mánadagur 16. september 2013síða 48
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 38 | 16. september 2013
Ókeypis lýsingarblað
16
Tá ið tiltiknu jólaborðhaldini á Hotel
Føroyum fara av bakkastokki, verður
tað við undirhaldi frá Riu, Súsannu
og Hans Tórgarð. Seinastu sjey árini
hevur Ria Tórgarð verið partur av
jólaundirhaldinum á hotellinum, og
hon heldur, at jólaborðhaldini her eru
nakað heilt serstakt.
- Tað er ikki sum at vera til eitt
vanligt ball. Fólk fáa góðan mat,
gott at drekka, góðan tónleik og
undirhald. Tí er tað meira ein stór,
serstøk uppliving fyri fólkini, sigur Ria
Tórgarð.
Hon vísir á, at Hotel Føroyar
hevur lagt seg eftir at geva fólki eina
heildaruppliving, og venja fólk av við,
at jólaborðhald skulu vera eitt stórt
ball.
- Fólk hugsa um hvat tey eta,
lurta eftir tá okkurt verður sagt á
pallinum, og hugna sær saman, sigur
Ria Tórgarð.
Hon vísir samstundis á, at tað
altíð er onkur, sum heldur vil práta við
onkran, fara út ein túr, spáka ein túr,
ella okkurt heilt annað, og tað skal
tað sjálvsagt vera møguleiki fyri.
- Tað er jú ein veitsla, og fólk eru
komin fyri at hugna sær saman. Og
hóast undirhaldið er ein stórur partur
av kvøldinum, so skal man eisini
góðtaka, at fólk ikki altíð tíma at
lurta, sigur hon.
Tað er eyðsæð, at ein slík veitsla
ikki kann samanberast við eitt nú eina
kabarett, har fólk eru komin fyri at
lurta eftir undirhaldinum.
- Tað ger als einki, um tú stendur á
pallinum, og roynir at spæla stuttlig,
og onkur ikki lurtar. Tað skal man ikki
missa konsentratiónina av, tí tað er
alt ein partur av kvøldinum, greiður
Ria Tórgarð frá.
Enn meira av tí góða
Hvørt ár hava Ria og hini í
undirhaldstoyminum sett eitt heitið á
ársins undirhald, og soleiðis er eisini í
ár. Orsaka av 80 ára degnum hjá Hotel
Føroyum, og bókina, sum kom út í tí
sambandi, hava Ria og hini valt heitið
"Enn meira av tí góða".
Orsøkin er, at bókin, sum Helgi
Jacobsen skrivaði um Hotel Føroyar,
fekk heitið "Meira av tí góða", og tí er
hetta upplagt.
- Vit fara at vísa fólki hvussu ymisk
starvsfólk á hotellinum uppføra seg,
tá ið óvæntaðar ella ógvusligar støður
íkoma á hotellinum, sigur Ria.
Hon vísir á, at til eina slíka veitslu
eru tað nógv ymisk fólk, og tí er
týdningarmikið, at tað er okkurt fyri
øll.
- Vit royna at hava í huga, at øll
skulu fáa okkurt. Summi vilja hava
meira tónleik, onnur vilja hava nógv
skemt og so framvegis, og vit royna
at bera so í bandi, at øll fáa okkurt
burturúr, sigur Ria.
Tað eru Riu, Hans og Súsannu
Tórgarð, sum standa fyri undirhald
inum til øll jólaborðhaldini hjá Hotel
Føroyum í ár. Aftrat teimum verður
eisini tónleikur á skránni, og verður
tað Jens Marni Hansen, Finnur Hansen,
Rógvi á Rógvu og Edvard Nyholm
Debess, sum standa fyri tí partinum.
riatorgard@yahoo.dk
Øðrvísi at undirhalda
til jólaborðhald
- Skemtið skal ikki vera krevjandi. Tað
skal vera lætt, og ein skal góðtaka, at
fólk ikki altíð tíma at lurta. Samstundis
veit man, at fólk til jólaborðhald eru í
góðum lag, og vilja gjarna hugna sær
og hava tað stuttligt saman, sigur
Ria Tórgarð, sum saman við Hans og
Súsannu Tórgarð, skal undirhalda á Hotel
Føroyum í samband við jólaborðhaldini
- Tað kann vera beinleiðis skaðiligt
fyri arbeiðsfólki, teirra familjur og
fyri fyritøkuna, um starvsfólk drekka
seg skít til jólaborðhaldini. Tí haldi eg
man eigur at endurnýggja og broyta
jólaborðhaldini. Tað sigur Helgi Ras
mussen, vinnulívssálarfrøðingur.
