Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-17, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2013síða 48

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

september 2013 Sosialurin 20 Hondbóltur 2013-2014 Frá 2002 til 2004 var Jónleif Sólsker spæl­andi venjari hjá StÍF, og í 2003 eydnaðist felagnum at vinna bara annað meistaraheitið hjá felagnum síðani 1945, umframt at StÍF øll trý árini var í steypafinaluni og vann tvey av árunum. So ei undur í, at strand­ ingar fegnir sóu Jónleif aftur harinni, og hann dylur heldur ikki fyri, at hann hevði tað upp á sama máta: – Eg havi havt tað øgiliga stuttligt saman við strandingunum, so eg var ikki so ringur at yvirtala, nú teir spurdu, um eg hevði hug at vera venj­ ari hjá teimum aftur. Hetta er nakað, eg í veruleikanum hevði eitt ynski um, tí eg havi nógv góð minni um eina góða tíð, so tað er stuttligt at vera aft­ur í StÍF, sigur Jónleif. – Onkrir av teimum, sum vóru síðst, eru við enn, Marius Joensen, Aleks­ andur Johansen og Jón Rasmussen, og vit kennast øgiliga væl allir. Og fram­ vegis eru nógvar eldsálir kring felagið, sum eisini vóru har tá. Yvirhøvur er »nýggi« venjarin lendur væl aftur í kenda sessinum og heldur talan vera um eina sera spennandi uppgávu at fara í holt við. – Liðið er stórt sæð tað sama, tí har eru einir tveir farnir burturav, men ungir og nýggir komnir aftrat, og teirra millum er eisini onkur ungur, sum hevur verið á eftirskúla og har hevur spælt hondbólt, sigur Jónleif. Skjótt og gott spæl StÍF hevur tey síðstu mongu árini gjørt vart við seg sum eitt framúr gott steypalið, og hagtølini vísa, at tey tíggju árini frá 1999 til 2008 var StÍF partur av steypafinaluni níggju ferðir – harav átta ferðir á rað – og vann hana heilar seks ferðir. Síðsta kappingarár bleiv tað aftur eitt steypafinalupláss, tá strandingar tó máttu lúta fyri kollfirðingum, men um vikuskiftið eydnaðist so StÍF at koppa KÍF í stórsteypadystinum. – Strandingar hava altíð verið kendir fyri at spæla øgiliga góðan álops­hondbólt, og tað er tann stílin, vit ætla at leggja dent á nú eisini. Liðið hevur eisini altíð havt góðar málmenn, men kanska ikki so góða verju, og tað er nakað, vit skulu arbeiða við, so vit fáa verjuna upp á pláss og fáa tað skjóta og góða spælið fram aftur, sigur Jónleif Sólsker. Hann væntar, at talan verður um eina øgiliga javna kapping í vetur, og hann dugir ikki at síggja fyri sær, at nakað lið kann fara avstað frá hinum, so tað bara verður kapping um annað FM-finaluplássið. – Vit hava sæð, at vestmenningar hava eitt øgiliga gott lið og at hoyvík­ ingar hava eitt væl samanspælt lið, samstundis sum kollfirðingar sjálvandi eru meistarar og hava sítt. Men annars haldi eg, at liðini virka øgiliga jøvn og góð, sigur venjarin hjá StÍF. – Mín vón er so, at vit koma at liggja í tí betra endanum, tí eingin fer ígjøgnum alla kappingina við bara at vinna, so eg vænti, at nógv lið fara at taka frá hvørjumøðrum. Og fyri okkara part vóni eg, at vit fara at taka stig frá nógvum liðum, men nú fáa vit so at síggja, hvussu tað verður. Jónleif aftur í StÍF – Eg havi havt tað øgiliga stuttligt saman við strandingunum, so eg var ikki so ringur at yvirtala, nú teir spurdu, um eg hevði hug at vera venjari hjá teimum aftur, sigur Jónleif Sólsker Málverjar Levi Nybo Eyðfinn Poulsen Útispælarar Fríði R. Djurhuus Rógvi Danielsen Allan Norðberg Steinar Prestá Sveinur Justinussen Marius Joensen Kjartan Johansen Jógvan G. Joensen Borgar Danielsen Alexandur Johansen Jón Rasmussen Kemm Weihe Venjari Jónleif Sólsker