Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-16, síða 73
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2013síða 73

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 38 | 16. september 2013 Ókeypis lýsingarblað 42 25 ára starvsdagur 15. september hevur Jeffrei Ra­s­mus­sen, Strendur arbeitt sum el­mon­tørur hjá Elfelagnum SEV í 25 ár. Vilmund Jacobsen Í Vikublaðnum í dag verður gjørt burtur úr jólaborðhaldum, og millum útbjóðararnar aftur í ár er Mentanarhúsið í Fuglafirði. – Vit gleða okkum at taka ímóti bíleggingum, og líkt er til, at áhugin er stórur, tó at september ikki er meiri enn hálvrunnin enn. Tað sigur Ólavur Larsen, leið­ari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Seks borðhald Dagligi leiðarin vísir á, at Ment­ anarhúsið fer at skipa fyri seks jóla­borðhaldum í ár. Lagt verð­ ur fyri hin 22. november, og sein­asta borðhaldið verður 7. desember. – Tey, sum ynskja at koma við til jólaborðhald í Mentanar­ húsinum, kunnu venda sær til mín á tlf. 238070, sigur Ólavur Larsen. Hann vísir á, at tey fingu góð­ar afturmeldingar frá til­ tøk­unum, sum skipað varð fyri í fjør, og hann ivast onga løtu í, at jólaborðhaldini í Ment­anar­ húsinum aftur fara at fáa góða undirtøku í ár. – Vit hava pláss fyri umleið 200 fólkum hvørja ferð. Her verð­ur flottur trírættaður jóla­mat­ur, og her verður gott undir­hald og dansur. Ólavur Larsen sigur, at til ber eisini at leiga Mentanar­ hús­ið eitt heilt kvøld til jóla­ borð­hald. – Fólk eru vælkomin at seta seg í samband við meg, sigur leið­arin í Mentanarhúsinum í Fugla­firði. Mentanarhúsið bjóðar eisini til jólaborð – Fólk, sum vóru í Mentanarhúsinum í Fuglafirði til jólaborðhald í fjør, høvdu eina góða uppliving, og vit vænta, at jólaborðini fara at fáa eins dygga undirtøku í ár, sigur Ólavur Larsen, leiðari í Mentanarhúsinum Pláss er fyri 200 fólkum í senn til jólaborðhald í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og aftur í ár verður flottur jólamatur, gott undirhald og dansur