast tríkiljuna Brid­ get Bardot, ið kom til Føroya at berjast móti grindadrápi. Umborð á Avalanche, ið er úr Cole­ rado í USA, er eigarin John Barry III. Við sær hevur hann eina systur og eina aðra kvinnu í familjuni. Tey eru alla tíðina á ferð kring knøttin. Søgan er í stuttum tann, greiður John Barry frá, at pápi John fór frá og á pensjón sum 65 ára gamal, men hann hevði bíðað ov longi. Gamaní fór hann skíferðir og slíkt, men hann eggjaði John til at gera, sum hann nú hevur gjørt. – Sum 52 ára gamal seldi eg fyritøkuna og flutti til Colerado. Børnini eru floygd og eg fekk hug at gera dreym til veruleika, sigur John Barry III. Hann keypti stásiliga bátin í San Francisco og rundferðin byrjaði í desember í 2011. Leiðin gekk suðureftir framvið strondini í Mexico og gjøgnum Panamaveitina, ið John metir sum sera hugtakandi verkfrøðisligt avrik. Fólkini umborð á Avalance eru glað at sleppa at siga frá øllum, teimum hevur verið fyri. Leiðin gekk víðari, og eitt nú komu tey til oyggjabólk, har fólkini høvdu verið mannaátarar, til fyri 30 árum síðani. Í El Salvdor sigldu tey langt niðan eftir eini á og langt inn í skógin, har tey komu á indiánar, ið lítið og onki samband høvdu havt við umheimin, og hetta var hugtakandi uppliving, sigur John Barry. Leiðin gekk til Florida,har ein vinmaður John tók sær av bátinum eina tíð. Hesin hevði havt starv hjá NASA sum rakett verkfrøðingur, og hann gjørdi ymsar ábøtur, innan leið­in gekk til Canada og síðani til Grønlands. Í Grønlandi upplivdi manningin mangt og hvat, men John vildi fegin uppliva fólkið, og ferðaðist til smærri bygdir, hóast báturin lá í Nuuk. - Tvær ferðir upplivdu vit harðan storm, og so baldrut var, at hóast roynda manning, so var hetta teimum nóg mikið, og ein partur mynstraði av, sigur John. Úr Grønlandi gekk leiðin til Íslands, og ferðin tók bert 2 og ein hálvan dag, so ferðin var góð. Blíðskapurin í Reykjavík var óførur, og tey sluppu m.a. at rógva við kajak á eini á. Á vegnum til Føroya krokaðu tey eina stund í Vestmannaoyggjunum, og so gekk leiðin til Vágarnar. Í Vágunum komu fólk streymandi at heilsa uppá. Fleiri komu við føroyskum mati, eit nú náta, sum amerikumenninir dámdu sera væl. Í grind Ein dagin fór John í bankan at veksla pening. Kvinnan við diskin segði honum, at grindadráp var í Vágum, men at ikki øllum dámdi so væl at síggja hetta, men høvdu tey hug, so var at halda seg framat, so tað upplividi manningin á Avalanche. Eisini fingu tey tvøst við at kóka, og tað hildu tey smakkaði bara heilt væl. Ein skúlaflokkur kom at vitja, og bilsin gjørdust tey á Avalanche yvir, hvussu væl børnini dugdu enskt og hvussu fólkalig børnini vóru. Í Vági Leiðn gekk til Suðuroyar. Í løtuni liggur Avalanche við bryggju í Vági, har ymsar ábøtur verða gjørdar og bíðað verður eftir betri veðri. Tá vit hitta John Barry og hansra harkalið, eru tey á veg til hjá Finn Johannessen, ið fæst við ferðavinnu, og hevur Finn boðið teimum heim til kaffiborð, har vaflur standa á borðinum. - Føroyingar eru heilt víst blíðasta fólkaslag í heiminum, er manningin samd um. Úr Føroyum gongur leiðin til Skotlands og Írland og so kemur veturin og manningin fer aftur til Colerado, fyri at taka ferðina uppaftur næsta ár og halda á til Fraklands, og víðari til heitari himmalhválv. - Í Suez veitini verður ikki siglt. Vit verða tikin á dekkið á onkrum farmaskipi. Har á leið eru ov nógvir sjórænarar, og tað er ov vandamikið. Men komin eitt sindur longur, gongur leiðin til India og Australia og so víðari, greiðir John frá. Hann væntar ikki at tey eru aftur í Amerika, fyrr enn eini fimm ár eru gingin. - Og eru vit ikki heilt mett av at ferðast, so byrja vit umaftur, bara hinvegin, sigur John Barry III. Á Avalanche vænta tey at leggja frá bryggjuni í Vági týsdagin. Samband fæst á jb@new­england­ propane.com og John Barry III sæst eisini á Facebook. Tríkilja á heimsferð vitjar í Føroyum Hósdagin lá stásiliga marglætisfarið Avalanche við bryggju í Vági Hjá Fótahjálpini við Varðagøtu í Havn ger Gunnhild Mørkøre bæði ortopediskar skógvar og allar umvælingar av vanligum skóm. Gunnhild Mørkøre er útbúgvin ortopediskur skómakari sum fyrsta og einasta kvinna í Føroyum nakrantíð. Tá hon flutti til Føroyar fyri einum ári síðan, keypti hon helvtina av Fótahjálpini við Varðagøtu í Havn, har hon ger ortopediskar skógvar og allar umvælingar av vanligum skóm. Gunnhild eigur Fótahjálpina saman við Jónu Dahl, statsaut. fótterapeuti og sjúkrarøktarfrøðingi, ið hevur rikið Fótahjálpina síðan 2006. Dorthea Winther sjúkrarøktarfrøðingur hevur eisini verið við frá byrjan. Sum ortopediskur skómakari framleiðir Gunnhild fótbúna á fakliga høgum stigi. Miðað verður eftir at fylgja við tíðini og mótanum og nýggjastu vitanini um ortopediskan fótbúna. Á verkstaðnum ger hon eisini innlegg og avlastingar og blokkar til tey, sum t.d. hava hovin bein ella vírikar. Harafturat verða allar vanligar skómakarauppgávur loystar sum t.d. umvælingar, skifting av hælum og sólingar. Fótahjálpin selur heilsugóðar skógvar, stivlar og sandalir av merkinum New Feet. Skógvarnir eru til øll, samstundis sum teir eru góðkendir sum ortopediskir skógvar. Skógvarnir hava ymiskar leistar og eru so mikið rúmligir, at pláss er fyri individuellum innleggum. Fótahjálpin selur eisini kompressiónssokkar av merkinum Sigvaris, og fara tey eisini út til kundarnar at taka mát og bíleggja serseymaðar sokkar. -Vit hava eitt breitt úrval av skóm á goymslu og kunnu sostatt bjóða eina skjóta og góða tænastu. Vit hava tann fakliga førleikan sum skal til og kunnu tí bjóða kundum okkara eina tænastu, sum er einastandandi, eins og vit eru landsdekkandi og hava kundar úr øllum landinum. - Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum ella koma inn á gólvið at síggja okkara vøruúrval og tænastur, siga Gunnhild Mørkøre og Jóna Dahl frá Fótahjálpini í Varðagøtu 26 kj. telefon 323255 / 270474. Bæði ortopediskur og vanligur skómakari Gunnhild Mørkøre ortopediskar skómakari