Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. september 2013 · Nr. 107 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Síðstu mánaðirnar hevur fíggjarliga sperda Almanna­ verkið í fleiri førum sent fólk av ovastu rókunum á al­menna stovninum til hús við løn í meira enn eitt ár. Sosialurin hevur fingið innlit í ta triðju fráfaringar­ av­taluna, sum higartil hevur ver­ið loynilig. Talan er um deildarstjóran Mariu Jacobsen, sum í vetur fekk sítt gylta lógvatak frá sínum nú fyrrverandi arbeiðs­plássi. Hon bleiv frítt­ stillað úr sínum starvi, men fær tó fulla løn alt árið í ár. Mánaðar­lønin hjá deildar­ leiðaranum er sam­bært sátt­ mála við Akademikarafelagið, og fær hon 41.000 krónur um mánaðin, umframt eftir­løn. Fráfaringaravtalan er undir­ skrivað 7. desemb­er í fjør. Hon gevur Mariu Jacobsen løn frá Almannaverkinum til og við juni í ár. Og har­ umframt fær hon løn í seks mánaðir afturat. Hetta tíðar­skeiðið upptjenar hon sær eisini frítíð við løn, og tað gevur eina mánaðarløn afturat. Gylta lógvatakið gev­ ur sostatt Mariu Jacobsen umleið 650.000 krónur frá sínum gamla arbeiðsgevara, hóast hon ikki er í starvi har meira. Í dag ber ikki til at fáa at vita orsøkina til gylta lógva­ takið. – Eg veit ikki. Eg kenni ikki orsøkina, sigur virkandi stjórin á Almannaverkinum, Eyðun Mohr Hansen. Fráfaringaravtalan er undir­skrivað stutt eftir at bygnaðar­broytingarnar í Al­manna­verkinum komu í gildi, 15. oktober í fjør. Maria Jacobsen var ikki millum tey fimm, sum blivu depilsstjórar í nýggja bygnaðinum. Tað er Petra Johnsdóttir Joensen, sum hevur skrivað undir fráfaringaravtaluna við Mariu Jacobsen. Petra Johnsdóttir varð í summ­ar koyrd frá sum stjóri fyri Al­ mannna­verkið, tí lands­stýris­ kvinnan í almannamálum hevði mist álitið á sínum stjóra. Eisini Petra Johns­ dóttir Joensen fekk sítt gylta lógvatak, ið gevur henni góðar 700.000 krónur í løn, hóast hon er fríttstillað frá øllum uppgávum í Almanna­ verkinum. Fordømið Gylta lógvatakið til Mariu Jacobsen skuldi í heyst vísa seg at skapa eitt fordømi, tá pláss brádliga ikki bleiv til ein av depilsstjórunum í nýggja bygnaðinum. 15. oktober í fjør varð Gunnleyg Durhuss presenterað sum nýggjur depilsstjóri fyri Eldradepilin. Hon hevði frammandundan verið leiðari fyri eldraøkið. Men 3. september, bara smáar 11 mánaðir eftir at nýggi bygnaðurin í Almanna­ verkinum kom í gildi, var ikki pláss fyri Gunnleyg Durhuus, sum fekk sítt gylta lógvatak við eini frá­faringar­ avtalu, ið gav henni 712.000 krónur við sær út gjøgnum breiðu hurðina á Almanna­ verkinum. Í dag sigur Eyðun Mohr Hansen, virkandi stjóri fyri Almannaverkið, at frá­ faringar­avtalan við Gunnleyg Durhuus tók støði í tí avtalu, sum Maria Jacobsen hevði fingið í desember í fjør. – Jú, tað er rætt. Avtalan hjá Mariu Jacobsen var fordømi fyri tí fráfaringaravtalu, ið varð gjørd við Gunnleyg Durhuus, sigur Eyðun Mohr Hansen, sum sjálvur skriv­ aði undir avtaluna við nú fyrr­verandi depilsstjóran á Eldra­deplinum. Hann váttar somuleiðis, at formliga hevði Gunnleyg Durhuus ikki rætt til eina so lukra­tiva fráfaringarav- talu. Men støðið varð líkasum lagt, tá Maria Jacobsen fekk sítt gylta lógvatak, níggju mán­aðir frammanundan. Hartil kemur, at nýggju depils­stjórarnir longu framman­undan hava tryggj­ að sær eina gylta upp­søgn, skuldi tað av einhvørjari orsøk komið hartil. Hóast Gunnleyg Durhuus varð presenterað sum depils­ stjóri fyri Eldradepilin eftir bygnaðarbroytingarnar í Al­mannaverkinum í fjør, so varð hon eftir øllum at døma ikki formliga sett í starv sum ein slíkur. Tað upplýsir Eyðun Mohr Hansen, virkandi stjóri. Men tá pláss ikki longur var fyri Gunnleyg Durhuus í Almannaverkinum, varð hon kortini mett sum ein slíkur. Stjórakontrakt Setanarskrivini hjá depils­ stjórunum í Almanna­verk­ inum avdúka, at her verður longu lagt upp fyri gyltum lógva­tøkum, sum máttu verið neyðug at tikið einaferð seinni. Umframt eina fráfaringar­ løn á seks mánaðir, so hava depilsstjórarnir í setanar­ sátt­málanum tryggjað sær løn í seks mánaðir afturat, um so er at teir verða sagdir úr starvi. Depilsstjórarnir verða løntir í 37. lønarflokki fyri tæn­astu­menn. Tað gev­ur í løtuni góðar 45.000 krónur um mánaðin, um­ framt 6800 krónur í eftirløn. Við øðrum orðum fer tað eisini í framtíðini at kosta Almannaverkinum einar 700.000 krónur, um so er at ein depilsstjóri skal send­ast til hús. Sambært setanar­skrivunum hevur Fíggjarmálaráðið góðkent av­ taluna, har gylta lógvatakið er tryggjað frammanundan. – Tað er greitt, at vit høvdu hesi setanarskriv í huga, tá vit gjørdu fráfaringaravtaluna við Gunnleyg Durhuus, sigur Eyðun Mohr Hansen. Eftir stendur tó, at trý gylt lógvatøk hava síðstu mán­ aðirnar kostað Almanna­ verk­inum tvær milliónir krónur. Petra Johnsdóttir Joensen, Gunnleyg Durhuus og Maria Jacobsen eru allar fríttstillaðar og kunnu allar kalla seg fyrr­ver­andi, sam­ stundis sum tær til­samans fáa tvær milliónir krónur í løn frá Almanna­verk­inum fyri ikki at vera til arbeiðis. jonbrian@sosialurin.fo tíðindi Lógvatøk fyri milliónir Triðja fráfaringaravtalan í Almannaverkinum er nú komin undan kavi. Í vetur fór Maria Jacobsen til hús við løn í meira enn eitt ár. Teir nýggju depilsstjórarnir hava longu tryggjað sær, at tey fáa somu sømdir, um tey einaferð verða send til hús 45 mánaðarlønir afturat Í síðstu viku segði Almannaverkið níggju fólkum úr starvi. Orsøkin er, at ov nógv fólk eru sett í starv í vár Jón Brian Hvidtfeldt Mánadagin í síðstu viku boð­aði Almannaverkið frá, at neyðugt verður at siga níggju fólkum úr starvi. Í tíðinda­skrivi skrivar Al­ manna­verkið millum annað, at »í vár var avgjørt at styrkja borgara­tænasturnar, sum eru rað­festar høgt í saman­lagda stovninum.« Eftir øllum at døma eru hesar tænastur raðfestar so­mikið høgt, at tær hava sprongt loftið. Víðari skrivar Almanna­ verkið í sama tíðindaskrivi: »Játtanin til Almannaverkið í 2014 verður tann sama sum í 2013, og nú borgara­tænastur­ nar eru uppraðfestar, mugu onnur økir niðurraðfestast, so stovnurin kann halda játtanina.« Við uppsagnunum rokn­ar Almannaverkið við at spara 3,3 milliónir krónur í lønar­ útreiðslu næsta ár. Eyðun Mohr Hansen vátt­ ar, at orsøkin til aktuellu upp­ søgnirnar kann peikast beint aftur til setanirnar av starvs­ fólkum fyrr í ár. – Jú, játtanin er ikki størri næsta ár, so vit mugu spara, sigur Eyðun Mohr Hansen. Tey níggju starvsfólkini fingu ætlanarskriv um upp­ søgn í síðstu viku. Flestu teirra eru limir í Starvs­ manna­felagnum. Tey hava flest øll verið somikið leingi í starvi, at tey hava rætt til løn í seks mánaðir, eftir at tey eru upp­søgd. Tilsamans hava tey níggju fólkini rætt til uppsagnarløn í 45 mánaðir. – Jú, tað er rætt. Og sam­ stundis eru fólkini fríttstillað, váttar Eyðun Mohr Hansen. Eyðun Mohr Hansen