Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-16, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2013síða 52

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 38 | 16. september 2013 Ókeypis lýsingarblað 20 Vilmund Jacobsen 62°N airport hotel fer aftur í ár at skipa fyri jólaborðhaldi í Vágum. – Talan verður um trý vanlig jóla­borðhald, sum verða ávikavist 30. november, 7. desember og 14. desember. Stjórin á 62°N airport hotel heldur, at jólaborðini í fjør eydnaðust so væl, og afturmeldingarnar vóru so góðar, at konseptið í ár verður hitt sama sum í fjør. – Tað er eingin orsøk til at broyta jólaborðhaldini í ár, tí bæði matur og undirhald hjá okkum í fjør fingu so serstakliga góð skoðsmál. Tí hava vit valt at koyra við sama konsepti aftur í ár, leggur Maria Samson aftrat. Og tó. Okkurt verður nýtt og forvitnisligt hjá 62°N airport hotel í ár. Turt jólaborð Hotelstjórin í Vágum sigur, at tey í ár eisini fara at bjóða til eitt alkohol­frítt jólaborðhald, sum verður fríggja­ kvøldið 13. desember. – Tað er nú einaferð soleiðis, at øl, vín og sterkari løgir ofta hoyra við til eitt jólaborðhald, men tað eru ikki øll sum tíma ella klára hetta. Hon sigur, at 62°N airport hotel tí hevur valt eisini at skipa eitt jóla­borð­ hald fyri fólki, sum ikki leggja í rúsandi løgir. – Tað eru tey, sum ikki drekka, og tað eru tey, ið hava lagt av at drekka og sum kanska ikki longur hætta sær út millum fólk, ið smakka sær á. Tí vilja vit gjarna skipa fyri einum góð­ um, undirhaldandi – men rúsfríum – jólaborðhaldi á 62°N airport hotel. Maria Samson sigur, at turra jóla­borðhaldið fríggjakvøldið 13. desember í aðrar mátar verður eins og hini. – Maturin verður hin sami, og her verður undirhald og dansur. Vit ætla okkum eisini at skipa fyri dansispølum ella kanska einari ávísari undirvísing í dansi. Á einum staði Maria Samson sigur, at jólaborðhaldini hjá 62°N airport hotel hava altíð verið væl móttikin og væl vitjað. – Gestunum dáma væl at koma vestur í Vágar, her øll eru á staðnum, til veitslan er liðug. Í Havn hendir ofta, at fólk fara í ymiskar ættir, sum kvøldið og náttin líða. Hotelstjórin í Vágum sigur seg vóna at síggja nógv fólk á 62°N airport hotel. – Eg fari at ynskja øllum, sum koma vestur til okkara til jólaborðhald, eina góða og hugnaliga jólaveitslu, sigur Maria Samson. – Vit fingu so nógv rós fyri mat og undirhald í fjør, at vit hava valt at koyra sama konsept aftur í ár, sigur Maria Samson, stjóri 62°N airport hotel bjóðar bæði vát og turr jólaborð – Eg vóni at síggja nógv fólk til jólaborð á 62°N airport hotel, sigur hotelstjórin, Maria Samson Jólaborðhaldini hjá 62°N airport hotel hava altíð verið væl móttikin og væl vitjað