Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-16, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2013síða 54

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 38 | 16. september 2013 Ókeypis lýsingarblað 22 Vilmund Jacobsen Í ár byrjar jólatúrurin, sum Smyril Line skipar fyri, hóskvøldið hin 28. november. Hetta verður ein túrur til Danmarkar, og tí kann felagið seta prísin heilt niður á 499 krónur fyri hvønn ferðandi. - Hevur tú hug at taka bilin við, er kostnaðurin úr 399 krónum aftrat. Tað sigur Smyril Line, sum eisini hevur góð matartilboð á hesi ferðini, bæði til vaksin og børn. Beinleiðis til Ålborg Á jólatúrinum liggur Norröna út við hálvt annað samdøgur í Hirtshals. Skipið liggur nevniliga frá leygarmorgni klokkan 10 til sunnudag klokkan 17. - Tá vit koma til Hirtshals, koyra vit beinleiðis í bussi til Ålborg, og henda ferðin tekur trý korter. Smyril Line vísir á, at Ålborg hevur mangt og hvat at bjóða. - At kalla allir handlar og handilsmiðstøðir í Ålborg hava opið hesar báðar dagarnar, sum Norröna liggur í Hirtshals. Lagt verður aftrat, at millum handilsstøðini í Ålborg, er eitt nú Ålborg Storcenter, IKEA, Bilka, Friis Shoppingcenter og so hin kenda Jomfru Ane Gade. Hjørring er nærri Ein annar býur, sum liggur nærri enn Ålborg, er Hjørring, og hagar er bert 15 minuttir at koyra úr Hirtshals. - Hjørring er eisini ein livandi handilsbýur. Her fer ein gongugøta tvørtur um allan miðbýin við bæði matstovum, handlum og café-lívi. Eisini er eitt størri shoppingsentur, ið kallast Metropol, og her eru nógvir ymiskir handlar. Undirhald umborð Smyril Line leggur upp til ein spennandi jólatúr við undirhaldi, serligum matarskráum og tónleiki frá nøkrum av okkara bestu tónleikarum. Jólatúrur við Norrönu til Danmarkar Ætlar tú tær ein bíligan jólatúr við Norrönu, er ongantíð ov skjótt at bíleggja tær ferðaseðil, tí nøgdin av ferðaseðlum til tann heilt lága prísin er avmarkað Á jólatúrinum liggur Norröna út við hálvt annað samdøgur í Hirtshals