týsdagur 17. september 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
september 2013
Sosialurin
26
Hondbóltur 2013-2014
Í grundini skuldi Svein Rógvi Nielsen
Ljósstein bara hjálpa Team Klaksvík
sum fysiskur venjari, men tá avtornaði,
endaði hann sum venjari. Meiningin
var, at Zarko Pejovic skuldi vera spæl
andi venjari, men í fyrsta umfari kom
hann ikki, og tí bleiv avtala gjørd við
Svein, sum hevur drúgvar royndir sum
venjari hjá Stjørnukvinnunum í mong,
mong ár.
– Tað er stuttligari og øðrvísi at venja
menn, og tað er í øllum førum nakað
annað, tí tað er nógv meira kontant og
kropsligt, og tað er nógv meira ferð á.
Teir eru øgiliga væl fyri og hava vant
nógv, so eg kann bara gleðast um, at
eg havi nakrar hugagóðar spælarar at
arbeiða við, sigur hann.
Kappingarárið hjá Team Klaksvík
síðsta vetur endaði við, at liðið ikki
fekk so mikið sum eitt einasta stig,
men endaði greitt aftast, og tað er
nakað, Svein Rógvi hevur arbeitt nokk
so fitt við ta fyrstu tíðina.
– Tað ráddi um at fáa spælararnar
at gloyma tað, at teir ikki fingu nakað
stig í fjør, tí at hugsa um tað, vildi
bara verið ein forðing. Tað hugsa teir
ikki heldur meira um, haldi eg, sigur
venjarin, ið serliga hevur lagt dent á
fysisku venjinga, sum hann uppruna
liga varð settur at taka sær av.
– Kropsligi formurin skal ikki vera
umberingin í ár, og spælararnir hjá
Team Klaksvík eru eisini nógv betri
fyri nú, enn teir nakrantíð hava verið
tað. Í sjálvum verður tað tí stuttligari
hjá teimum at spæla, tí ert tú verri
fyri enn mótstøðan, hevur tú ongan
kjans.
Gera fortreð
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein heldur
seg hava eitt spennandi lið at arbeiða
við, tí hóast serbiski málverjin, Borisa
Eskic, er farin heimaftur og Beinur
Heðinsson er givin vegna eina ringa
øksl, er Igor Petrikeev komin úr Mol
dova at spæla miðja og vinstri bakkur,
umframt at tað nú vísti seg, at Zarko
Pejovic kom við allíkavæl og óivað fer
at gera mun, hóast hann kanska ikki
verður tøkur beinanvegin.
– Eg rokni við, at fyri toppliðini
verður tað í vetur soleiðis, at tú ikki
mást tapa fyri Team Klaksvík fyri at
verða topplið. Eg rokni við, at vit koma
at vinna heilt fitt av dystum í ár, og
eg ivist ikki í, at vit koma at gera fleiri
av hinum liðunum fortreð, sigur Svein
Rógvi.
– Um vit taka tey úrslitini, liðið
hevur havt, so kann tað bara verða
betri, og tað er eisini tað, vit ætla at
gera. Vit leggja út við, at vit royna at
vinna ein dyst fyrst, og so at koyra vit
annars á. Eisini ætla vit at gera tað
soleiðis, at tað skal vera trupult hjá
øðrum liðum at vinna á Team Klaksvík
í Badmintonhøllini.
Venjarin hjá klaksvíkingunum hev
ur sæð øll liðini, uttan Neistan, og
út frá tí væntar hann eina javna og
spennandi kapping:
– Hoyvíkingar hava eftir mínum
tykki klárt besta hópin, tí teir hava
góða breidd og nógv fólk, og tað gevur
finalupláss. Strandingar yvirraskaðu
positivt ímóti kollfirðingum, so eisini
má roknast við teimum, sigur Svein
Rógvi Nielsen Ljósstein.
Nógv betur fyri nú
– Kropsligi formurin skal ikki vera umberingin í ár, og spælararnir hjá Team Klaksvík eru eisini
nógv betri fyri nú enn nakrantíð, sigur nýggi venjari teirra, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein
Málverjar
Rasmus S. Magnusson
Eli Gærdum
Bent Hansen
Finn á Svøð
tispælarar
Dánjal Kjærbo
Jón Jacobsen
Vilhelm Vilhelmsen
Andrias Ellingsgaard
Sámal á Tjaldrafløtti Olsen
Heri Johnsson
Rógvi á Tjaldrafløtti Olsen
Niclas Niclasen
Igor Petrikeev
Otto Jacobsen
Beinir Johannesen
Einar Dam
Suni Clementsen
Zarko Pejovic
Venjari
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein