Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. septmeber 2013 · Nr. 107 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jákup Mørk Ingolf S. Olsen, sum er virk­ andi formaður í Felagnum føroysk miðlafólk, sigur við in.fo, at tey kunnu ikki gera annað enn at krevja tað, sum limir teirra hava rætt til. – Vit sendu fyrst í hes­um mánaðinum bræv til leiðsl­ una í Dimmalætting, har vit gjørdu vart við, at eftir­lønar­ eftirstøður vóru fyri longri tíðarskeið. Og í brævinum góvu vit fyritøkuni eina freist til at greiða hesi viðurskifti. – Henda freist varð ikki hildin, og vit hava frá leiðsluni á Dimmalætting fingið at vita, at felagið ikki megnar at gjalda lønarkrøvini, sum eru móti felagnum, og tað er ein veru­leiki, sum vit ikki kunnu ignorera, sigur Ingolf S. Olsen. Hann vil ikki dragast inn í nakað kjak um, hvørt Dimma­lætting kann halda fram í nýggjum felag ella ikki, men slær bara fast, at hann sum fakfelagsformaður má arbeiða fyri at tryggja rætt­ indini hjá limunum. Vanliga hava lønarkrøv framí­hjárætt í einum trota­ búgvi, men hetta er ikki støðan hjá Dimmalætting. Fyri at loysa truplu gjaldføris­ støð­una hjá felagnum varð avtala í fjør gjørd við P/F Kimbil, har Kimbil veitti lán við transporti í skuldarunum hjá Dimma­lætting. Við øðrum orðum, so skulu tey, sum skylda pening til Dimma­lætting, gjalda á konto hjá P/F Kimbil, sum altso tryggjar sær sína áogn, áðrenn nakað verður sent víðari til Dimma­lætting. Tí eru mest sum eingi út­ lit fyri, at nakar peningur verð­ur eftir til lønarkrøv í eini trotabúðarviðgerð. Starvs­fólkini eru tó tryggjað um­vegis Trygdargrunnin, sum dekk­ar lønarkrøv upp til 60.000 krónur, um krøvini eru yngri enn 6 mánaðir. Jákup Mørk 1. apríl varð Árni Greg­er­sen settur sum stjóri hjá Dimm­ a­lætting. Her loysti hann Inga L. Samuelsen av sum blaðstjóra, og hann fekk eis­ ini fíggjarligu ábyrgdina á blað­num. Ein ábyrgd, sum und­an hesum hevði verið hjá Hjal­grím L. Samuelsen, ið segði seg úr starvinum stutt eft­ir, at Árni Gregersen varð sett­ur. Tað eydnaðist tó langt ífrá hjá Árna Gregersen at venda fíggjarligu gongdini hjá Dimmalætting, har rakst­u­r­ in av blaðnum í fleiri ár hevði givið reyð tøl, men har fíggj­ ar­liga støðufestið kort­ini var gott. Eginognin hjá fyr­i­tøk­ uni var tá 28,4 mió kr., men tann peningurin var mist­ur longu trý ár seinni. Størsta einstaka orsøkin var keyp­ið av Vinnuvitan og Viku­blað­ num, sum kostaði fel­ag­num sera nógv, og hartil gav rakst­ urin framvegis stórt hall. Umframt bókaðu egin­ ogn­ina hevði roknskapurin so­nevnd duld virði. Serliga í bygn­ing­i­num, sum var bók­ að­ur til 8 mió kr., men sum varð seld­ur fyri meira enn tað tví­falda, tá Dimmalætting varð umskipað. Ogn­ar­par­t­ar fel­ag­s­ins í Team 85, Før­oya­ prent og í Prent­mið­støð­ ini vórðu eisini seldir, og tí fevndi nýggja felagið bert um út­gávu av Dimmalætting og til­hoyr­andi serbløðum, eftir at virk­semið varð um­- skipað. Hetta bøtti tó ikki stórvegis um úrslitið. Við árslok 2012 var eginpeningurin neg­a­tiv­ ur við nærum 5 mió kr. Hetta saman við eg­in­pen­in­g­inum, sum var við leiðslu­skift­ið í 2007, og fjaldu virð­unum í bygninginum við Smyr­ils­ veg­in gevur eina staðfesting av, at Dimmalætting sein­astu 6 árini hevur mist væl om­an­ fyri 40 mió kr. Og mána­dag­in merkti hetta, at Føroya elsta tíð­ind­a­blað ikki longur kom á gøtuna. jakup@sosialurin.fo Mist yvir 40 milliónir Raksturin av Dimmalætting hevði ikki givið yvirskot í nógv ár, og tí valdi nevndin hjá Dimmalætting at fáa nýtt blóð í leiðsluna í 2007 Lønarkrøv í aðru røð Ein orsøk til blokaduna frá Føroysk Miðlafólk var eftir øllum at døma avtalan, sum tryggjaði lánveitara betur enn starvsfólkini Blaðstjórar á Dimmalætting Árni Gregersen . . . . . . . . . . . . 2007-2013 Ingi Samuelsen . . . . . . . . . . . . 2002-2007 Beate L. Samuelsen . . . . . . . . 1995-2001 Georg L. Petersen . . . . . . . . . . 1995-2002 Benny L. Samuelsen . . . . . . . . 1981-1995 Georg L. Samuelsen . . . . . . . . 1936-1985 Poul Niclasen . . . . . . . . . . . . . 1918-1936 Oluf Skaalum . . . . . . . . . . . . . 1905-1918 Chr. Heilskov . . . . . . . . . . . . . . 1901-1902 S. E. Müller . . . . . . . . . . . . . . . 1900-1901 Enok D. Bærentsen . . . . . . . . 1894-1900 Emil Bruun . . . . . . . . . . . . . . . 1893-1894 Jacob Johansen . . . . . . . . . . . . 1889-1892 Rasmus C. Effersøe . . . . . . . . 1886-1889 Rasmus C. Effersøe . . . . . . . . 1902-1905 H. C. Petersen . . . . . . . . . . . . . 1885-1886 Louis Bergh . . . . . . . . . . . . . . . 1882-1885 Oliver P. Effersøe . . . . . . . . . . 1880-1882 Oliver P. Effersøe . . . . . . . . . . 1892-1893 Lütje Lützen . . . . . . . . . . . . . . . 1878-1880 Fakta Dimmalætting: 2012 Ársúrslit: -3.403.000 krónur Eginogn: -4.849.000 krónur 2011 Ársúrslit: -604.000 krónur Eginogn: -1.470.000 krónur 2010 Ársúrslit: -936.000 krónur Eginogn: -865.000 krónur 2009 Ársúrslit: -1.888.000 Eginogn: -1.058.000 2008 Ársúrslit: -25.503.000 Eginogn: 1.072.000 2007 Ársúrslit: -218.000 Eginogn: 28.202.000 2006 Ársúrslit: -1.261.000 Eginogn: 28.420.000 2005 Ársúrslit: -1.161.000 Eginogn: 29.681.000