hósdagur 19. september 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. september 2013 · Nr. 108
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Fyribils eru ongar ætlanir
um at byggja fleiri ellis- og
røktarheim í Havn.
Tað ásannar Bjørghild
Djurhuus, forkvinna í Trivn
aðarnevndini hjá Tórshavnar
Býráð.
Nú Býráðið arbeiðir við at
leggja eina langtíðar íløgu
ætlan fyri hetta valskeiðið,
liggur tað ikki í kortunum, at
gera fleiri íløgur í ellisheim,
røktarheim
ella
sambýli,
staðfestir hon.
– Tórshavnar Kommuna
hevur brúkt stóra upphædd
upp á Boðanesheimið og
tað liggur ikki í kortunum,
at meiri peningur verður
settur av til at byggja fleiri
heim, í hvussu so er, ikki í
fyrstu syftu, sigur Bjørhild
Djurhuus.
Forkvinnan í Trivnaðar
nevndini vísir eisini á, at alt
eldraøkið hongur í leysum
lofti í løtuni, tí eingin veit,
hvørja lagnu tað fær og um
tað verður lagt undir komm
unurnar ella ikki.
Fyribils má kortini stað
festast, at eldraøkið er máls
øki hjá landinum.
Verkstova um
eldraøkið
Men at eldarøkið er eitt máls
økið hjá landinum, ætlar hon
ikki at brúka sum umbering
fyri einki at gera.
– Hóast talan er um eitt
málsøki hjá landinum, er
talan um borgarar Tórhavnar
Kommunu og tað mugu vit
hava eina støðu til,
Tí leggur Bjørghild Djur
huus dent á, at hóast talan er
um eitt landsmál, merkir tað
kortini ikki, at spurningurin
ikki verður raðfestur í Tórs
havnar Kommunu.
- Í fyrstu syftu fara vit at
skipa fyri verkstovu í Havn
um eldraøkið og hon verður
væntandi í november ella í
desember.
Á tí verkstovuni skulu
allir partar, sum vara av
teimum eldru, vera við at
leggja sína áskoðan fram,
eitt nú eldrafeløg, Heilræðið,
Tilhaldið, leiðarar á bústov
num, politikarar og onnur.
– Eg haldi, at vit eiga at
hoyra, hvussu tey eldru sjálvi,
og tey, sum vara av teimum
eldru, meta um støðuna.
– Tað, Tórshavnar Komm
una altíð fer at leggja dent á,
er at eldri fólk kunnu vera í
egnum heimi sum longst.
Her verður bæði hugsað
um fyribyrgjandi tiltøk og
ymisk tilboð, kanska í sam
starvi við heimarøktina.
- Eitt nú kann talan verða
um heimatænastur alt sam
døgurið.
Tá ið greiða er fingin á
tí, fara vit taka málið upp
viðvíkjandi teimum, sum ikki
kunnu vera heima.
Bjørghild Djurhuus sigur,
at
á
fíggjarætlanin
fyri
Tórshavnar Kommunu, fer
ein ávís upphædd at verða
sett av til eldraøkið.
aki@sosialurin.fo
Kommunan byggir ikki meira
ELDRARØKT
Hóast bíðilistin
at sleppa inn á
ellis- og røktar
heim er langur,
hevur Tórshavn
ar Býráð ongar
ætlanir um at
byggja fleiri heim
TÍÐINDI
Bíligari at liva í Føroyum
Løgtingkvinnurnar, Bjørt Samuelsen og Rigmor
Dam, hava nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at
fáa landsstýrið at kanna, hvørji tiltøk kunnu setast
íverk fyri at gera tað bíligari at liva í Føroyum
Nýtt kampingpláss
Ætlanin er at gera nýtt Kampingpláss í Havn og
frítíðarøki við Hoydalsá, ímillum Villingadalsvegin og
Sundsvegin. Har verður pláss fyri 23 kampingbilum og
40 kampingvognum, umframt alskyns hentleikum
Heima sum longst
Bjørghild Djurhuus forkvinna í Trivnaðarnevndini
hjá Tórshavnar Býráði, sigur, at í fyrstu syftu
skal dentur leggjast á at skipa fyri, soleiðis at
tey eldru kunnu vera heima sum longst
Áki Bertholdsen
Tað standa yvir 130 fólk á
bíðilista eftir at sleppa inn á
ellis- og røktarheim í Havn.
Tað vísa tey nýggjastu tøl
ini hjá Sosialu Deild hjá Tórs
havnar Kommunu.
Sostatt kann staðfestast,
at hóast Tórshavnar Komm
una akkurát hevur bygt
nýggjan, stóran bústovn til
eldri, Boðanesheimið, hevur
tað bara tikið broddin av
tørvinum.
Tá ið heimið varð tikið
í nýtslu, minkaði bíðilistin
nakað væl, men longu nú er
hann við at vera líka langur
aftur.
130 á bíðilista
Á Sosialu Deild hjá Tórs
havnar Býráð, verður stað
fest, at har standa yvir 130
fólk á einum lista yvir fólk,
sum tað verður mett, hava
tørv á at sleppa á ellis og
røktarheim.
Av teimum hava 60 fólk
ein bráðneyðugan tørv á at
sleppa á eitt heim.
Tað er ein nevnd av ser
kønum, sum metir um, hvør
hevur tørv á at sleppa á
bústovn at búgva.
Á bíðilistanum hjá Tórs
havnar Kommunu, verður
mett, at 35 minnisveik fólk
hava tørv á at sleppa á á heim
fyri minnisveik.
Av teimum verður mett,
at 17 hava bráðneyðugan
tørv á at fáa búpláss á heimi
fyri
minnisveik
og
har
afturat standa tvey fólk á tí
bráðneyðuga bíðilistanum, tí
tey hava tað, tey nevna ”fron
tal-demens”, ið krevur serliga
nógva røkt og umsorgan.
Harafturat verður mett,
at 41 fólk standa á bíðilista
yvir fólk, sum hava tørv á at
sleppa á røktarheim.
Av teimum hava 24 fólk
bráðneyðugan tørv at sleppa á
eitt heim, sigur Sosiala deild.
Men tey hava eisini ein
lista fyri fólk, sum hava tørv
á at sleppa á ellisheim. Á tí
listanum standa gott 60 fólk
og av teimum verður mett, at
17 fólk hava bráðneyðugan
tørv á at sleppa á ellisheim.
Hetta er ein bólkur av
fólki, sum klára seg nakað
sjálvi, men har tað er neyð
ugt við hjálp til ymisk viður
skifti, men har tað verður
mett, at tey eiga at vera á
ellisheimið.
Afturat hesum bíðilist
unum, hevur Tórshavnar
Býráð ein langan lista av
umsøkjarum, sum hava søkt
um búpláss, men har fakliga
visitatiónsnevndin metir, at
tey hava ikki tørv á at fáa
stovnspláss.
Sosiala deild sigur, at tá
ið mett verður um tørvin,
verður eina heildarmynd
gjørd av umstøðunum.
Í hesum sambandi verður
mett um kropsligu og sálar
ligu støðuna, umframt tey
sosialu viðurskiftini – og tað
eru eisini nøkur eldri, sum
ikki vilja vera einsamøll, tí
tey eru bangin.
130 fólk á bíðilista
ELDRARØKT Spildurnýggja Boðanesheimið hevur bara tikið toppin av tørvinum á røktarheimsplássum í Havnini
Langur listi
Boðanesheimið er stór, men longu nú er bíðilistin at sleppa inn á ellis- og røktarheim í Havn, rættiliga langur