mánadagur 16. september 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 38 | 16. SEPTEMBER 2013
Ókeypis lýsingarblað
10
Vilmund Jacobsen
Nýggjasta skotið hjá dugnaliga
handilsmanninum í Fuglafirði, sum
eisini eigur handilin hjá Pidda á
Toftum og Vistir á Kambsdali, sum
veitir tænastur við proviantering til
skip og bátar, er stóri matvøruhandilin
á Glyvrum, sum eru í somu hølum, har
Bónus áður helt til.
Tá Bassi fór í holt við handilin á
Glyvrum, seldi hann Vár-kioskirnar í
Saltangará og í Klaksvík, sum hann
hevur átt og rikið í nøkur ár.
Bjartskygdur
Bassi er maðurin, sum fer glaður
til arbeiðis í handilslívinum hvønn
dag, og tað er ikki at taka munnin ov
fullan at siga, at handilslívið líka sum
er blivið ein lívsstílur hjá honum.
- Av lyndi eri eg bjartskygdur, og
eg síggi ljóst upp á framtíðina, sigur
Bassi, sum bert var 21 ára gamal, tá
hann í 1994 kom úr Miklagarði í Havn
og norður til Fuglafjarðar at arbeiða
hjá Haraldsen.
Allir tríggir matvøruhandlarnir hjá
Kristian Suna eru nútímans handlar,
har gingið verður rættiliga høgt upp í
tænastu og vørudygd, eins og dentur
verður lagdur á kappingarføri.
Dugnalig starvsfólk
Øll fyrisitingin er í handils-og
skrivstovubygninginum í Fuglafirði.
- Eg leggi stóran dent á fyriskiping
og at vera andlitið hjá fyritøkuni inn
eftir og úteftir. Arbeiðsdagurin er
mangan langur, men eg royni at vera
heima til máltíðirnar. Um kvøldarnar
fari eg ofta eina løtu til arbeiðis aftur,
sigur Kristian Sune Haraldsen er fegin
um øll tey dugnaligu starvsfólk, sum
hann hevur aftrat sær í fyritøkuni.
Fakta
Navn: Kristian Sune
Haraldsen
Starv: Handilseigari
Tænasta og vørudygd hjá Bassa
Nú Vikublaðið enn einaferð vitjar í Fuglafirði, kemst illa uttan um Bassa - ella Kristian Suna
Haraldsen, sum eigur og rekur stóra og nútímans Haraldsen-matvøruhandilin í Fuglafirði
Tað er eingin ivi um, at Sigrið Midjord er høgra hond hjá Bassa í stóra og nútímans matvøruhandlinum Haraldsen í Fuglafirði
Mynd: Vilmund Jacobsen
|
Allir tríggir
matvøru-
handlarnir
eru nútímans
handlar
VIKUSTJÓRIN