Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-16, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2013síða 70

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 38 | 16. september 2013 Ókeypis lýsingarblað 38 Vilmund Jacobsen Á Dugna á Kambsdali er endur­ nýtslu­høll, verkstaður og handil, sum er opin frá mánadegi til og við fríggjadag frá klokkan 13 til 17. Seinasta leygardag í hvørjum mánaða er eisini opið í tímunum frá klokkan 10 til 14. Dugni tekur ímóti eitt nú møblum, leikum, súkklum og øðrum, sum fólk seta í eina av bingjunum, sum Dugni hevur í Klaksvík og Nesvík. Torgerð Hansen, dagligur leiðari á Dugna á Kambsdali, sigur, at tað, sum fólk vilja av við, men sum er ov gott at koyra burtur, hevur áhuga hjá stovninum. – Okkara arbeiðsfólk gera smáar ábøtur og reingera lutirnar, sum síðan verða seldir í handlinum. Haraftrat kunnu vit umvæla ymiskar lutir fyri privatfólk, fyritøkur og stovnar, eins og vit framleiða ymiskar lutir ella gera partar av framleiðslulutum fyri før­oysk virkir, sigur leiðarin. Arbeiðstilboð Dugni á Kambsdali hevur arbeiðs-og menningartilboð at bjóða arbeiðs­ tarnaðum fólkum. – Hesi tilboð eru ætlað fyritíðar­ pensjónistum, sum hava ein ávísan arbeiðsførleika og hava evni og vilja til at koma út at arbeiða. Onkur spyr nú, hvør kann søkja um arbeiðs-og menningartilboð hjá Dugna. – Her er reglan, at tað eru fyri­ tíðar­pensjónistar, sum eitt nú hava rørslu­tarn og/ ella lættari persónligar, sosialar ella sinnisligar trupulleikar, ið kunnu fáa arbeiðstilboð, sigur dagligi leiðarin. Leys pláss Torgerð Hansen vísir á, at 18 fólk í løtuni eru knýtt at hesi skipan hjá Dugna, men pláss er fyri nøkrum fólkum aftrat. – Endamálið við skipanini er at hjálpa arbeiðstarnaðum fólki at fáa innihald í gerandisdagin og at fyribyrgja dapurskygni og einsemi. Strembað verður eftir at hava ein arbeiðsdag sum á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Fólk verða lærd upp til at taka sær av ymisku uppgávunum, eins og tey verða lærd at taka ábyrgd, sigur Torgerð Hansen, sum hevur verið dag­ligur leiðari á Dugna á Kambsdali síðan hin 1. august í 2009.  Dugni hevur heimasíðuna www. dugni.fo, har umsóknarblað og ymiskir upp­lýsingar eisini eru at finna. Telefon­nummarið hjá Dugna er 350350. Hava pláss fyri nøkrum fólkum aftrat á Dugna – Á Dugna verða fólk lærd upp til at taka sær av ymiskum uppgávum, og tey verða lærd at taka ábyrgd, sigur Torgerð Hansen, dagligur leiðari á Dugna á Kambsdali Torgerð Hansen, dagligur leiðari á Dugna á Kambsdali, sigur, at 18 fólk í løtuni eru knýtt at arbeiðs-og menningartilboðunum, men pláss er fyri nøkrum fyritíðarpensjónistum aftrat Vilmund Jacobsen Tað eru mong ár síðan, at arbeiðið at betra um høvuðsvegin í Fuglafirði byrj­aði, men hetta arbeiði er ongantíð gjørt liðugt. Nú hevur býráðið sett sær fyri, at hetta arbeiði skal gerast lið­ugt. Í ár eru umleið 200 metrar av vega­strekkinum Gjógvará/ havnalagið gjørdir lidnir, og borgarar í kommununi eru ovurfegnir. – Gonguteigur er gjørdur í báðum síðum, onkrar kloakkir eru umlagdar, og nýggj vatnleiðing er løgd í vegin. Sonni á Horni, borgarstjóri í Fugla­ fjarðar kommunu, sigur, at kommunan í fjør setti umleið tvær miljónir krónur av til tann partin av arbeiðnum, sum nú er liðugur. – Tilboðið upp á arbeiðið var nakað lægri, men okkurt er komið aftrat, og tí fer kostnaðurin av tí arbeiði, sum nú er gjørt, at liggja um hesar tvær miljónir krónurnar Mong fegnast Sonni á Horni vísir á, at hetta meiri at kalla var eitt vandamikið vega­ strekkið. – Við ongum gonguteigi kendu fólk seg mangan ótrygg, tá stórir bilar komu eftir vegnum. Í kommununi um­ røddu vit, hvørt vegurin skuldi hava gonguteig á báðum síðum ella ikki. Nú hava vit ein vakran og breiðan veg við gonguteigi á báðum síðum. Borgarstjórin sigur, at tey hava fingið nógvar og ótrúliga positivar afturmeldingar um nýggja vegin. – Fólk eru sera fegin, og øll eru samd um, at hetta er eitt sera gott arbeiðið, sum JHR hevur gjørt. Hann leggur aftrat, at níggju metrar eru millum lyktapelarnar frá einari síðu á vegnum til aðra, og tað merkir, at pláss eitt nú er at koyra tví­kiljur hjá KJ Hydraulik á vogni eftir vegnum. – Tá skrokkarnir koma úr út­land­ inum, verða teir tiknir upp úti á bryggj­ uni, og síðan verða teir koyrdir á vogni eftir nýggja vegnum til Kambsdalar, har KJ Hydraulik byggir bátarnar lidnar og syrgir fyri øllum installeringum. Næsta pettið Sonni á Horni sigur, at nú arbeitt verður við fíggjarætlanini hjá kommununi fyri næsta ár, er ætlanin at seta pening av til gerð av næsta pettinum – og fram­haldi – av vegnum, sum er millum Mentanar­húsið og Vørðsluna. vilmund@sosialurin.fo Høvuðsvegur prýðir Fuglafjørð Hetta var eitt keðiligt og mest sum vandamikið vegastrekkið. Nú er vegurin eitt prýði fyri Fuglafjørð Mynd: Vilmund Jacobsen – Vit hava fingið nógvar og ótrúliga positivar afturmeldingar um nýggja vegin, sum hevur gonguteig í báðum síðum, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri