mánadagur 16. september 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 38 | 16. september 2013
Ókeypis lýsingarblað
6
Á miðdegi í dag varð arbeiðið við
at klæða vinnuhúsið á “Vestaru
Vág” formliga liðugt og avtalan
millum ánara og byggiharran um
yvirtøku undirskrivað. “Vit gleðast
um at arbeiði hevur gingið so væl
og at kostnaðarætlanin hevur
hildið”, sigur Jónsvein Lamhauge
havnameistari og leggur afturat,
at “nú farið verður at projektera
innrættingina, er umráðandi at
vinnan heldur seg frammat, eitt
nú skulu vit hava eitt matarstað
í bygningin og Tórshavnar havn
ætlar ikki at reka matarstaðið. Tað
má vinnan gera”.
Í vinnuhúsinum á ”Vestaru
Vág”, er ætlanin at hýsa fyritøkum,
ið hava atknýtt virksemi til sjóvegis
vinnu.
Vinnuhúsið
á Vestaru
Vág liðugt
Mentanarvikan í Sunda kommunu
var sett í Eydnuni á Oyrarbakka í
gjárkvøldið við røðum, tónleiki, sjón
leiki, framløgu og felagssangi.
Eisini var virðislønin Ársins
mentanaravrik latin og hevði
mentanarnevndin í býráðnum av
rátt, at Kingo-bólkinum skuldi hava
henda heiður.
Kingo-bólkurin er rættiliga virkin.
Hann hevur havt eina ørgrynnu av
framførslum kring Føroyar, og hevur
eisini í trimum umførum vitjað í
heimlandinum hjá Thomas Kingo
(1634-1703), har tey hava verið
ógvuliga væl móttikin.
Kingo-bólkurin sang í samband
við setanina í Eydnuni í gjár, so
tað kom ógvuliga óvart á tey, tá
forkvinnan í mentanarnevndini,
Thordis Dahl Hansen, brádliga
trein á pallin og kunngjørdi, at Ár
sins mentanaravrik skuldi latast
júst Kingo-bólkinum.
Hetta millum annað fyri, at
tey í trúfesti móti siðaarvinum
hava varðveitt henda aldargamla
mentanarliga dýrgrip.
Umframt sjálvan heiðurin og
heiðursbrævið, fekk bólkurin eis
ini eitt listaverk úr glasi, sum
Mikkalina Norðberg hevur gjørt til
høvið.
Kingo
kórið
heiðrað
Holger Arnbjerg, samskipari
Hetta er 11. árið, at skipað verður fyri
Markleysari útbúgving.
- Dagurin hevur ment seg síðani
hann á fyrsta sinni varð hildin í
2003. Í ár hava Erica Hayfield og
Niels Winther gjørt eitt upplegg til,
hvørjar útbúgvingar vit hava brúk fyri
í Føroyum, og tað er nakað nýtt, sigur
Holger Arnbjerg.
Dagurin gongur við, at hvørt landið
fær 20 minuttir at leggja fram í størru
hølunum, meðan smærri básar verða
settir upp í móttøkuni, har ymsu
londini halda til.
- Í ár eru 10 útlendsk lond við á
Markleysari útbúgving. Tey eru Ísland,
Danmark, Norra, Svøríki, Frakland,
Stóra
Bretland,
Australia/New
Zealand, Pólland, Kina og Týskland,
sigur Holger Arnbjerg.
Dagurin
verður
hildin
í
Norðurlandahúsinum og skipaður við
møtiskyldu fyri tey, ið hava tikið prógv
í summar.
- Tað merkir, at vit verða 600
næmingar í Norðurlandahúsinum.
Hartil verða umboð fyri útbúgvingar í
flestu londunum, sum stilla upp við
upplýsingum um, hvussu tað er at
lesa í ávísa landinum, og hvussu fólk
bera seg at, tá tey skulu søkja, sigur
Holger Arnbjerg.
Eisini eru allar víðarigangandi
útbúgvigar í Føroyum við í skránni,
bæði
innan
Fróðskaparsetur,
tekniska skúla og aðrar hægri skúlar
í Føroyum.
Skiftislestur
Eitt annað nýtt á skránni í ár er
ÚSUN (ÚtbúgvingarStuðul Uttanfyri
Norðurlond).
- Sjúrður Skaale fólkatingsmaður,
hevur latið eina kanning gera í
sambandi við lestur uttan fyri
Norðurlond, og úrslitið varð greitt
fyri stuttari tíð síðani. Hetta verður
lagt fram á degnum, sigur Holger
Arnbjerg.
Tað verður ein av teimum, ið var við
at gera kanningina, Djóni Højgaard, ið
fer at leggja úrslitið fram.
- Av teimum, ið lesa í Norðurondum,
vísir tað seg, at um helmingurin kemur
heim aftur, og hendan kanningin
vísir, at tað er um sama talið uttan
fyri Norðurond eisini, sigur Holger
Arnbjerg.
Hann leggur dent á, at dagurin í
stóran mun eisini skal snúgva seg um
skiftislestur.
- Vit ætla at eggja fólki til, at nýta
skiftislestur. Tað merkir, at fara í eitt
annað land at lesa í eitt hálvt ár, og vit
leggja stóran dent á, at til ber at fáa
stuðul til hendan skiftislestur, sigur
Holger Arnbjerg.
Dagurin verður hildin 17 september
- í morgin - og hurðarnar lata upp
klokkan 08.45. Klokkan 10.30 verður
so byrjað við fyrilestrunum.
Í
fyrireikingarbólkinum
sita:
Teitur Vágadal, MFS, Annie Fjallsá,
vegleiðingarfelagið,
Anna
Katrin
Matras,
Fróðskaparsetur
Føroya,
Hjørtur á Fløtti, 3. ársnæmingur á
HH/Kambsdali og Holger Arnbjerg,
Altjóða Skrivstovan/Fróðskaparsetur
Føroya.
Varpa ljós á skiftislestur
- Temaið í ár verður skiftislestur, har tað ber til hjá lesandi at lesa hálvt ár
í øðrum landi við stuðulsískoyti, sigur Holger Arnbjerg, samskipari