Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. septmeber 2013 · Nr. 107 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Tíðindi á síðu 6 45 má­ n­að­ar­lønir afturat Tíðindi síða 10 Lønar­ krøv í aðru røð Politikarar fáa ofta skotið í skógv­ ar­nar, at teir hava so góð setanar-, løn­ar- og eft­irl­øn­ar­við­ur­skifti, tí teir gera sjálvir av, hvussu nógv teir skulu hava og hvussu leingi. Og tað er so. Politikaralønirnar eru kanska ikki so høgar, um bor­ið verður saman við lønir í topp­størv­ um í vinnu­lívinum annars. Men tá tað kem­ur til frá­far­ing­ar­løn­ir og eft­ir­løn­ir eru heilt serlig viðurskifti gald­andi fyri politikarar. Tað helt Kári P. Højgaard fyri tveimum árum síðani vera so órímuligt, at hann legði uppskot fram á ting um, at landsstýrismaður, sum fær fráfaringarløn og tekur sæti aftur á tingi, skal ikki fáa løgtingslønina, so leingi hann fær landsstýrislønina. Hetta uppskot hansara fall. Tingfólk plaga at kalla slíkt paraduuppskot, sum tingmenn koma við, tá tað passar teimum best, tá tað kann skaða onnur tingfólk og samstundis gera uppskotsstillaran populeran. Nú er tað Kári P. Højgaard sum er í hesi støðu, at hann næsta hálva árið er hægst lønti landspolitikari í Før­oy­um, tí hann bæði fær løn sum lands­stýr­is­maður og sum løg­ tings­mað­ur – eina løn upp á umleið 90.000 krón­ur, eins og skattafrí í­skoyti fyri at koyra til Havnar. Men heldur hann tað ikki verða pass­andi at leggja uppskotið fram­ aft­ur, tí »løgmaður arbeiðir við máli­num«. Soleiðis snáka politikarar sær und­an at taka slíkar avgerðir, sum fyri teir eru óbehagiligar, tí tað merk­ir, at onkur teirra skulu hava minni í løn – tó at tað er fyri einki at gera. Soleiðis fer Kaj Leo Holm Jo­ hann­e­sen at brúka milllum tríggj­ ar og fýra milliónir krónur at gjalda fólkum fyri ikki at sita í lands­stýr­ i­num, samstundis sum tey fáa løn fyri at vera tingfólk. Av teim­ um 17 fólkunum, sum hava sit­ið í landsstýrinum hjá Kaj Leo (nøkur hava sitið tvær ferð­ir), eru fimt­an teirra vald á ting. Tað merk­ir, at hesi tingfólk hava fing­ið góðar 1,8 milliónir krónur í ting­mann­a­løn, meðan tey hava fing­ið lands­stýr­ is­mann­al­øn­. Teir pengarnir eru brúkt­ir. Men løgmaður kann spara skatt­a­pengar við at broyta hesa skip­an­ina beinanvegin. Tí ger hann tað, so kann hann spara 1,6 milliónir krón­ur, sum sitandi landsstýrisfólk fáa í ting­mann­a­løn, taka tey sæti á tingi með­an tey fáa fráfaringarløn í lands­stýr­i­num. Hetta er dømi um alment oyðsl, sum kann spar­ast alt fyri eitt. milliónir at spara í tinglønum Kabalin eftir politisku av­ gerð­ina um at leggja niður Inn­lend­is­mál­a­ráð­ið er nú løgd. Sei­n­asta kortið var að­ al­stjórin Rúni Joensen, ið sit­ur sum tænastumaður við evstu ábyrgd av ráðnum. – Rúni Joensen verð­ur ser­ lig­ur ráðgevi í Vinnu­mál­a­ráð­ num, og hansara høvuðsøki verð­ur vinnulóggávan. Tað váttar Marjun Han­ us­ar­dótt­ir, løg­mans­stjóri, sum hev­ur gjørt avtaluna við Rúna Joensen. Sum