Jólaborðhald kunnu vera ógvuliga
góð fyri trivnaðin á einari fyritøku,
men tey kunnu sanniliga eisini vera
skaðiligt. Tað heldur Helgi Rasmussen,
sum síðani 1996 hevur starvast sum
vinnulívssálarfrøðingur.
– Tað er týdningarmikið, at luftin
er reinsað áðrenn jólaborðhaldið er á
skránni, vísir Helgi Rasmussen á.
Fyri nógvum árum síðani vístu
nøkur donsk fakfeløg á, at fleiri fólk
vera søgd úr starvið í januar og februar
mánaði hvørt ár, og orsøkin er, at tey
hava sagt ov nógv til jólaborðhaldið.
– Tað er týdningarmikið, at leiðarar
siga greitt hvat teir vilja góðtaka og
ikki, tá ið jólaborðhaldið er á skránni,
vísir Helgi á.
Eitt nú kann ein leiðari siga, at
hann ikki góðtekur, at fólk hava sex á
jólaborðhaldinum.
– Vit vita øll, at tað er nógv slíkt,
sum gongur fyri seg til eitt jólaborð
hald. Og tað er týdningarmikið, at
stjórin sigur áðrenn, at slíkt verður ikki
góðtikið, tí tað kann skaða fyritøkuna
og familjuna hjá tí einstaka ógvuliga
nógv, sigur hann.
Helgi Rasmussen heldur eisini, at
fyritøkur eiga at seta spurnartekin
við hvussu jólaborðhald fara fram í
hesum døgum, tí spurningurin er, um
tíðin ikki er farin frá tí.
– Hevur ein fyritøka yvirhøvur loyvi
til at geva fólkum eitur? Tað er jú tað,
sum brennivín er, og vit vita, at fólk
broyta persónligheit, tá ið tey drekka
ov nógv, og tí mangan siga okkurt,
sum tey ikki høvdu sagt annars, sigur
Helgi Rasmussen.
Hann vísir á, at huglagið í fyritøk
uni kann broytast nógv eftir eitt jóla
borðhald, tí fólk hava verið skít, sagt
ting tey ikki ætlaðu, og summi kanska
havt sex við øðrum starvsfeløgunum.
– Tá ið eitt nú sex kemur upp í leik
in, so kann tað ávirka eina fyritøku so
ómetaliga nógv. Allar fyritøkur hava
greitt valdsbýti millum starvsfólkini,
og hevur onkur til dømis havt sex við
stjóranum, so veit man ikki hví stjórin
sigur og ger ting dagin eftir - er tað
bert faklig viðurskifti, sum ávirka
hansara avgerð, ella er tað okkurt
annað, vísir Helgi Rasmussen á.
Í Danmark eru fyritøkur, sum halda
jólaborðhald um dagin, og hava greiðar
reglur fyri hvussu nógv brennivín fólk
kunnu fáa. Tað er tann gongda leiðin,
heldur Helgi Rasmussen, og avgjørt
nakað, sum føroyskar fyritøkur skulu
umhugsa.
Um fyritøkur ikki ynskja at gera
jólaborðhaldið rúsfrítt, so eru aðrir
møguleikar, sum tey eiga at umhugsa.
Helgi Rasmussen vísir á, at ein møgu
leiki er, at fyritøkur áseta hvussu nógv
brennivín starvsfólkini kunnu fáa, og
bert keypa inn har eftir. Hetta fyri at
sleppa undan, at fólk gerast ov full,
og harvið møguliga enda í óhepnum
støðum.
Jólaborðhald: mugu broyta hugburð