Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 108 · 20. september 2013 2 VIKUSKIFTI So havi eg roynt tað, verið á ættarstevnu. Sera spennandi og hugtakandi at síggja 350 fólk í øllum aldrum, frá fólkum mitt í nítiárunum og heilt niður til nakrar fáar viku gomul børn, øll runnin av somu rót. Havi ofta hoyrt um ættarstevnur. Fólk hava greitt frá, hvussu fantastiska góðar hesar løtur hava verið. Sum við mongum, tú sjálv ikki hevur roynt, so havi eg lurtað eftir frásagnunum uttan at skilja tey djúparu løgini. Men nú eg sjálv havi upplivað eina slíka løtu, skilji eg tey so væl. Í 7-8 tímar fekst tú eina kenslu av at hoyra til og einum samanhaldi millum fólk, skapt av felags ílegum og blóði. Umframt at vera føroyingur eisini ein serstakur, stórur bólkur. Nøkur av fólkunum kendi eg. Onnur mær púra fremmand. Tó kendi tú í andlitunum aftur eyguni, nøsina ella kanska pannuna. Gongulag og medferð fortaldu eisini um ættarbregði. Eg eri so takksom fyri tey fólkini, sum hava minnið og evnini til at goyma søguna til okkum. Sum skriva niður og fortelja. Sum leita í gomlum skjølum og gera fortíðina livandi. Hóast tíðarskeiðið frá 1838 til dagin í dag bert er ein stutt løta í tíðarinnar havi, so eru broytingarnar ófatiliga stórar og nógvar. So ótrúliga spennandi at hoyra frásagnir frá gomlum døgum, og tey eldru siga bæði skemtiliga og álvarsliga frá. Og tú mást undrast yvir, hvussu væl menniskjan hevur dugað og dugir at laga seg til broytingar og framburð. Hvussu tann síðan verður í framtíðini er stóri spurningurin, tí í dag skriva nakrir av klóku heilunum í útlondum, at allar møguligar skipanir og eftirlit eru um at yvirhála okkum og eru uttan fyri hvat tey, ið hava ábyrgdina og stýra samfeløgunum, røkka og fata. Ein tanki, sum eg ikki tími at hugsa til endan. Eg havi fyrr skrivað um, at vit eiga fólk ímillum okkum, sum altíð eru so umhugsin, og ongin uppgáva tykist teimum ov stór. Sum nú hesar mongu ættarstevnurnar, sum før­oy­ ingar taka so væl undir við. Tey skipa fyri, bjóða fólki at seta seg til borðs og bara njóta dagin. Og eg havi eina turkatrúgv uppá, at hóast vit í framtíðini fara at hava allar hugsandi og óhugsandi háttir at samskifta, so vænti eg, at persónliga samveran altíð verða nakað serstakt. Tíbetur. Ættin úr øllum ættum Føroyskur filmur á Tjóðpallinum Leygarkvøldið og sunnukvøldið ber til at síggja seinastu stuttfilmarnar hjá Sakaris Stórá á Tjóðpalli Føroya. Nýggi filmurin hjá honum kallast Vetrarmorgun og er framhald av filminum summarnátt. Báðir filmarnir verða sýndir Tjóðpallinum um vikuskiftið. Eftir sýningarnar tosar Brynhild Thomsen við Sakaris Stórá, Armgarð G. Mortensen og Helenu H. Jørgensen. Vetrarmorgun Tjóðpallur Føroya Leygarkvøldið 21/9 og sunnukvøldið 22/9 Noam vitjar í Føroyum Drenge Som Mie og Elskovspony vóru tveir av sangunum, sum poppbólkurin Johnny DeLuxe varð kendur fyri. Bólkurin, sum ikki longur er virkin, hevur framført í Føroyum, og nú kemur sangarin í bólkinum, Noam Halby, til Føroya at framføra. Noam verður í Borgin á Tvøroyri fríggjakvøldið og í Rex í Havn leygarkvøldið. Noam Halby Borgin fríggjakvøldið 20/9 Rex leygarkvøldið 21/9 Fólkafundur í Klaksvík Um vikuskiftið er tiltakið Fólkafundurin. Hesaferð verður tiltakið hildið í Klaksvík, har báðar ítróttarhallirnar verða brúktar. Á fólkafundinum luttaka politiskir flokkar, felagsskapir og onnur, og hugskotið er at fáa í lag samskifti millum myndugleikar, politikarar, feløg og persónar. Fólkafundurin 2013 Klaksvík Fríggjadagin 20/9 og leygardagin 21/9 Svingandi poppur í Spaniastovu Leyagrkvøldið hevur bólkurin Quarter To Three konsert í Spaniastovu í Klaksvík. Quarter To Three er bólkur úr Klaksvík, sum í summar hevur verið nógv at hoyra við sanginum “Eg vildi bara”. Bólkurin spælir popptónleik, sum eisini fær íblástri fær eitt nú jazzi og øðrum tónleikastílum. Quarter To Three Spaniastova í Klaksvík Leygarkvøldið 21/9 kl. 21.00 Lena og HOGNI ókeypis Leygarkvøldið spæla Lena Anderssen og HOGNI ókeypis konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hetta er eitt av tiltøkunum á Mentanarvikuni hjá fuglfirðingum. Bæði Lena og HOGNI hava ferðast víða við teirra tónleiki, og tey hava givið viðurkendar fløgur út seinnu árini. Lena og HOGNI Mentanarhúsið í Fuglafirði Leygarkvøldið 21/9 kl. 19.00 klumma Simona Weihe