Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-16, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2013síða 68

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 38 | 16. september 2013 Ókeypis lýsingarblað 36 Vilmund Jacobsen Stanley er heimskendur í Føroyum og eru eisini sera væl umtóktur í norðurlondum við sínum sermerkta stíli og flotta guitarspæli. Jógvan Joensen er eitt ungt og sera evnaríkt stjørnuskot úr Fuglafirði. Ungi fuglfirðingurin hevur nógv upp á hjarta og er sera nærlagdur í sínum framførðslum. Serliga sangurin Hope And Laughter hevur verið nógv at hoyra. Hetta er ókeypis konsert, sum verður í Mentanarhúsinum fríggja­ kvøldið klokkan 22. Stanley Samuelsen og Jógvan Joensen Tvey ættarlið av sera dugnaligum og sermerktum tónleikarum úr Fuglafirði fara at hava felags konsert í Mentanarhúsinum Vilmund Jacobsen Her verður høvi at síggja og uppliva meistarliga væl úr hondum greiddu MANGA-teknifilmarnar hjá heimskenda Hayao Miyazaki, eitt nú Porco Rosso, Nábúgvin Totoro, Ponyo og aðrar. MANGA-filmssýningarnar eru deildar í tveir partar, soleiðis at seinnapartssýningarnar eru til smærri børn, og kvøldsýningarnar til eldri børn. Hetta er ókeypis tiltak í Mentanarhúsinum mánadag til fríggjadag, ávikavist klokkan 16 og 19. Barna- og ungdóms­ biografur Sum nakað serstakt verður skipað fyri for­ kunnugum films­sýn­ingum í Menta­na­r­húsi­ num, meðan mentanarvikan er Vilmund Jacobsen Hesaferð verður tað tó Hanus G. Johansen sjálvur, ið kemur at framføra í hesum sermerkta umhvørvi. Kloster er ein danskur bólkur við Mikal Andreasen á odda. Bólkurin hevur útgivið fýra fløgur higartil. Nýggjasta útgávan, ið kallaðast Ni Salme, er ein endurtulking av donskum sálmum í fólktónleikara hami. Kloster vita í Føroyum,sum ein duo og spæla eisini til tiltakið Andarúm í bókasavninum hóskvøldið klokkan 20. Hetta er eisini ókeypis konsert í Fuglafjarðar kirkju fríggjakvøldið klokka 20.30. Hanus G. Johansen og Kloster Hanus G. Johansen kenna flest øll. Hann hevur upplivað eitt slag av endurreisn við sínum seinastu útgávum, har hann hevur endurnýggjað sín stíl og sína tilgongd við at lata upp fyri størri samstarvi við aðrar tónleikarar Vilmund Jacobsen Hesi trý kvøldini verður evnið mentan viðgjørt úr trimum ymiskum sjónarhornum. Signar á Brúnni hugleiðir um søguliga týdningin av mentan í Fuglafirði, Elin Brimheim Heinesen fer at røða um, hvat mentan er, og hvønn týðning mentan hevur fyri okkara samleika, og Hanna Jensen endar hesa røð av kvøldsetum við at tosa um nútíðar og framtíðar møguleikar í at samstarv um mentan tvørtur um kommunal mørk. Hetta er ókeypis tiltak, sum verður Mentanarhúsinum øll trý kvøldini klokkan 19. Kvøldsetur um mentan Mánakvøldið, týskvøldið og mikukvøldið verður Mentanarhúsið í Fuglafirði karmur um tríggjar ymiskar kvøldsetur