týsdagur 17. september 2013síða 50
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
september 2013
Sosialurin
22
Hondbóltur 2013-2014
Mest vinnandi felagið í føroyskum
manshondbólti hevur síðstu árini verið
í einari uppbyggjandi fasu, og leitast
skal aftur til 2007 fyri at finna síðsta
meistaraheitið, og síðsti steypasigurin
liggur afturi í 2008. Men Kyndil hevur
støðugt tikið seg fram og ætlar nú av
álvara at blanda seg.
– Vit hava styrkt okkum um hópin,
men tað er allíkavæl torført at siga,
hvussu vit fara at klára okkum. Talan
er um eitt lutfalsliga nýtt lið, tí frá
gongd hevur verið stór, og vit máttu
út eftir spælarum, tí ov fáir ungir eru
at taka yvir, sigur Finnur Hansson, sum
aftur í vetur verður spælandi venjari
hjá Kyndli, men hesaferð saman við
Hjalmari Klein Olsen.
– Kyndil vil altíð vera við har
frammi, og vit ætla okkum sjálvandi
í báðar finalurnar. Steypafinalan er
fantastisk at vera við til og hin gevur
møguleikan at gerast meistari. Síðsta
kappingarár endaðu vit í veruleikanum
í toppinum, tí hóast vit blivu nummar
fimm, vóru vit bara heilt fá stig frá
finaluni. Gamaní, er eitt fimta pláss
altíð skuffandi, men vit lærdu nógv og
fingu nógv gott við okkum í fjør, sum
vónandi kemur okkum til góðar í ár.
Finnur ásannar, at tað kennist sum
eitt sindur av einum trýsti at vera
venjari hjá felagnum, sum søguliga
hevur verið tað mest vinnandi við 30
meistaraheitum og níggju steypa
sigrum:
– Nú er eitt sindur síðani síðst, og
av tí at Kyndil er eitt stórt felag, sum
hevur vunnið nógv, eru fólk eisini von
við, at Kyndil plagar at liggja ovast. Vit
trúgva upp á liðið, sum vit hava nú,
men hvussu tað so fer at rigga, fáa vit
at síggja, sigur hann.
Neyðugur styrkur
Tá hugt verður at komandi kappingar
árinum, heldur Finnur Hansson ikki, at
nakað av liðunum kann kallast stór-
favorittur, áðrenn fyrsti bólturin er
spældur.
– Helst verða trý tey fremstu tey
somu sum í fjør, og so koma vit og
strandingar aftaná. Men tað verður
eisini spennandi at síggja, hvat Neistin
og Team Klaksvík fáa burturúr, tí tú
skalt aldrin siga aldrin ella undirmeta
nakran, sigur venjarin hjá Kyndli.
– Men vit koma heilt sikkurt at bíta
frá okkum, og vit ætla sjálvandi at
sleppa so høgt upp, sum tað ber til.
Ein orsøk til, at Kyndil nú noyðist
út um felagið at styrkja seg til koma
ndi kappingarárið, er at nógvir ungir
spælarar fara niður at lesa, og at
felagið ikki hevur nóg mikið av ung
um spælarum, sum kunnu uppviga
frágongdina.
– Vit kunnu velja ímillum annað-
hvørt at styrkja liðið ella at liggja í
botninum, tí veruleikin er, at Kyndil
hevur hálvtannað hondbóltslið í Dan-
mark í lestrarørindum. Tá teir koma
heimaftur, trúgvi eg, at vit klára okkum
við okkara egnu kreftum, tí hetta eru
spælarar, sum vildu styrkt eitt og
hvørt lið, sigur Finnur Hansson.
– Skuldu onkrir av teimum komið
heim á jólum, hevði tað ikki verið so
galið, men tað hava vit ikki við í okkara
ætlanum, tí vit arbeiða fyrst og fremst
við tí fólki, vit hava.
Kyndil dubbar seg
– Vit ætla okkum sjálvandi í báðar finalurnar. Steypafinalan er fantastisk at vera við til og hin
gevur møguleikan at gerast meistari, sigur annar av venjarunum hjá Kyndli, Finnur Hansson
Málverjar
Mladen Mjerimacka
Jan Pauli Johannesen
Útispælarar
Finnur Hansson
Andrias Sólsker
Torvald Abrahamsen
Hjalti Bachmann
Oyvindur Lützen
Regin Fossaberg
Josef Abrahamsen
Sveinur Fuglø
Martin Ritto
David Edvardsen
Ken Zachariassen
Bjarni Sørensen
Tróndur Jensen
Hans Áki Dal-Christiansen
Jens Ingolvur Holm
Venjarar
Finnur Hansson
Hjalmar Klein Olsen