týsdagur 17. september 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
september 2013
Sosialurin
6
Hondbóltur 2013-2014
Heilt leingi var samansetta liðið,
VÍF/Tjaldur, síðsta kappingarár við í
kappingini um at koma í FM-finalurnar
ímóti Neistanum, men til endans streyk
Kyndil avstað við finaluplássinum, og
VÍF/Tjaldur mátti taka til takkar við
at vinna bronsu í landskappingini í
fremstu kvinnudeildini.
Hetta kappingarárið verður sam
starvið ikki endurtikið, tí Tjaldur vil
heldur brúka orkuna uppá at menna
tey yngru hondbóltsliðið og byggja
upp frá grundini, og tí er VÍF aftur
VÍF, men so avgjørt við einum góðum
liði, sum hevur styrkt seg við tveimum
heimafturkomnum spælarum – Duritu
Christophersen og Agnas Olsen –
umframt at Daniella Joensen er komin
frá Neistanum og at Durita Ljósstein
eisini er komin til felagið.
– Eg haldi, at hóast vit nú aftur
»bara« eru VÍF, so haldi eg, at talan
er um eitt sterkari lið enn í fjør, tí vit
hava fingið onkrar góðar spælarar
aftrat. Við tí styrki, vit nú hava fingið
og teimum spælarum, vit høvdu
frammanundan, so sær liðið hjá okk
um sterkt út, heldur venjarin hjá VÍF-
kvinnunum, Jan Ottosen.
Samanborið við í fjør, eru ikki færri
enn 19 spælarar farnir burtur av stóra
VÍF/Tjaldur-hópinum, men hinvegin
er núverandi VÍF-hópurin styrktur við
seks spælarum, og tað verður so til
farið, venjarin hevur at arbeiða við.
Spæla livandi
Honum dámar væl at sleppa at seta
síni fingramerki á spælið úr einum
enda í annan, og tað ætlar hann eisini
at gera, tí hann hevur eina turkatrúgv
uppá, at vestmannakvinnur veruliga
kunnu røkka langt við fólkinum, sum
er til taks.
– Vit fara at satsa upp á eina
heldur offensiva verju og nógva
kontrarenning, so tú kanst siga, at vit
fara at spæla livandi hondbólt. Hetta
royndu vit í fjør, og tað verður helst
tað, vit fara at royna at fáa í lag í ár
eisini. Nú fara vit so at taka ein dyst
í senn, og so fáa vit at síggja, hvussu
langt vit fáa tað at røkka, sigur Jan.
– Undan kappingini hava vit spælt
onkrar venjingardystir, hóast teir ikki
hava verið so nógvir, men eg haldi
meg síggja, at tað sær skilagott út
hjá okkum.
Yvirhøvur væntar VÍF-venjarin eina
spennandi og javna kapping, tí hann
heldur framstig vera at hóma í kvinnu
hondbóltinum sum heild, tí øll liðini
taka seg fram.
– Fleiri av liðunum – VÍF, Kyndil,
Neistin og StÍF – hava brúkt nógvar
ungar spælarar seinnu árini, sum eru
blivnir eldri, so at síggja til gongur
tað bara tann rætta vegin. Í mun til
síðstu árini, er Barbara Brauer ikki
longur í Neistanum, og tað eru helst
fleiri av liðunum glað fyri, tí hon var
ein góður spælari og toppskjútti, sigur
Jan Ottosen.
– Men okkum passaði tað fínt at
spæla ímóti Neistanum, tá hon var
við, so fyri okkara viðkomandi ger tað
kanska ikki tann øgiliga munin, hóast
hon sjálvandi hevði nógv at siga. Fyrst
og fremst seta vit okkum sjálvum
nøkur krøv, vit royna at liva upp til, og
so má alt tað, sum kemur uttanífrá,
takast sum tað kemur.
VÍF betri einsamalt
– Hóast vit nú aftur »bara« eru VÍF, so haldi eg, at talan er um eitt sterkari lið enn í fjør, tí vit
hava fingið góðar spælarar aftrat, heldur venjarin hjá VÍF-kvinnunum, Jan Ottosen
Málverjar
Steinbjarta Marnarsdóttir
Viviann Petersen
Útispælarar
Tóra Seloy
Liljan Djurhuus
Guðrið Poulsen
Eilin Súsanna Hansen
Annika Patti
Rakul Joensen
Durita Christophersen
Daniella Joensen
Agnas Olsen
Fríða Marjunardóttir
Durita Ljósstein
Annika Poulsen
Venjari
Jan Ottosen