Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-16, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2013síða 40

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 38 | 16. september 2013 Ókeypis lýsingarblað 8 Lýs teg sjálvan við trimum orðum: Optimist, positiv og ótolin Hvat merki er bilur tín? Ford Focus Hvat merki er telefon tín? iPhone Hvør er tín besta summarfrítíðaruppliving? Havi hvørt ár góðar summ­ar­frí­tíð­ar­upp­ liv­ing­ar – bæði heima og úti í heimi. Tá ið eg svam við ÍSB var eg á fleiri spennandi ferð­um, og í ár vóru vit t.d í Venesia, tað er ser­stakt og øðrvísi. Tær eru allar góðar, men um eg skal nevna eina, so var tað, tá ið eg eft­ir stu­d­ent, saman við tveimum vinkonum, fór til Amerika at arbeiða á eini barnalegu. Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? ”Hevði tað ikki verið vell!” Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Persónligheit, haldi eg, men annars liv­andi og smílandi eygu. Hvat ger teg í góðum lag? Rættiliga nógv – góður tónleikur, at syngja, frísk luft, smílandi og vinarlig fólk, tá ið gent­ur­nar eru nøgdar og hava vinir at spæla við, at vera saman við manninum, fam­iljan, ein góður arbeiðsdagur saman við starvs­ fel­ag­um og næmingar, ein góð bók, at vera í bindiklubba, sunnudagsskúlin. Also all­ar góðar løtur, har eg kenni, at lívið í av­bjóð­ ing­ini tó er gott gera meg í góðum lag. Hvat stressar teg? Tá ið alt ikki gongur, sum tað skal, ella bara ikki gongur nóg skjótt, og bilar, sum koyra ov seint. Hvør er tín yndisrættur? Lambskjøt Hvat gleðir teg? Hvønn dag gleðir tað meg, at eg kann lata meg í protesuna og fara til gongu uttan stórvegis trupulleika. Hvat var seinasta ynskið, sum tú fekst uppfylt? At túnið oman fyri húsini varð gjørt Hvar arbeiðir tú? Eri lærari í Skúlanum við Ósánna Hví valdi tú at arbeiða innan júst hesa vinnu ella øki? Mær dámar væl at vera í Føroyum og valdi eina útbúgving, sum eg kundi taka og brúka her. Havi altíð ynskt mær eitt ar­beiði og ein gerandisdag, sum ikki altíð er eins og hevur spennandi avbjóðingar. Hetta er alt tryggjað í lærarastarvinum. Hvør er stuttligasta uppliving tín í starvinum? Floksveitslur, har næmingarnir sjálvir leggja til rættis, eru stuttligar. Minnist ser­liga eina, har næmingarnir, ein part av kvøld­inum, bjóðaðu foreldrunum til rapp, sang, søgu og sjónleik. Tað var stuttligt. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Bleytum jazzi, kórsangi, gospel, poppi og klassiskum tónleiki. Hvat er besta uppfinningin og hví? Bók­stav­ir, sum verða settir saman til orð, sum taka meg við á spennandi ferð­ir at vitja ein annan heim. Hvat er besta íløgan, tú hevur gjørt? Út­búgving og húsini, sum vit hava bygd. Hvat er títt besta heimaráð? At vísa áhuga fyri hvørjum øðrum Hevur tú nakað húsdjór? Nei. Hvat hevði tú gjørt, um tú vann eina millión? Eg hevði livað, sum eg geri nú og farið eina langa, góða rundferð til Amerika, Au­stralia og Kina saman við familjuni. Hvat hevði tú gjørt, um tú vann tíggju milliónir? Eg hevði givið familju og vinum burtur av, ferð­ast nakar ferðir um árið, ofta havt li­ v­andi tónleik heima í stovuni, gjørt liðugt rund­an um húsini, givið pening til vælgerandi enda­mál og annars bara notið lívið. Hvat er best við Før­ oyum og hví? Fyrst og fremst er tað familjan og vin­ir, tí saman við teimum kenni eg meg trygga og góðtikna. Hvar ert tú um 10 ár? Gleði meg til tey komandi árini, sum vænt­ andi fara at bjóða uppá mangt og hvat, men um 10 ár eri eg óivað aftur í Klaksvík. Rættiliga nógv ger meg í góðum lag STÓLURIN Gleði meg hvønn dag at fara í protesuna og til gongu uttan stórvegis trupulleika Navn: Tóra við keldu