Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-17, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

september 2013 Sosialurin 16 Hondbóltur 2013-2014 Tvey ár á rað hava hoyvíkingar verið í FM-finalunum, og tí er einki at siga til, at ein ávísur spenningur er í Hoy­vík undan enn einum kappingarári. Venj­ arin hjá H71, Petur Mittún, sigur talan vera um enn ein vetur, har liðið skal byggjast upp: – Vit eru spentir upp á hetta kapp­ ingar­árið, serliga tí at rættiliga stór út­skifting hevur verið í hópinum, og tað ger so tað, at vit aftur skulu í gongd við at byggja nakað upp. Fleiri lykla­spælarar eru givnir ella farnir uttanlands, og ávirkar okkum bæði í verju og álopi, sigur hann. – Men tað ger so, at vit fáa aðrar ung­ar inn á liðið, umframt aðrar spæl­arar. Vit fáa fleiri av okkara ungu monn­um inn á liðið og royna sum mest at satsa upp á okkara egna fólk. Sam­ stundis royna vit at hava eina góða blanding av spælarum á liðnum. Einasti spælarin, sum er komin utt­anífrá til liðið í summar, er Birgir Poulsen, sum er komin frá Kyndli og áður hevur spælt við Neistanum, so hann telist millum teir eitt sindur meira royndu spælararnar í H71-hóp­ inum. – Vit hava so roynt at fyrireika okk­um sum frægast og roynt at vant í alt summar við skipaðari kropsligari venj­ing. Summir hava verið raskari enn aðrir, men teir, sum hava verið dúgligir at vant, eru týðiliga betur fyri enn hinir, sigur Petur Mittún, ið annars fegnast um, at hann hevur um 20 spælarar til venjing hvørja ferð. Skjótt álopsspæl – Nú hava vit verið í FM-finaluni tvey ár á rað, men eg veit ikki, hvussu tað verður í ár. Undan síðsta kappingarári vónaðu vit sjálvandi at koma í final­ una, men roknaðu ikki við tí, tí liðið var so ungt og ósamanspælt. Í ár er tað tað sama, tí vit byggja upp, sam­ stundis sum hini liðini hava styrkt seg markant, sigur H71-venjarin. – VÍF sær nærmast óhugnaligt út, umframt at Kyndil hevur styrkt seg og sær spennandi út. Tað sama er við KÍF, sum vit hava møtt í finalunum síðstu tvey árini, og eisini StÍF er eitt lið, ið kann vera við har uppi. Vónandi verður tað ikki so, at eitt lið fer avstað, men skuldi tað hinvegin hent, vildi mítt boð verið VÍF, sum altso hevur ein øgiliga sterkan hóp. Petur Mittún sigur, at tað kann vera eitt sindur torført hjá H71 at fáa ein støðugan hóp, tí liðið alla tíðina missir ungar spælarar, sum fara burtur at lesa eftir miðnámsskúla. – Vit mugu finna javnvágina ímill­ um at talantmenna og so at kasta spælarar fyri leyvurnar, og ein liður í tí er so, at H71 hevur sett ein mennara at taka sær av teimum ungu, bæði hjá gentum og dreingjum. Hondbóltur ein kropsligur ítróttur, og spælararnir mugu frá 15-16 ára aldri hava røttu venjingina, so teir kropsliga eru so væl fyri, sum teir kunnu vera, sigur hann. – Spælistílurin, sum hevur eyðkent okkum, er tað skjóta álopsspæli, og tað verður eisini stílurin í vetur, og tá ræður um hjá okkum, at vit hava nógv­ar spælarar, tí tað kann hjálpa okk­um at klára at hava nógva ferð á spæl­inum. Seta fleiri ungar við – Aftur í ár er stór útskifting hjá okkum, men vit fáa fleiri av okkara ungu monnum inn á liðið og royna sum mest at satsa upp á okkara egna fólk, sigur H71-venjarin, Petur Mittún Málverjar Tóraldur Kollsker Ári E . Dam Hanus Kristiansen Útispælarar Rúni V. Højgaard Hallur Biskopstø Høgni Olafsson Bogi G. Davidsen Hanus Norðberg Tróndur Arge Bogdan Florea Birgir Poulsen Sigmundur Nolsøe Sigmundur Dahl Esbern Patursson Andor í Horni Sivertsen Djóni V. Højgaard Pætur Thomsen Jónas G. Djurhuus Venjarar Petur Mittún Halgir Dahl Olesen Hákun Djurhuus Snorri Patursson