Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-16, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2013síða 56

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 38 | 16. september 2013 Ókeypis lýsingarblað 24 Vilmund Jacobsen Hotel Føroyar gjørdi nógv burtur úr í mai mánaða í ár, tá hotellið kundi halda ávikavist 30 og 80 ára føðingardag. Tað vóru 80 ár, síðan hotellið byrjaði niðri við Kongabrúnna - og 30 ár, síðan hotellið flutti niðan á Oyggjarvegin. Í sambandi við hátíðardagin, gav hotellið út bók, sum Helgi Jacobsen skrivaði. Seks jólaborð Nú heystið er komið, og hotell, matstovur og onnur bjóða seg fram til at skipa fyri jólaborðum fyri arbeiðsplássum, hevur eisini Hotel Føroyar, sum á hvørjum ári hevur eini 1800 fólk til jólaborð, lagt sína skrá út á heimasíðuna www. hotelforoyar.fo. - Vit skipa fyri seks jólaborðhaldum í november og desember, harav fimm eru leygarkvøld og eitt er fríggjakvøld. Jenny í Heiðunum vísir á, at jólaborðini hjá Hotel Føroyum liggja 16. november, 23. november, 30. november, 6. og 7. desember og 14. desember. - Hetta verður fyrstu ferð, at bílegging til okkara stóra felagsjólaborðhald verður gjørt á netinum um okkara heimasíðu www. hotelforoyar.fo Hon sigur, at sjálvandi er hotellið altíð til reiðar at upplýsa og ráðgeva, men sjálv bíleggingin fer fram á netinum. - Eru ynskir um at hava jólaborðhald í egnum hølum, eru fólk meiri enn vælkomin at venda sær til okkara á tlf. 317500, leggur hon aftrat. Gott undirhald Jenny í Heiðunum sigur, at undirhaldið, sum verður við jólaborðhaldini á Hotel Føroyum í ár, verður samskipað av Riu og Súsannu Tórgarð, og tað verða royndir og dugnaligir tónleikarar, sum fara at spæla til dansin, har nakað verður til øll. - Á heimasíðu okkara er neyv kunning um stóru og fjølbroyttu matarskránna, og her er eisini neyv kunning um møguleikar við eitt nú kamarleigu og morgunmati, eins og kunning er um prísir, sigur Jenny í Heiðunum á Hotel Føroyum. Hotel Føroyar hevur seks jólaborðhald - Hetta er fyrstu ferð, at stóra jólaborðið hjá okkum verður bílagt á okkara heimasíðu. Hvørt ár verður alt selt, og tí mugu fólk, sum ætla sær til jólaborðhald á Hotel Føroyum, ikki liggja sjóvarfallið av sær, sigur Jenny í Heiðunum - Vit hava fullteknað til jólaborðhaldini á hvørjum ári, og í fjør sótu stívliga 1800 fólk til borðs við jólaborðini á Hotel Føroyum, sigur Jenny í Heiðunum