Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-16, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2013síða 66

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 38 | 16. september 2013 Ókeypis lýsingarblað 34 Vilmund Jacobsen Jens Kartin Rasmussen, sum er hálvur fuglfirðingur og hálvur søldfirðingur, eigur og rekur fyritøkuna Timbra, sum tekur sær av øllum vanligum tumbur-og snikkaraarbeiði. Sjálvur gjørdist Jens Kartin útbúgvin snikkari á Bygningssnikkaravirkinum BSV í Havn í desember 2003. Hann byrjaði sína fyritøku alment í januar 2007, men longu árið fyri arbeiddi hann um kvøldarnar sum sjálvstøðugur timburmaður og snikkari. Skifta vindeygu Tá Vikublaðið hitti Jens Kartin Rasmussen og starvsfelaga hansara í Fuglafirði í síðstu viku, vóru teir í holt við at skifta átta vindeygu - ella fýra dupult vindeygu - í bygninginum, har John’s Café er. Í summar hevur Timbra gjørt nógvar ymiskar umvælingar kring um í Streymoy og Eysturoy. - Eg havi eisini verkstað í Æðuvík, har eg havi góð amboð til at gera trappur og annað snikkaraarbeiði. Her havi eg eitt nú eina maskinu, sum er fimm maskinur í einum. Jú, tað kann vera ein fyrimunur at vera snikkari og hava amboð, sum ein snikkari brúkar, eitt nú fresarar. Jens Kartin vísir á, at tá hann hevur havt størri arbeiðir at gera, hevur hann onkuntíð leigað seg inn í hallir, sum aðrir útbjóðarar eiga. Dygdin er alt Snikkarin, sum eigur Timbra, sigur, at fyri hansara virksemi er dygdin á tí, sum gjørt verður, avgerandi. - Eg leggi stóran dent á, at tað, sum vit gera, verður væl frágingið. Gert tú eitt dygdargott arbeiði, verður tú eisini biðin aftur. Mín sannføring er, at eitt væl gjørt arbeiði er besti ”ambassadørur” fyri títt virki. Jens Kartin Rasmussen sigur, at um fólk vilja hava Timbra at byggja eini heil sethús, er hann altíð til reiðar at tosa um tað og geva eitt tilboð. - Vit kunnu gera alt vanligt timbur- og snikkaraarbeiði, og fólk eru meiri enn vælkomin at venda sær til okkara á teldupostadressuni jenskartin@ hotmail.com - ella á tlf. 599444, sigur eigarin av Timbra. Timbra leggur dent á dygd - Vit leggja stóran dent á, at tað, sum vit gera, verður væl frágingið. Mín sannføring er, at eitt væl gjørt arbeiði er besti ”ambassadørur” fyri títt virki, sigur Jens Kartin Rasmussen Vilmund Jacobsen Egningarmiðstøðin er ikki eitt mál, sum Fuglafjarðar býráð hevur umrøtt ella hevur tikið nakra støðu til, men sum skilst á borgarstjóranum, Sonna á Horni, hevur málið verið uppi og vent. Talan er um spennandi og áhugaverdar tankar, sum enn bara eru í stoypiskeiðini. - Tankar eru frammi um ymiskt. Ein tanki er at byggja hetta økið við sjóvarmálan um til eitt maritimt umhvørvi, sum egningarskúrarnir - á ein ella annan hátt - kunnu gerast partur av. Vit hugsa um at gera atløgubryggju og leggja brúgvar út til frítíðarbátar á hesum øki. Sonni á Horni sigur, at umstøðurnar hjá frítíðarbátum eru ikki nóg góðar í Fuglafirði - Seglskiparegatta’in í ár byrjaði í Fuglafirði í sambandi við varmakeldustevnu, og hetta tiltak eydnaðist sera væl. Kamping og bátar Sonni á Horni vísir á, at í løtuni verður økið við Mentanarhúsið brúkt til kampingpláss, har fólk, sum koma við vognum, eitt nú fáa el, vatn og kunnu tøma septiktangar. - Her er pláss fyri umleið 50 kampingvognum, leggur hann aftrat. Á páskum vóru nógvir kamp­ing­ vog­nar savnaðir í Fuglafirði, og hetta vísti seg at rigga óføra væl, eins og afturmeldingarnar vóru góðar. - Jú, vit eru farin at hugsa um at skapa eitt maritimt umhvørvi her í Fuglafirði, men enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um, hvat vit fara at gera. Vit gleða okkum at arbeiða víðari við hesum tankanum, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri. Áhugaverdir tankar um maritimt umhvørvi Í Fuglafirði er snotulig egningarmiðstøð við fleiri skúrum, men her er at kalla einki virksemi. Nú eru tankar frammi um at skapa eitt maritimt bátaumhvørvi við sjóvarmálan - Vit kunnu gera alt vanligt timbur-og snikkaraarbeiði, og fólk eru meiri enn vælkomin at venda sær til okkara, sigur Jens Kartin Rasmussen Mynd: Vilmund Jacobsen Nú lítið og einki virksemi er í egningaskúrunum í Fuglafirði, eru ymiskir áhugaverdir tankar framm um, hvat hetta umhvørvi kann umskapast til Mynd: Vilmund Jacobsen