Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-17, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2013síða 42

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

september 2013 Sosialurin 14 Hondbóltur 2013-2014 Leygardagurin 27. apríl fer altíð at standa sum ein heilt serligur dag­ur í søguni hjá Kollafjarðar Ítróttar­fe­ lag, tí henda dag eydnaðist at vinna føroyameistaraheitið í manshondbólti fyri fyrstu ferð. Og tá liðið longu hálv­ an februar hevði vunnið steypa­final­ una, kundi alt nú feirast við manér, tí greipan var fingin til høldar. Hetta vóru fagnaðardagar í Kollafirði, sum ikki hava sæð sín líka. Nú eitt nýtt kappingarár stendur fyri framman, skal KÍF venja seg við at verja gull, og tað er ein spildurnýggjur leiklutur hjá felagnum. – Hetta kenni eg allíkavæl ikki sum nakað trýst, tí fara vit upp at stressa okkum, so kann tað bara ganga skeiva vegin. Vit taka árið, sum tað kemur, og vit hava tvey steyp standandi her sum prógv fyri, at vit duga. Arbeiða vit fyri sakini, sum vit gjørdu í fjør, so kunnu tey verða standandi her, sigur venjarin hjá kollfirðingum, Jakob Jónsson. – Eg kann ikki siga, hvørjum pla­ ser­ingum, vit fara eftir í kappingini, men tá vit nú vita, hvussu tað er at vinna, fara vit sjálvandi eftir at klára okkum líka væl. Tað er nakað nýtt hjá KÍF at skula verja gull í bæði lands- og steypakappingini, men tað er tað, sum fylgir við, tá tú hevur vunnið greipuna árið fyri. Jakob Jónsson væntar, at fleiri verða um boðið í vetur, og hann heldur seg síggja, at VÍF og Kyndil hava sterk­ ar hópar, og at hoyvíkingar altíð eru drúgvir, umframt at strandingar longu hava víst tenn, tí teir jú vunnu stór­ steypa­dystin ímóti júst koll­firðingum. – Men vit fara at taka dystin upp við hini, og eg ivist ikki í, at talan verður um eina bæði javna og tætta kapping, sigur KÍF-venjarin. Menn ofra seg Í mun til síðsta kappingarár, hevur KÍF frágongd av Tony Weyhe, sum bæði royndist væl í verjuni og á strikuni, og somuleiðis er Ási Dam farin, so nýggjur spælskipari skal spælast inn á liðið. – Upp á ein máta vikna vit, tá menn fara, men maður kemur í mans stað, og so verður eisini hjá okkum. Í verjuni mugu vit umstilla okkum til, at Tony ikki er her, og tað verður eitt sindur torført at koyra við sama spælistíli, tá Ási ikki er har, sigur Jakob Jónsson. – Men Ludvík Súnason er komin frá Kyndli, og hann skal so royna at lyfta arvin sum nýggjur spælskipari, umframt at Rógvi Weyhe eisini er har at hjálpa honum til rættis. Jakob Jónsson sigur, at tað var nakað heilt serligt í fjør, tá tað endi­ liga brast fyri nev hjá KÍF, sum endaði við at vinna alt, sum vinnast kundi, um­framt at liðið var á odda í lands­ kapp­ingini allan veturin. – Tað var øgiliga intenst, tá final­ur­ nar vóru, og tað vóru eisini fantastiskir dystir, men eg haldi ikki, at vit kendu tað sum eitt trýst. Vit supplera øgiliga væl hvønnannan, tí eg havi okkurt at geva spælarunum, og teir hava eisini nógv at geva mær. Hetta eru góðir spælarar at arbeiða við, tí teir vilja ofra seg fyri felagið, og tað hevur alt at siga, sigur hann. Skulu verja gullið – Tað er nakað nýtt hjá KÍF at skula verja gull í bæði lands- og steypakappingini, men tað er tað, sum fylgir við, tá tú hevur vunnið greipuna árið fyri, sigur Jakob Jónsson, venjari Málverjar Jaspur Joensen Emil Dam Útispælarar Rúni Joensen Hans Eli Sigurðbjørnsson Ási Dam Rógvi Weyhe Andrias Nielsen Nicklas Selvig Teitur Joensen Pætur Johannesen Jákup Trygvason Fríði Weyhe Ludvík Súnason Rasmus Junker Vilhelm Magnussen Hjalti Hammer Matras Atli Lamhauge Venjarar Jakob Jónsson Zeljko Jotic