týsdagur 17. september 2013síða 52
Tekstur á síðuni
september 2013
Sosialurin
24
Hondbóltur 2013-2014
Leitast skal ikki so langt aftur í tíðina,
fyri at finna Neistan á tindinum, tí
millum 2008 og 2011 vann felagið
trý meistaraheitið í manshondbólti,
umframt at vinna fýra steypafinalur á
rað frá 2009 til 2012. Áki Mørk, sum
annað árið á rað stendur við venjara
ábyrgdini, var við, tá tað gekk so væl:
– Ja, eg havi verið við í nógv ár,
bæði á liðum, sum hava vunnið alt,
og sum hava bygt upp, og bæði eru
stuttlig, men tað er hvør sítt. Tá tað
gekk væl, var tað ómetaliga stuttligt,
tí liðið var gott og vit komu út í Europa
at spæla, har vit eisini megnaðu at
vinna okkum so langt, sum neyvan
nakað annað føroyskt lið hevur gjørt,
sigur hann.
– Men tað var eisini stuttligt at
vera við í fjør, tá Neistin byrjaði á ber
um, men sum vetrinum leið, fór at
taka stig frá hinum og vinna dystir.
Felagið hevur sett sær fyri at lata sítt
egna fólk sleppa at spæla, og vit eru
enn ikki lidnir at byggja eitt nýtt lið
upp, so málið verður ikki sett hægri í
vetur, tí hetta er framvegis eitt sera,
sera ungt lið.
Áki sigur, at hóast fleiri spælarar
sjálvandi nú hava eitt ár meira í
skjáttuni, enn tá kappingin síðsta
vetur byrjaði, so er tað altso ikki nóg
mikið til, at nøsin skal setast ov høgt
upp, tí framvegis snýr tað seg um
ungar spælarar, sum aftur í vetur
skulu sleppa at royna seg – og fyrst
og fremst vil venjarin, at hesir ungu
spælararnir sleppa at spæla, hava tað
stuttligt og fáa eitt gott upplivilsi.
Mist málmann
– Vit eru komnir væl í gongd og eru
spentir, til kappingin byrjar. Formurin
er við at koma, men tó enn nógv eftir
á mál. Tann tilgongd, vit hava fingið
í ár, er bara ungt fólk í felagnum og
onkur hevur verið á hondbóltsskúla,
so hetta eru alt ungir dreingir um
16-17 ára aldur. Hinvegin so eru tað
royndir spælarar, ið fara burturav, og
onkur fer eisini niður á jólum, sigur Áki
Mørk.
Neistanum eydnaðist í fjør at skava
17 stig saman í teimum 24 dystunum,
og í flestu førum høvdu málmenninir
sín stóra leiklut í, at tað eydnaðist
Neistanum at taka stig í summum
dystum, har fáur hevði væntað tað.
– Málmansspælið var ein lykil
til nógv av tí, sum riggaði, og tá tey
bestu skuldu kjósast, fingu bæði
Bartal Kamban og Mikkjal Hansen
eisini heiður, tí teir og góða verjan
høvdu gjørt tað gott. Nú er Bartal ikki
við, og tað er ein stórur missur, um
framt at nakrir av føstu góðu verju
spælarunum eru burturi, sigur venjarin
hjá Neistanum.
Viðvíkjandi sjálvari kappingini, so
heldur Áki Mørk tað vera rættiliga
torført at meta um, hvørji lið fara at
standa seg væl og ikki, so hann velur
at skjóta breitt:
– Eg vildi tó mett, at fimm lið fara
at taka stig frá hvørjumøðrum og vera
rættiliga góð, meðan vit og Team
Klaksvík koma at vera aftan fyri hini.
Bæði StÍF, Kyndil og VÍF hava styrkt
seg og kunnu saktans gera ein vørr í
ár og bjóða KÍF og H71 av í kappingini
um finaluplássini, sigur hann.
Sama mál aftur í ár
– Vit eru enn ikki lidnir at byggja eitt nýtt lið upp, so málið verður ikki sett hægri í vetur, tí
hetta er framvegis eitt sera, sera ungt lið, sigur venjarin hjá Neistamonnum, Áki Mørk
Málverjar
Mikkjal Hansen
Bjørn M. Mohr
Útispælarar
Rói Berg Hansen
Aleks Buha
Terji Mørk
Teitur Magnusson
Andras Joensen
Jugoslav Djumic
Jón Ludvig
Torstein Balle
Beinur Davidsen
Kristjan Dulavík
Herbjørn Lava
Gilli Lorenzen
Teis Horn Rasmussen
Hjalti í Jákupsstovu
John í Innistovu
Rúni Eliassen
Einar Martin Hjalt
Sjúrður Thomassen
Venjarar
Áki Mørk
Blagoje Buha