mánadagur 16. september 2013síða 58
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 38 | 16. september 2013
Ókeypis lýsingarblað
26
– Her havi eg pláss fyri 30 fólkum,
og kann tí bjóða smærri fyritøkum,
bindiklubbum, smærri felagsskapum
og annars privatfólki, sum sláa seg
saman hølir at halda jólaborðhald í,
sigur Árni Müller. Køldu tíðina hevur
hann nógv at gera.
– Eg geri alt eftir avtalu, men
tíðin, har jólaborðhaldini eru fyri, er
altíð nógv at gera. Og eg lati rættiliga
nógv út av húsinum, sigur Árni Müller.
Hann hevur onga fasta matarskrá til
jólaborðhaldini, men letur fólk sjálvi
avgera matarskránna.
– Tað hjálpir ikki, at eg serveri eina
fasta matarskrá, og so fólki bert dám
ar helvtina. Tað er nógv snildari, at
fólk sjálvi seta matarskránna saman,
sigur Árni Müller.
Men hóast Gepetto Catering hevur
støð í Klaksvík, ferðast Árni Müller
kring so at siga alt landið.
– Eg eri rættiliga ofta í Havn. Bæði
til veitslur so sum brúdleyp, men eisini
til sonevnd grill-parties. Eg havi eina
stóra grill, sum er væl umtókt, og í
mun til nógvar aðrar stórar grillir, sum
brúka gass, brúki eg altíð kol. Eg haldi,
at tað gevur ein serligan smakk, sigur
Árni Müller.
Hann plagdi at sigla helvtina av
árinum, og síðani at røkja catering
fyritøkuna hina helvtina.
– Seinastu árini havi eg so rikið
Gepetto Catering alt árið, og tað hevur
víst seg at vera nóg mikið at gera alt
árið, eisini um summarið, sigur Árni
Müller.
Hann letur mat út av húsinum til
smærri fundir hjá fyritøkum, føðinga
rdagar og aðrar líknandi samkomstir.
– Gepetto Catering er ein einmans
fyritøka, men eg átaki mær allar
uppgávur, uttan mun til, hvussu stórar
tær eru, sigur Árni Müller.
Kjallarafyritøka við stíli
– Eg leggi stóran dent á, at tilbúgva
matin frá grundini. Tað sigur eigarin
og kokkurin á Restaurant Muntra í
Fuglafirði, Poul Rustin. Hann hevur
skipað fyri jólaborðhaldi í eini 40
ár, og hesi haldini eru komin í eina
fasta legu.
– Tað eru tær somu fyritøkurnar
og tey somu fólkini, sum koma aftur
ár eftir ári, og hesa tíðina eru so at
siga øll vikuskiftini bíløgd. So eg havi
ikki so stóran tørv á at gera vart við
meg í so máta, sigur Poul Rustin.
Men tey, sum fáa mat frá Restaurant
Muntra til jólaborðhaldið, fáa jóla
mat fyri allar pengarnar.
– Vit borðreiða við dunnu, fleska
steik, reinsdjórasteik og sjálvandi
brúnkað epli. Og so er heimagjørt
rís’ala Mande við heimagjørdari
kirsuberjasós, sigur Poul Rustin.
Hann hevur roynt at skipa fyri
almennum jólaborðhaldi, men tí er
hann givin við.
– Tað var so óvist, hvussu undir
tøkan var til hesi tiltøkini, og við
tíðini er tað vorðin fastur táttur hjá
fleiri fyritøkum, bæði her um leiðir og
longri burturi, at halda jólaborðhald
her á Muntra, so eg havi púra slept
almennu jólaborðhaldunum, sigur
Poul Rustin.
Hann sigur, at tað hendir eisini
so nógv annað hesa tíðina, so pláss
er ikki fyri stórt øðrum, enn teim
um framman undan bíløgdu tiltøk
unum.
– Desember skuldi havt tvífalt
so nógv vikuskifti, tí so at siga alt er
bílagt. Tað verður ikki so nógv nýtt
at halda jólaborðhald annað enn í
vikuskiftunum. Tó kemur tað fyri,
sigur Poul Rustin. Men hann letur
heilt nógv rís’ala Mande út av hús
inum.
– Tað eru heilt nógvar fyritøkur,
sum bíleggja rís’ala Mande til starvs
fólk síni aftur við einum kaffimuni,
áðrenn farið verður til húsa í jólafrí,
sigur Poul Rustin, eigari av Restau
rant Muntra í Fuglafirði.
Matur
frá grundini
Tað eru nú eini trý
ár síðani Árni Müller
burtur av fór at
reka fyritøkuna,
Gepetto Catering.
Fyritøkan hevur
hølir í kjallaranum
á sethúsunum
hjá eigaranum