Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-17, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

september 2013 Sosialurin 10 Hondbóltur 2013-2014 Skal tað lata seg gera hjá teimum í Vági at hava eitt kvinnulið, ið kann bjóða av og ordiliga spæla við, er altíð neyðugt við onkrum styrki, og tað endar altíð við, at onkrir útlendskir spælarar koma til VB at styrkja um tað spælaratilfar, ið har er til taks frammanundan. Hesin veturin er einki undantak. Úr Litava hevur VB fingið tvær 20 ára gamlar kvinnur, sum tey higar­til hava verið stak væl nøgd við í Vági. Gintare Butkeviciute, sum er spæl­ skipari, er á litaviska U19-landsliðnum og hevur eisini verið næstovast á mál­skjúttalistanum í bestu deildini í Litava, og hin spælarin, Ingrida Kuo­ dyte, spælir á vinstra bakki og hevur eisini víst stak góðar taktir. – Tær báðar úr Serbia, sum vit høvdu í fjør, vóru einki frægari enn okkara egnu spælarar og fingu alt ov fá mál. Hesar báðar, sum vit nú hava fingið, eru nógv betri spælarar og skjóta nógv mál, umframt at tær falla væl inn í hópin, tí tær eru so ungar, sigur Gurið Krosslá Mortensen, sum í vetur er venjari hjá VB-kvinnunum. Í fyrsta umfari spælir hon ikki sjálv, tí hon hevur fingið annað knæið skurð- viðgjørt, men ikki er óhugsandi, at hon fer í gongd aftur, tá knæið er komið fyri seg. – Spælararnir, sum vit hava, eru næstan bara vengur og striku­spæl­ arar, so onkrar av okkar egnu mugu sjálvandi umskúlast. Eitt nú er Helga Eyðunsdóttir Kjærbo flutt av vong­ inum á bakkin, tí vit hava so lítlan hóp á mið- og bakkplássunum. Málverjatrot Ein orsøk til, at VB altíð hevur brúk fyri onkrum styrki, er tann sannroynd, at tað er ikki so nógv fólk at taka av, og Gurið ásannar, at tað í summum førum kunnu ganga ár ímillum, at spælarar koma upp í bestu deildina. – Nú er tað kanska ein í hvørjum árgangi, sum kemur upp, og vit skulu heilt niður í tær 12 ára gomlu fyri at finna eitt gott lið, og tað er jú teimum, sum vit skulu bíða eftir. Samstundis er tað eitt ungt lið, vit hava, tí bara Rannvá Augustinussen, Laila Jespersen og eg sjálv eru í 30- unum, og so eru allar hinar blaðungar, sigur hon. – Men allíkavæl vænti eg, at vit heilt avgjørt kunnu bjóða av, tí vit síggja ljóst upp á tað. At tað kann koma at standa nógv á hópinum, eru málmansplássini gott dømi um, tí frá í fjør er bara Beinta Ludvig Gudmundsson eftir, saman við Elsu Ludvig, sum hinvegin bara verður við í fyrru hálvu, so tí kann VB standa í tí støðu eftir jól, at bara ein málverji er til taks. – Guðrun í Lágabø og Asta Ar­ mona­viciute, sum eru givnar, eru tó framvegis báðar í Vági, so vit mugu bara vóna, at vit kunnu fáa báðar ella aðra í gongd aftur til ta tíð, sigur Gurið Krosslá Mortensen, ið kortini ætlar sær at vera við har frammi, sum tað er stuttligt. – Sum man hoyrir, sær ikki so gott út hjá StÍF og Stjørnuni, meðan VÍF sær spennandi út. Eg vænti so, at vit, Neistin, Kyndil og VÍF fara at berjast har frammi, meðan hini bæði liðini ikki virka so sterk. Munagóður styrkur – Spælararnir, vit hava fingið uttanífrá í ár, eru nógv betri enn teir, vit høvdu í fjør, so vit síggja ljóst upp á tað, sigur Gurið Krosslá Mortensen, sum í vetur er venjari hjá VB-kvinnunum Málverjar Beinta Ludvig Gudmundsson Elsa Ludvig Útispælarar Helga Eyðunsdóttir Kjærbo Rúna Midjord Jacobsen Rannvá Johannessen Gurið Krosslá Mortensen Una Nolsøe Bjarta Hergeirsdóttir Barbara Krosslá Hjelm Gintare Butkeviciute Ingrida Kuodyte Laila Jespersen Birita Olsen Venjari Gurið Krosslá Mortensen