mánadagur 16. september 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 38 | 16. september 2013
Ókeypis lýsingarblað
12
vikutíðindi
Í juni mánað gav 13-ára gamli
Beinir Troest Rasmussen sína
fyrstu solofløgu út. Á fløguni
eru 10 sangir, sum hann sjálvur
hevur skrivað orð og lag til.
Fløgan er væl móttikin, og løgini
eru nógv spæld á føroysku
útvarpsrásunum. Mest spælda
lagið, Sápubløðran, liggur á
Youtube sum sjónbandalag og
er sera væl vitjað. Sjónbanda
upptøkurnar vóru gjørdar í
Tróndargøtu í Havn.
Beinir hevur spælt nógv
ar konsertir í summar – bæði
útgávukonsertir við studio
tónleikarunum og einsamallur
við kassagittara. Hann hevur
m.a. spælt á Voxbotni, G! Fest
ivalinum, Summarfestivalinum,
í Løkshøll, á Egilsstøðum í
Íslandi og á fleiri summar
stevnum.
Fríggjakvøldið 4. oktober fer
Beinir á pallin í Norðurlanda
húsinum saman við teimum
royndu monnunum, sum spæla
tónleikin á fløguni. Nógv verður
gjørt burturúr, so upplivingin
fyri vaksin og fyri børn verður
so góð sum til ber. Vit fara
at síggja ein flottan pall og
dansigentur, hoyra vinmenn
hjá Beinir syngja kór og eisini
fer onkur spennandi tónleikari
at hita upp.
Tað var í apríl, at Beinir
var í Studio Bloch og tók tey
10 løgini upp. Kim Hansen
og Jóhannus á Rógvu Joensen
løgdu løgini til rættis, og aftur
at sær í studio høvdu teir James
Olsen og Hjalta Joensen. Jónas
Bloch Danielsen tók upp og
ljóðblandaði, meðan Tutl gav
fløguna út.
Tekstirnir hjá Beinir snúgva
seg um lívið og gerandisdagin
hjá einum ungum dreingi í Før
oyum. Uttan iva kunnu bæði
børn og vaksin kenna seg aftur
í sangum um gott vinarlag, sól
og summar, óskikkiligar systrar,
happing og um at fáa tað besta
burturúr lívinum.
Hetta er fyrsta ferð Beinir
roynir seg við egnum løgum.
Men hóast sín unga aldur,
hevur hann drúgva royndir sum
sangari og tónleikari í Kulum
Rótum og Óvita Blues Band.
Beinir í
Norður
landa
húsinum
4. oktober
Vit eru til reiðar, komið við!
– skótar hjálpa –
Skótahjálpin 2013
Føroya
KFUK-skótar
Føroya
Skótasamband
FH-skótar
KFUM-skótarnir
í Føroyum
Endamál
Stavnhaldið er, at frísk og
ferð ug børn stuðla og hjálpa
neyðstøddum, sjúk um og illa
støddum børn um og ungum
í Før oyum og uttanlands við
peng um, sum á hvørj um ári
eru savnaðir við arbeiði ella á
annan hátt. Ár liga hjálpin fer
til eina útlendska og eina før
oyska verkætlan. Ein part ur fer
í grunn til hjálp við brádliga
ákomna neyð.
Virkin skótalið eru
í hesum bygdum og býum:
á Húsum, í Klaksvík, Lorvík,
Runavík, Oyri, Hvalvík, Kollafirði,
Kvívík, Tórshavn, Miðvági, Sørvági,
Tvøroyri og Vági.
Umframt á nevndu støðum rættir
Skóta hjálpin fegin eina hond eisini í
grannabygdum. Fólk, sum vilja hava
skótarnar at gera eitthvørt fyri seg,
kunnu venda sær til tlf. 51 06 16
eftir kl. 17 ella við telduposti:
malan.erlingsson@gmail.com
Skótarnir hjálpa fegin við eitt nú:
barnaansing, bilvaski, ganga ørindi,
rudda í urtagarðinum, vaska vind
eygu, ja, alt sum dugnalig børn og
ung duga at gera. Takið væl ímóti
teimum, tá ið tey koma á dyrnar.
Í ár StuÐlar Skótahjálpin
Barnaskúla í Villa Vinda, Honduras
& Øll hava rætt til góð barnaár
21. - 28. september
Beinir á pallinum
í Løkshøll 1. juli
Dansigentur og kórdreingir verða við 4. oktobur