týsdagur 17. september 2013síða 29
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 18. september 2013 · Nr. 107
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Virksemið á porsjónsvirkinum hjá Bakkafrost í Fugla
firði er í støðugari menning og vit søkja tí eftir maskin
meistara ella maskinfólki at arbeiða í framleiðsluni.
Arbeiðsøki
Á porsjónsvirkinum í Fuglafirði fara vit nú at arbeiða
í tveimum vaktum. Á dagvaktini er ein maskinmeistari
og á kvøldvaktini er ein maskinmeistari. Hesir báðir
maskinmeistarar hava ábyrgdina av øllum vanligum
maskinarbeiði, sum m.a. fevnir um eftirlit, umvælingar
arbeiði og viðlíkahald av øllum maskinum á virkinum.
Tín vangamynd
Tú ert útbúgvin maskinmeistari ella hevur viðkomandi
arbeiðsroyndir frá einum líknandi starvi. Tað er ein
fyrimunur, at tú hevur kunnleika til arbeiði við frysti
útgerð á einum framleiðsluvirki.
Sum persónur ert tú væl skipaður, tekur við ábyrgd
og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum.
Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við
stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini
dynamiskari fyritøku.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vita?
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú
vælkomin til at seta teg í samband við Kára
Jacobsen, virkisleiðara, á tel. 23 50 11 ella við
tbrævi til kaja@bakkafrost.com.
Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og
viðkomandi skjølum verða send til
Bakkafrost Processing
Bakkavegur 9
625 Glyvrar
Att.: Starvsfólkadeildin
ella við tbrævi til hrm@bakkafrost.com.
Umsóknarfreistin er mánadagin 7. oktober
2013.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com
BAKKAFROST SØKIR
MASKINMEISTARA ELLA MASKINFÓLK
Bakkafrost er størsta alifelag í Føroyum og telist millum fremstu fyritøkur á sínum vinnuøki.
Bakkafrost hevur ræði á allari virðisketuni frá smolti og alifóðri til lidnar laksavørur og
sølu. Á Havsbrún í Fuglafirði framleiðir felagið mjøl, lýsi og alifóður. Bakkafrost rekur
alivirksemi á smoltstøðum og aliøkjum á 14 ymsum firðum í Føroyum. Harafturat hevur
felagið kryvjivirki og framleiðslu av lidnum vørum. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum
og felagið hevur sløk 590 starvsfólk. Bakkafrost leggur dent á lívfrøðiliga trygd, dugnalig
starvsfólk, lágkostnaðaframleiðslu, virðisøking og vakstrarmøguleikar. Bakkafrost er skrásett á
virðisbrævamarknaðinum í Oslo.
STARVSFÓLK
sansir.fo
www.sunda.fo