týsdagur 17. september 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
september 2013
Sosialurin
8
Hondbóltur 2013-2014
Eins og okkurt av hinum liðunum í
kvinnukappingini í hondbólti, so merkir
StÍF rættiliga væl, at fótbólturin ikki
er liðugur enn, tí hóast hugurin at
venja er góður, eru framvegis fleiri av
spælarunum eisini partur av felagslið
num, EB/Streymur/Skála, sum til fyri
kortum var oddalið í bestu kvinnu
deildini í fótbólti.
– Venjingarnar raka ofta somu
kvøld, so tí hava vit ikki vant so ofta
við fullmannaðum hópi, sum vit kundu
ynskt okkum. Eg havi tó álit á, at tekn
iski parturin, so sum system og annað,
framvegis situr í mønuni, so vit kunnu
halda fram, har vit sleptu í vár, sigur
venjarin hjá StÍF-kvinnunum, Pauli
Joensen.
– Hóast vit ikki hava havt sama
møguleika at spælt liðið saman, haldi
eg, at spælararnir kropsliga eru betur
fyri við nú, enn teir vóru somu tíð í fjør.
Tað skyldast, at Leivur Justinussen
hevur havt kropsligar venjingar, sum
spælararnir hava gingið so mikið høgt
uppí, at útivið 35 hava møtt upp.
Pauli legði í fjør stóran dent á, at
hann skuldi fáa smáar partar settar
saman til eina eind, og tað heldur
hann eisini, at tey fingu at rigga væl.
– Álopið koyrdi væl, men at verjan
ikki var tilsvarandi góð. Nú hava vit
eina størri verju, sum eisini verður
øðrvísi, tí bæði Birna Tummasardóttir,
Oddrún Danielsen, Fríðrun Danielsen
og Irena Dam góvu møguleika fyri eini
offensivari verju. Tann møguleikan
hava vit ikki sama mun nú, men eg vil
allíkavæl siga, at vit hava eina hægri,
sterkari og meira defensiva verju,
sigur Pauli Joensen.
Eingin favorittur
– Vit hava eina rímiliga góða bakketu,
og tað, sum vit fingu at koyra ímóti
endanum í fjør, skulu vit byggja eitt
sindur upp av nýggjum. Men fleiri
nýggir spælarar fingu fitt av tíð, og
mentust nógv av tí, so helst koma at
síggja meira til teirra í vetur. Hinvegin
verður saknurin í Oddrún og Fríðrún
sera stórur, tí tað er altíð gott at hava
lámar spælarar í høgru síðu, sigur
StÍF-venjarin.
Liðið er nokk so fitt broytt, tí fleiri
spælarar eru farnir ella fara niður.
Oddrún og Fríðrún eru farnar, Irena
og Birna eru niðri, men koma aftur
til seinnu hálvu, og so verða Barbara
í Billustovu og Lena Weihe bara við í
fyrru hálvu.
– Hvussu tað kemur at ávirka
liðið, fáa vit at síggja, men vit hava
so eisini eitt sindur av tilgongd,
bæði av egnum ungum spælarum
og spælarum uttanífrá, sigur Pauli
Joensen, ið heldur sína manning vera
klára til kappingina í vetur, har hann
ikki ordiliga sær nakran heilt greiðan
favoritt:
– Nú havi eg ikki sæð øll liðini enn,
men tað fyrikemur mær, at har eru
ikki nakrir líka greiðir favorittar, sum
vit hava sæð tað onnur ár. Men eg
vænti at síggja meira til eitt lið sum
VÍF í vetur, so tí skjóti eg uppá, at VÍF
og Neistin kanska vera liðini, ið fara at
kappast heilt har frammi, umframt VB
eisini er spennandi. Enn havi eg ikki
sæð Kyndil, men eg vænti, at fleiri
verða um boðið.
StÍF er í betri formi
– Spælararnir eru kropsliga betur fyri nú, enn teir vóru somu tíð í fjør, sigur StÍF-venjarin,
Pauli Joensen, sum ikki hevur havt alt liðið so ofta til venjingar, sum hann vildi ynskt
Málverjar
Barbara í Billustovu
Nomi Poulsen
Marita á Fríðriksmørk
Katrin Jacobsen
Ingun Mørkøre
Útispælarar
Rebekka Justinussen
Erla Petersen
Rebekka Poulsen
Paula Høgnesen
Irena Dam
Bára Berthelsen
Birna Tummasardóttir
Lena Weihe
Guðrið Poulsen
Súnfríð Johansen
Rannvá Jacobsen
Ragna Gærdum Funderud
Guðrun Gærdum
Sólfríð Christiansen
Venjari
Pauli Joensen