týsdagur 17. september 2013síða 40
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
september 2013
Sosialurin
12
Hondbóltur 2013-2014
Stjørnan hevði so avgjørt ikki eitt av
sínum allarbestu kappingarárum í
fjør, tá liðið endaði aftast í fremstu
kvinnudeildini, og sum tað sær út,
kann tað taka eina løtu, áðrenn kvinn
urnar í Klaksvík eru komnar aftur upp
á toppin, har tær plagdu at trívast so
sera væl – sum eisini seks meistara
heiti og sjey steypasigrar síðstu 15
árini siga alt um.
– Tað er ikki so, at vit ikki fáa mann
að lið, tí tað fáa vit. Men spælararnir
hava ongar royndir, so tí havi eg havi
sagt við tær ungu, at nú verða tær
tveittar inn og mugu gera sítt besta.
Tað eru tær, sum mugu royna at
hanga í, tí har er eingin annar, sigur
Una Váðklett, sum sjálv fer at stríðast
á strikuni og annars hevur tikið sær av
venjingunum, til øll viðurskiftini kring
venjaran komu upp á pláss.
Rumenski venjarin, Ionel Gheorghe,
er annars komin aftur til Stjørnuna, ið
hann eisini vandi veturin 2011/12,
og við sær hevur hann tveir spælarar.
Annar er 30 ára gamla Anna Maria
Ecaterinescu, sum bæði kann spæla á
bakkinum og miðjuni, og hin er 24 ára
gamli málverjin, Raluca Ungureanu.
– Málverjin er ordiliga góður, og tað
kann gera góðan mun, nú so nógvar
eru ungar og óroyndar. Eg sjálv eri
30, men annars eru tær frá 22 árum
og niðureftir, so tað er øgiliga ungt,
men spælarar sum Ella Petersen og
Mina Sirdal mugu royna at koyra á
frá bakkunum, og so hava vit eisini
lámar spælarar sum Jansy Jacobsen
og Edith Hansen, sigur Una, ið hevur
hug at spola tíðina tíggju ár aftur, tí
hon kennir støðuna hjá Stjørnuni aftur
frá tá:
Roynt tað fyrr
– Ja, í 2003 var eg 20 ella 21 ára
gomul, og tá vóru tað bera eg og
málverjin, Agne Masenaite, ið vóru
eftir av stammuni á liðnum frá árinum
fyri. Tá var upp á tal at taka liðið úr
kappingini, tí einki fólk var, men vit
samdust um at stríðast fyri sakini og
blivu nummar fýra. Ta ferðina komu
so spælarar aftur, tí tær vóru ikki so
gamlar, og longu árið eftir vóru vit
greipuvinnarar. So hetta er altso hent
fyrr, men merkti ikki, at alt endaði.
Una sigur, at hóast manningin er
ung og óroynd, so ætla tær altso at
stríðast og at vinna dystir.
– Vit skrúva ikki vónirnar upp ígjøg
num ella nakað sovorðið, men fara at
gera okkara besta, og so síggja vit,
hvussu langt tað røkkur. Teir ungu
spælararnir skulu haldast til og eggj
ast, tí har eru fleiri við góðum evnum,
sum bara skulu raðfesta venjingina
eitt sindur hægri, tí tær eru fúsar at
møta til dystir, men kanska heldur
lakari, tá tað kemur til tungu tøkini í
venjingini, sigur Una.
– Støðan er, sum vit kundu vænta,
tí longu í fjør sluppu fleiri ungar at
royna seg, tí tá var longu so lítið til av
fólki, at vit máttu fáa eini trý ella fýra
undantaksloyvi.
Hvør er favorittur ella hvønn
kemur at kappast við, dugir Una ikki
ordiliga at siga, men hon heldur VÍF
hava eitt sterkt lið, umframt at hon
eisini roknar við Neistanum, Kyndli og
kanska VB.
Byrja næstan á berum
– Mestsum øll stamman hjá okkum er burtur, og tí er tað eitt lið við sera fáum royndum, vit
hava í vetur, sigur Una Váðklett, ið hevur staðið fyri venjingini hjá Stjørnuni fyrstu tíðina
Málverjar
Raluca Ungureanu
Annika Arge
Útispælarar
Ella Petersen
Mina Sirdal
Edith Hansen
Una Váðklett
Anna Jakobsen
Bára Skaale Klakkstein
Maria við Neyst
Jórun Nielsen
Kristina Poulsen
Anna Maria Ecaterinescu
Jansy Jacobsen
Hervør Olsen
Maria Højgaard
Ingrid Johannesen
Paula Leivsgarð Joensen
Venjarar
Ionel Gheorghe
Una Váðklett