Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. september 2013 · Nr. 107 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Áki Bertholdsen - Eg haldi framvegis ikki, at tað líkist nøkrum Kári P. Højgaard, er nú kom­in í eina støðu, hann hev­ur brúkt nógva tíð og orku at stríðast ímóti. Herfyri varð hann sagd­ur úr starvi sum lands­stýris­ maður í innlendismálum og tí­skil tók hann aftur sæti á Løg­tingi. Men í hesum sambandi fær hann brádliga tvær løn­ ir. Hann fær fulla løn sum landsstýrismaður í seks mán­að­ir og harafturat fær hann eisini fulla løn sum ting­mað­ur. Nettupp hetta, at frá­farn­ ir landsstýrismenn skulu fáa tvær lønir, er eitt mál, Kári P. Høj­gaard hevur stríðst hart ímóti. Áðrenn hann sjálvur kom í landsstýrið, hevur hann minst tvær ferðir lagt upp­ skot fyri Løgtingið um at av­ taka hesa skipanina. Seinast, hann legði upp­ skot fyri Løgtingið um hetta, var 1. mars í 2011 Tá staðfesti hann, at tað er rímiligt, at løgting og lands­stýrið fá góða løn. Men so staðfestir hann sam­ stundis eisini, at tað er ikki rímiligt, at lands­stýris­menn fáa upp­sagn­ar­løn afturat aðrari almennari løn. Kári P. Højgaard vísti á, at fleiri fyrrverandi lands­ stýris­menn hava fingið bæði uppsagnarløn og løg­tings­ mannaløn – og uppaftur aðra almenna løn frá landi, ko­m­mu­nu, stati, ellaøðrum al­mennum stovni. Tí vildi hann hava, at lógin verður broytt, so at tað ikki skuldi bera til at fáa tvær almennar lønir. Í hesum sambandi skuldi bara tann hægra lønin verða út­goldin. Líkist ongum Nú Kári P. Højgaaard sjálvur er komin í hesa støðu, hann hevur brúkt so nógva orku upp á at sleppa burturúr, held­ur hann framvegis, at tað líkist ongum, at hann skal hava tvær lønir. Men hann heldur ikki, at tað er nakað endamál ið at leggja uppskotið fram eina­ ferð afturat. - Eg havi lagt uppskotið fram tvær ferðir og tað var eingin undirtøka fyri tí yvirhøvur. Leggi eg upp­ skot­ið fram einaferð afturat, vænti eg, at hetta fer at verða fatað sum um at tað er bara fyri at tekkjast veljarunum. Kári P. Højgaard vísir eisini á, at løgmaður arbeiðir við at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið um, hvussu politik­arar skulu samsýnast. Og nú heldur hann, at løg­ maður skal fáa frið og um­ støður til at gera tað arbeiðið liðugt. Men tá ið tað stríður so nógv ímóti tínum hug­sjón­ um, at politikarar fáa tvær almennar lønir, hevur tú so kanska umhugsað at latið løn­ina sum løgtingsmaður til okkurt vælgerandi endamál? - So langt havi eg ikki hugs­að. Men eg stuðli væl­ gerðandi endamáli í teirri sam­komu, eg hoyri til. Hvussu nógv, hann letur, vil hann ikki siga. Hann vil held­ur ikki siga, hvat hann kans­ka fer at lata. - Tað sømir seg ikki at tosa hart um tað, ein letur, sigur Kári P. Højgaard. Líkist ongum at eg fái so góða løn BÍÐILØN Kári P. Højgaard, hevur stríðst ímóti, at landsstýrismenn, sum fara úr starvi, og fara aftur í Løgtingið, skulu fáa tvær feitar lønir. Nú situr hann sjálvur í hesi støðuni og hóast hann sigur, at tað líkist ongum, heldur ikki, at hann kann gera nakað við tað Bara meðan Kaj Leo Holm Johannesen hevur verið løgmaður, fer løgtingið at gjalda upp til 3,4 milliónir krónur í tingmannaløn til tingfólk, sum eisini fáa løn sum landsstýrisfólk. Tað verður gjørt, tí at landsstýrisfólk fáa bíði­ peng­ar í upp til seks mán­ aðir eftir at tey eru farin úr starvi – hóast tey taka sæti á tingi og fáa løn frá tingi­num samstundis. Soleiðis ber til at fáa løn sum landsstýrisfólk og løg­ tingsfólk samstundis, hó­ ast tað ikki ber til at sita í landsstýrinum og løg­tingi­ num í senn. Løgtingið hevur tvær ferð­ir áður felt uppskot um at broyta lógina so­leið­is, at løg­tingsfólk, sum fáa løn sum fráfarin lands­stýris­ fólk ikki samstundis fáa ting­mann­a­løn. Við øðrum oðrum ynskja ting­fólk at skipanin skal vera soleiðis, at tá tú fert úr lands­stýrinum í løgtingið, so skalt tú hava um 90.000 krón­ur í løn um mánaðin hesa tíðina. Tingløn uml. kr. 6 mánaðir 1 Kaj Leo Holm Johannesen 38.000 228000 2 Jørgen Niclassen 38.000 228000 3 Jacob Vestergaard 38.000 228000 4 Jóannes Eidesgaard 38.000 228000 5 Aksel V. Johannesen 38.000 228000 6 Hans Pauli Strøm 38.000 228000 7 John Johannessen 38.000 114000 8 Helens Dam á Neystabø 38.000 0 9 Jóhan Dahl 38.000 228000 10 Rósa Samuelsen 38.000 228000 11 Annika Olsen 38.000 228000 12 Jákup Mikkelsen 38.000 114000 13 Kári P. Højgaard 38.000 228000 14 Bjørn Kalsø 38.000 228000 15 Jørgen Niclasen2 38.000 228000 16 Annika Olsen2 38.000 228000 17 Jacob Vestergaard2 38.000 228000 Tilsamans fyri dupulta løn: 3420000 3,4 milliónir í dupultløn Tvær lønir Kári P. Højgaard, fær nú tvær lønir. Hóast hann hevur verið hart ímóti tí, heldur hann ikki, at hann kann gera nakað í løtuni