tænastumaður hevur Rúni Joensen rætt til løn í trý ár, um hansara arbeiðspláss verð­ur niðurlagt og tað al­ menna ikki kann vísa honum á eitt líknandi starv við somu tign. Tað kann Løg­mans­skriv­ stov­an ikki, og tí er líkt til, at að­al­stjórin hevur havt rími­ liga góð kort á hondini til sam­ráð­ing­ar­nar um nýggja starv­ið. Sum skilst varðveitir Rúni Jo­en­sen aðalstjóralønina, nú hann gerst serligur ráðgevi í Vinn­u­mál­aráðnum. Men tað vil løgmansstjórin ikki vátta. – Tað er ikki endaliga kom­ið uppá pláss enn, sigur Marj­un Hanusardóttir. For­mliga er Inn­lend­is­mál­ a­ráð­ið ikki til meira. Ráðið varð nið­urlagt, tá løgmaður frígggj­a­dag­in boðaði frá pol­ it­isku avgerðini. Fyrisitingin av mál­s­økju­ num verður broytt soleiðis, at løg­mál og lógareftirlit fara til Løg­mansskrivstovuna, út­ lend­ingamál og ferðslumál fara til Vinnumálaráðið, komm­un­u­mál fara til Al­ mann­a­málaráðið, un­d­ir­støð­ u­kerv­is­mál fara til Fíggj­ar­ mál­a­ráð­ið, umhvørvismál fara til Fiskimálaráðið og famil­j­u­rætt­ar­mál fara til Heils­u­málaráðið. Í kjalarvørrinum eru tó nógv praktisk viðurskifti at fáa upp á pláss. Í gjár fingu starvs­fólkini at vita, hvar tey skulu starvast í framtíðini. Og nú er so eisini funnið eitt pláss til aðalstjóran. – Jú, vit hava gjørt eina semju, og eg eri glað fyri, at Rúni Joensen heldur fram í mið­fyri­sit­ing­ini, sigur Marj­ un Han­us­a­r­dóttir. Rúni Joensen er 54 ára gam­al og útbúgvin løg­frøð­ ing­ur. Rúni verður ráðgevi “Eitt korter yvir trý seinna­ part­in,” stendur at lesa á ein­um tíðindaportali. Og á eini heimasíðu stendur at lesa: ”Klokkan var fimtan min­utt­ir yvir ellivu, tá ið vit fóru úr Vestmanna.” Á eini aðrari heimasíðu stend­ur: “Eg fari úr Sørvági fimt­an minuttir yvir fimm, og tað tekur hálvan tíma at koyra til Havnar.” Og “klokk­an er kvart í ellivu” – ella “klokk­ an er kvart yvir tólv” kann onk­ur finna upp á at siga. Her er ólag komið á, og er tað helst ávirkan úr donsk­ um. Tað rætta er at siga: Eitt korter til fýra (15.15), klokk­an var eitt korter til tólv (11.15), eg fari úr Sørvági eitt korter til seks (17.15), og klokk­an er trý korter til ell­ ivu (10.45) – ella klokkan er eitt korter til eitt (12.15). Onnur dømi: 15.15 nevn­ ist eitt korter til fýra, og 15.45 nevnist trý korter til fýra. At vit siga “eitt korter til” og “trý korter til” kann ør­ kymla tey ungu. Men hugs­ anin aftan fyri man vera hon, at klokkan er gingin eitt korter ella trý korter í­móti heila klokkutímanum, t. e. at eitt korter ella trý kort­er eru farin afturum. Harumframt er at nevna, at vit siga klokkan er tíggju min­uttir í hálvgum – og ikki tjúgu minuttir yvir. Úr loftmiðlunum: Klokk­ an gjørdist átta, ella klokk­ an er blivin átta. Her er betra orðingin: Klokkan er nú átta, ella nú er klokkan átta. Klokkan Rinda 3,5 mió til fólk, sum fáa løn sum landsstýrisfólk Málráð frá Orðafragd Marjun Arge Simonsen málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum