mánadagur 16. september 2013síða 60
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 38 | 16. september 2013
Ókeypis lýsingarblað
28
Sjókafein var eitt væl umtókt stað
at eta døgurða hjá fólki, men tíðirnar
hava broytt seg, so nú er staðið bert
opið eftir avtalu. Og avtalurnar eru
nógvar.
– Tað hevur víst seg ikki at loysa
seg at hava opið um dagarnar, men
um kvøldarnar hava vit havt rímiliga
væl at gjørt, og húsið er nógv útleigað,
sigur Karhild Johansen.
Og myrka tíðin fram til jóla er ein
tíð, har serliga nógv er at gera.
– Hølini verða nógv leigað út til
føðingardagar, brúdleyp, konfirma
tiónir og líknandi, og í tíðini fram móti
jólum eisini til jólaborðhald, sigur
Karhild Johansen.
Sjókafein hevur drúgvar royndir við
jólaborðhaldi, tí undanfarin ár hava
tey skapt karmin um nógv slík.
– Vit leggja høli og mat til. Hølini
er væl egnað, og vit hava fleiri matar
skráir, sum fólk kunnu velja ímillum.
Ella seta saman, sum tey sjálvi ynskja,
sigur Karhild Johansen. Eisini koyra
tey mat út av húsinum í sambandi við
jólaborðhald.
– Tað eru serliga bindiklubbar og
líknandi, men eisini minni fyritøkur,
sum bíleggja mat út av húsinum til
jólaborðhald, sigur Karhild Johansen.
Tey útvega ikki undirhald ella tón
leik til jólaborðhaldið. – Tað mugu
fyritøkurnar sjálvar gera. Men tá tað
snýr seg um hølini og matin, bjóða
vit okkum fram til allar veitslur, eisini
jólaborðhald, sigur Karhild Johansen.
Sjókafein bjóðar hølini og matin
Í ár verður jólaborðhaldið leygar
kvøldið 23. november kl 19. Møguleiki
er, at sama tiltak verður tikið upp aftur
fríggjakvøldið 6. desember um full
teknað verður tann 23. november.
Í ár koma Hilmar Jan og Robert at
taka sær av øllum borðhaldinum frá
byrjan til endan, so tað skuldi borga
fyri góðum undirhaldi.
Sjálvtøkuborð við fleiri heitum
rættum (buffet ) verður á menuini.
Um náttina bjóða vit feska bolla
suppu, kaffi, køkur og karamellur.
Hetta hava vit í tí minna salinum –
fólk dáma væl at seta seg niður at
práta og slappa av eitt sindur og síðan
fara aftur at dansa í tí stóra salinum.
Í stóra salinum verða sjálvandi eisini
borð sett upp, so møguleiki er at seta
seg.
Tað góða vælkenda dansiorkestrið
LM BAND spælir til dansin. Teir spæla
út í eitt – hava ongan steðg.
Dansurin verður almennur, men
tað, sum verður serverað í tí minna
salinum, er bert fyri tey, sum hava
verið til borðhaldið.
Neystið hjá Stráluni er innilokað –
gólv er lagt á miðhæddina og loftið.
Miðað verður eftir, at alt verður liðugt
um tvey ár. Strálan eigur tríggjar
kappróðrarbátar – 6 mannaførini
Strálan og Stjørnan ( gamla Strálan)
og 5 mannafarið Strípan. Ungdómurin
hevur gott høli í Bygdahúsinum, har
tey kunnu koma saman alt árið til
ymiskt, so sum playstation spøl,
borðtennis,tónleik o.a. Eisini hevur
Strálan venjingarhøli í Bygdahúsinum,
har møguleiki er hjá øllum at venja
alt árið. Fyri ein bíligan penga kunnu
fólk keypa sær lykil, so venjast kann
nær sum helst. Tá neystið er liðugt,
verður venjingarhølið flutt oman á
miðhæddina í neystinum sigur Strálan
í tíðindaskrivi, sum hevur lýsing um
jólaborðhaldið inni í blaðnum.
Jólaborðhald á Strondum
– Tíðina upp undir jól hava vit úr at gera. Tað eru nógv sum biðja um hølir og mat, men vit
koyra eisini mat út av húsinum. Tað sigur Karhild Johansen, sum rekur Sjókafeina
Tað er Strálan, sum skipar fyri. Hetta er
triðja árið á rað og hevur hetta eydnast væl