týsdagur 17. september 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
september 2013
Sosialurin
4
Hondbóltur 2013-2014
Eftir at Geir Wardum seinnu árini hev
ur bygt eitt nýtt kvinnulið upp hjá
Kyndli, hava nú tveir aðrir kendir og
royndir menn í felagnum, Sophus Dal-
Christiansen og Andreas F. Hansen,
tikið yvir sum venjarar.
– Nú kláraðu tær seg væl í fjør,
at óivað vænta fleiri, at tað verður
minst líka gott ella kanska betri í
ár. Vit fara at royna at byggja upp á
tann automatikkin, sum liggur inni og
føra tað víðari, sum Geir hevur bygt
upp, sigur Sophus Dal-Christiansen,
ið væntar eina javnari kapping enn
seinnu árini.
– Uttan so, at onkur av útlend
ingunum vísir seg at hava Brauer-
styrki, skuldi tað verið nokk so opið.
Men av tí at fleiri av hinum liðunum
tykjast at vera væl fyri, fáa vit kanska
eina heldur javnari kapping, so her
kann alt henda.
Farna kappingarár var Neistin
oddalið allan vegin – enntá uttan
so mikið sum at tapa ein einasta
dyst í sjálvari landskappingini – men
Kyndil vann kappingina millum hini
liðini um at koma í FM-finalurnar,
har tað av álvara bleiv spennandi, tá
Kyndil vann aðru finaluna, so tríggjar
finalur máttu spælast, áðrenn alt var
avgjørt. Og Sophus heldur, at grøna
silvurmanningin er nóg góð til í minsta
lagi at endurtaka tað bragdið:
– Vit hava einar tíggju góðar spæl
arar, har vit telja góðar málverjar,
góðar strikuspælarar og bakkar, men
kanska ikki eru so væl fyri á vong
plássunum. Alt í alt er tað tó í lagi
hjá okkum og sær gott út, hóast vit
kanska kundu ynskt okkum størri
breidd, sigur venjarin.
Formur má til
Samanborið við síðsta vetur er talan
ikki um so øgiliga stórar broytingar,
tí hóast Randi S. Wardum og Birita
Mortansdóttir eru farnar niður, er
Simona Petersen hesaferð við frá
byrjan, umframt at Rannvá Djurhuus
Carlsson aftur er farin at spæla hond
bólt, eftir at hon ikki var við síðsta
vetur.
– Eg haldi, at vit hava eitt saman
spælt lið, har tær kenna hvørjaaðra,
bæði hondbóltsliga og persónliga,
so heildin skuldi verið góð. Fyri tað
nógva er talan um ungar spælarar,
sum saman við teimum meira royndu
– Jórun Ludvig, Anju Heinadóttir og
Simonu Petersen – skulu bera liðið,
sigur Sophus, ið væntar ein øðrvísi
spælistíl, tí hann og Andreas F. Han
sen leggja seg eftir, at liðið skal spæla
skjótan hondbólt og dekka eitt sindur
offensivt.
– Til tað krevst, at allar eru væl fyri
og at formurin er í lagi, so hóast vit
kanska ikki fáa tað spælið upp at koyra
beinanvegin, so er tað heilt greitt eftir
tí, at vit fara, sigur Sophus, ið ásannar,
at tað í innkoyringini merkist, at
summar eisini spæla fótbólt, og tí ber
ikki altíð til at hava fullmannað lið til
venjingarnar í fyrstuni.
– Tað órógvar eisini nokk so nógv,
at onkrir av spælarunum eru partar av
ungdómslandsliðum í fótbólti og alt
møguligt, men tað mugu vit bara taka
við. Sami trupulleiki er eisini í øðrum
feløgum, so vit mugu bara síggja í
eyguni, at soleiðis er støðan.
Skulu spæla skjótt
– Vit hava eitt samanspælt lið av spælarum, so tað sær bara gott út, nú vit skulu bjóða av aftur. Vit
skulu føra tað víðari, sum longu er bygt upp, sigur annar av venjarunum, Sophus Dal-Christiansen
Málverjar
Kristina Brekkstein
Kristina Griksaite
Silja í Liða
Útispælarar
Jórun S. Ludvig
Guðrið G. Eystberg
Anja Heinadóttir
Bjarta Johansen
Ásleyg Súnadóttir
Annika Sigurðardóttir
Anna Brimnes
Bára K. Hansen
Sára Sondum
Anna Sofía Hjalt Mohr
Simona Petersen
Rannvá Djurhuus Carlsson
VenjarAR
Sophus Dal-Christiansen
Andreas F. Hansen