hósdagur 19. september 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. septmeber 2013 · Nr. 108
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ítróttur síða 21-23
Hans
Pauli fót
í øllum
málunum
Tíðindi síða 7
Ikki
brúk fyri
skúla í
miðbýnum
Í dagsins blað fortelja vit søguna
um bygningin á Sýnini í Miðvági,
sum er heimið hjá 36 av okkara
eldri borgarum. Tíðarinnar tonn
hevur gjørt seg inn á 41 ára gamla
bygningin, sum krevur umfatandi
ábøtur. Talan er ikki um nakran
nýggjan trupulleika. Í 2008 staðfesti
ein umfatandi gjøgnumgongd av
bygninginum, at her var neyðugt at
gera nakað. Ein av staðfestingunum
í 48 síðu drúgvu frágreiðingini frá
2008 var, at tekjan er ótøtt.
Í dag lekur framvegis á Sýnini.
Nýggj tekja er annars keypt, og
handverkarar hava verið til arbeiðs.
Men av einhvørjari orsøk vóru bara
pengar til at skifta tveir triðingar
av tekjuni. Í túninum standa tveir
plattar við síðsta triðinginum av
tekjuni.
Í summar staðfesti Landsverk
aftur, at tekjan er ótøtt. Enn
manglar ein triðingur av tekjuni
at skiftast, og her lekur. Tað
staðfestir Landsverk also fimm ár
eftir umfatandi frágreiðingina, ið
Landsverk sjálvt stóð fyri.
Okkurt er spinnandi galið, tá
okkara
myndugleikar
arbeiða
á slíkan hátt. Nær er tað blivið
forboðið at hugsa og handla?
Vit eru fullgreið yvir, at her er
talan um pengar, ið skulu játtast. Og
at játtanir skulu haldast. Men máti
skal vera við. Tí hvør tók avgerð
um at skifta tekjuna? Og hví slapp
arbeiðið at steðga, tá triðingurin
manglaði at verða skiftur? Hvar er
fakligi stoltleikin, ábyrgdarkenslan
og sunt vit og skil?
Dømið við tekjuni veksur seg
størri og størri, so hvørt farið
verður longur niður í málið. Tí nú
landsstýriskvinnan fer í løgtingið at
biðja um pengar til mest átrokandi
ábøturnar á heimið á Sýnini, mælir
hon til at taka pengarnar av eini
játtan, sum hevur staðið órørd
síðani fíggjarlógin varð samtykt fyri
níggju mánaðum síðani. Tá játtaði
løgtingið fýra milliónir krónur til at
høvuðsumvæla bygningin á Sýnini.
Tó við tí treyt, at land og kommunur
finna
útav,
hvussu
samlaða
rokningin skal býtast. Tað hava
land og kommunur framvegis ikki
funnið útav, og tí standa tær fýra
milliónirnar óbrúktar. Hóast pengar
mangla til at skifta síðsta triðingin
av tekjuni. Hóast Arbeiðseftirlitið
hóttir við at stongja køkin vegna
vánaliga útlufting og soppavøkstur.
Og hóast rýmingarleiðirnar eru
kavrotnar og vandamiklar at ganga
á. Tí gerst málið á Sýnini eitt dømi,
har bureaukratiið sleppur at liva
sítt egna lív, við høvdinum undir
arminum.
høvdið undir arminum
Í blaðnum mikudagin harm
ast Kári P. Højgaard, sum nú
aftur er løgtingsmaður, um,
at hann verður noyddur at
fáa tvær feitar almennar løn
ir, hóast hann bara hevur eitt
alment starv.
– Tað líkist ongum, at eg
fái dupulta løn, sigur Kári P.
Højgaard við Sosialin, sum
hevur spurt hann um hesi
viðurskifti, tí hann sjálvur
hevur lagt uppskot fram á
ting um at broyta hetta, tá tað
vóru onnur, sum vóru í hans
ara støðu við dupultari løn.
Víðari sigur Kári P. Højgaard,
at hann heldur ikki, at hann
kann gera nakað við tað.
Einaferð
var
Sjúrður
Skaale á breddanum, tí var
skrivaður upp fyri skulk nóg
so ofta í tinginum. Tá varð
eisini brikslað honum, at
hann trekti tingmannaløn
meðan hann røkti fólkatings
starvi fyri Høgna Hoydal.
Tingmenn hava lagað sær
viðurskiftini soleiðis, at teir
kunnu fáa farloyv við løn, tá
teir fara í fólkatingið eisini
við fullari løn.
Men hesum vísti Sjúrð
ur Skaale aftur. Hann hevði
fingið at vita frá løgtings
skrivstovuni, at hann kundi
taka farloyvi við løn fyri at
røkja fólkatingsstarvið. Men
hann vildi ikki hava lønina,
skrivaði hann til løgtings
stjóran.
–
Súsanna
Danielsen,
stjóri, svaraði soleiðis: »Í
fólkatinginum kunnu limir
nir ikki siga lønina frá sær,
men hesa reglu hava vit ikki,
so eg haldi hetta er í lagi.«
So tá tað bar til hjá Sjúrði
Skaale at sleppa frá at fáa
tingmannalønina, man tað
so ikki eisini bera til hjá Kára
P. Højgaard?
...um hann nú veruliga
heldur skipanina vera so ó
rímuliga
Kári kann frásiga sær tingløn
Tað var stjórin á Prentmið
støðini, Christian Nagata,
sum helt, at tað minti um
»konkursryttari«, tá leiðslan
á Dimmalætting í fjør rann
undan stórari rokning og
fór niður til Danmarkar at
prenta blaðið.
Tá var Kjartan Hoydal
skjótur við avtrekkjaranum.
Kjartan Hoydal veit altíð so
væl, og hann vardi Dimmu
ímóti øllum atfinningum
og dømdi Christani Nagata
sum tann ónda.
Men nú er byttan vend.
Nú hevur sjálvt Kjartan
Hoydal funnið út av, at
tað sum Árni Gregersen
og
Eyðfinnur
Reyðberg
royna at gera, er »konkurs
rýttarí«.
Konkursrýttarar verða
persónar róptir, sum tilvit
að spekulera við at lumpa
onnur fólk. Tildømis tað,
sum Árni Gregersen og Eyð
finnur Reyðberg (sum er
frákoyrdur sparikassastjóri
í Klaksvík) nú gera. Teir
ætla at lumpa seg undan
rokningum upp á fleiri mill
iónir – og starvsfólkini fáa
ikki sína løn.
Kjartan Hoydal skrivar
soleiðis á Facebook:
– Seinast í 2012 talaði
eg at, at Christian Nagata
skuldsetti
leiðsluna
á
Dimmalætting fyri kon
kursryttarí. Eg má tíverri
ásanna, at hendingarnar
seinastu dagarnar hava
víst, at Christian hevur rætt
í sínum skuldsetingum...
Konkursryttarar?
Hví skiftir tú ikki síðsta trið
ingin av einum taki, sum lekur
Við at lata onkran annan gjalda allar rokningarnar – ætla hesir báðir sær
at geva Dimmalætting útaftur. Ber tað veruliga til at bera seg soleiðis at?
sms’a
& vinn
Vinn Dreymaferð
fyri 4 til keypmannahavnar gist á crowne plaza
Tit gista á luksushotellinum, Crowne Plaza, og
haðani kunnu tit njóta vikuskiftið í Keypmannahavn
Skriva »sos« í einum sms-boðum og send til 1940
Hvørt sms-boð er lutaseðil í dráttinum, sum verður hósdagin 3 oktober í seinnapartsendingini
á Rás2. Hvørt sms kostar 20 kr (+ vanligan takst)
...jú fleiri sms – størri er møguleikin!