Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-16, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 38 | 16. september 2013 Ókeypis lýsingarblað 14 Bilurin hesa vikuna er ein MG hjá Eriki Petersen, lærara, sum búði í Varðabú í Havn. Bilurin var upprunaliga ein Morris 1100, sum varð bygdur um til ein MG við t.d. nýggjum toppstykki, instru­ mentborði, motorhjálmi og kølara­ gittari. Erik Petersen umbygdi bilin sjálvur í samstarvi við Reyni Service í Rættará. Við tunnelmunnan sæst ein hvítur Toyota Crown. MG var sportliga útgávan av Morris og Austin 1100, sum vórðu framleiddir av British Motor Corporation (BMC) frá 1962 til 1974. Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir saman við stuttum teksti og upplýsingum til adressuna: maggi@sos.fo MG hjá Eriki Petersen Myndeigari: Hergeir Petersen Bilurin hesa vikuna er ein MG hjá Eriki Petersen, lærara, sum búði í Varðabú í Havn Vilmund Jacobsen Sagt verður, at maður kemur í mansstað. Soleiðis er eisini við teimum, sum manna skipini hjá Fiskiveiðieftirlitinum, Tjaldrið og Brimil. Fyrraárið fór kvívíkingurin, Jákup Müller, úr starvi sum skipari við Brimli. Í hansara stað kom ungi vestmenningurin, Óla Hans Olsen. Men eingin gerst skipari á vaktar- og hjálparskipi eftir einum degi. Flestu hava tá í fleiri ár siglt sum yvirmenn við hesum skipum. Tveir skiparar eru við Brimli, har manningin annars telir tvær ferðir 12 mans. Teir eru 14 dagar umborð og 14 dagar í landi, um ikki eitt hvørt serligt er á skránni. Nú Jákup Müller er farin í land, eru áðurnevndi Óla Hans Olsen og Julian Martin Juul, sum býr í Havn, skiparar. Tá Brimil kom úr Noregi til Føroya sum nýbygningur, var tað við Jákupi Müller á brúnni. Longu í fyrru helvt av áttatiárunum fór hann at sigla við Tjaldrinum. Jákup byrjaði sum 2. stýrimaður hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni og gjørdist fastur skipari við Tjaldrinum hin 1. januar 1997. Øll árini síðan ár 2000 hevur hann staðið á brúnni á – Brimli - okkara stoltleika innan vaktarhald, bjarging og hjálpararbeiði á havinum. Jan Kristoffersen, ið eisini sigldi sum skipari hjá Fiskiveiðieftirlitinum, var maðurin, sum hevði eftirlitið við byggingini av Brimli fyri Vaktar-og Bjargingartænastuna. Brimil er eitt vakurt og sera vælhildið skip og fólk, sum vitja umborð, undra seg yvir, hvussu væl manningin er farin um skipið hesi 11 árini, tað hevur verið partur av føroyska skipaflotanum. Brimil hevur altíð riggað væl og hevur roynst hollur til ymisku uppgávurnar, sum verið hava á havinum síðan ár 2000. Fakta Navn: Brimil (2000) Smíðistaður/-ár: Myklebust Mek. Verksted, Noreg Longd: 63,60 metrar Breidd: 12,60 metrar Maskina: Bergen Diesel Maskinorka: 5.452 HK Brimil framvegis sum nýggjur Tá kvívikingurin, Jákup Müller, vegna aldur fór úr starvi sum skipari á Brimli, hevði hann siglt fyri Vaktar- og Bjargingartænastuna síðan í fyrra helmingi av áttatiárunum Brimil er eitt vakurt og serstakliga vælhildið skip og sær framvegis út sum spildur nýggjur