Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. september 2013 · Nr. 110 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Alfred Olsen Kjak síða 25 Snið­ álop á Skála­ fjørð­in Levi Mørk Kjak síða 23 The Muppet Show So hendi tað, sum eingin hevði rokn­að við, at Dimmalætting fór í søg­una. Hesin risin í før­oysk­ari blað­søgu og miðl­as­øgu, sum var so nógv størri og nógv sterkari enn øll hini bløð­ini. Blaðið sum í væl­ makts­tíð­ini hjá Sam­u­el­sen-fam­ilj­ uni – serliga hjá Ge­org Lind­en­skov Sam­u­el­sen – var nógv størri og nógv sterk­ari enn øll hini bløðini Føroyum til­sam­ans. Men gongdin seinastu árini hev­ ur ver­ið eyðsýnd. Gomlu eig­ar­ar­nir hava ikki til­lagað seg broytt­ar um­ støður – og bein­leið­is skeiv­ar av­ gerð­ir, sum áttu at fing­ið av­leið­ing fyri nevnd og leiðslu fyri fleiri árum síðani førdu til, at gomlu eig­ar­ar­ nir mistu alt, tá felagið misti all­an parta­pen­ingin, sum fá ár framm­ an­und­an kundi verið seldur fyri í minsta lagi hálvt­hundr­að milliónir krón­ur. Nýggi eigarin gjørdi ongar munagóðar broyt­ing­ar, men helt fram í sama spori, og tí bar ikki til at sleppa undan húsaganginum. Tað sigst, at tað var V. U. Hamm­ ers­haimb sum á stovnandi fundi í 1877 skjeyt upp, at nýggja blað­ið Amts­tid­en­de for Færøerne, skuldi hava vakra hjánavnið Dimma­lætt­ ing – tí at fáa ein miðil, um enn tað varð ein mið­il, sum vardi tað danska og strídd­ist ímóti tí føroyska, so var tað ein fólkaræðisligur sigur og eitt fram­stig so stórt, at samtíðin í dag hev­ur ilt við at fata tað. Vit hava so mangan á hesum stað víst á ta stóru kappingaravlaging, sum privatu miðlarnir hava, tí at pol­it­ik­ar­ar ikki hava rygg til at geva al­menna kring­varp­inum søm­u­lig­ ar um­støð­ur, soleiðis at almenna skatta­fíggjaða public servicevarpið kundi sloppið undan at stríðst fyri lív­i­num við at brúka al­menn­ar peng­ar til at kvala privatu miðl­ar­ nar. Men tað er ikki trupulleikin í sam­bandi við Dimmalætting. Før­ oya – í nógv ár – fremsti miðil er far­in á hús­a­gang vegna eina røð av skei­v­um leiðsluavgerðum. Tey siga sjálvi, at tann fyrsta skeiva avgerðin var uppkeyp av tveimum bløð­um, sum øll í vinnuni áttu at vit­að ikki kundu halda fram. Fyri tað næsta hevur leiðslan ikki til­ lagað útgávutíttleikan eins og at ums­tilla seg til talgildar miðlar. At tað hevur kostað 50 milliónir krón­ur meira at givið Dimmalætting út enn Sosialin seinastu fáu árini er kanska nóg góð frágreðing. Vit vóna, at Dimmalætting kann end­ur­reis­ast. Men tað má verða á ein­um burð­ar­dygg­um grund­ar­lag. Gamli risin er fallin Í september fær Stuð­uls­fel­ag­ið fyri Heilbrigdi vitjan av Krist­ inu Hermann úr Dan­mark, sum er Cand. Psych. og psyk­ o­te­r­apeut. Hon hev­ur holl­ar royndir inn­an við­gerð fyri avvarandi hjá alkoholikarum. Í annaðkvøld heldur hon fyr­i­lestur í hølunum hjá Starvs­mann­a­fel­ag­num um fólk, sum eru vaks­in upp í familju við alk­o­holøtrup­ul­ leik­um. At vaksa upp í eini familju, har alk­o­hol ella onn­ur rús­ evni valda, kann elva til nógv­ ar ymiskar trupulleikar, bæði í barnaárunum og ung­dóms­ár­ u­num; men ikki minst seinni í lívinum. Kristina Hermann kemur úr Danmark. Hon er Cand. Psych og psyko-terapeutur og hon hevur hollar royndir inn­ an viðgerð fyri avvarðandi hjá alkoholikarum. Fyrilesturin vil lýsa teir mest vanligu trupulleikarnar, ein kann hava sum vaksin. All­ar vísindaligar kanningar skjal­prógva, at børn, ið vaksa upp í eini familju við slíkum bind­ing­um, hava eitt lágt sjálvs­virði, duga illa at hava um­sorgan fyri sær sjálvum, men eru alt ov trúgv og um­ hygg­in mótvegis øðrum. Tey kunnu hava trupulleikar við at knýta seg seg til onnur og at hava tætt samband við onnur menniskju. Tey kunnu bera seg ógvusliga at kenslu­liga, tá ið tey kenna seg svik­in og í sambandi við at taka í móti atfinningum. Tey kunnu hava fatan av, at tey skul­u klára alt sjálvi, tá ið tey hava mótgongd í lívinum, og kenna seg virðisleys fyri øðrum. Tey flestu, sum eru vaksin upp í heimum við slíkum trupulleikum, hava í størri ella minni mát ment »pínukropsatburð«. Alkoholtrupulleikar í uppvøkstri Fyrrverandi blaðstjóri og eig­ ari á Dimma­lætting, Be­ate L. Sam­u­el­sen boðaði fríggj­a­ kvøld­ið í sjónvarpinum frá, at hon hetta kvøldið fyri triðju ferð í lív­i­num var í Klaksvík. Hon er Føroya fyrsta kvinna, sum er útbúgving journ­a­list­ur. Hon hevur starv­ ast á Dimma­lætt­ing í 46 ár. Hon var á­byrgd­a­r­blað­stjóri á Dimmalætting frá 1995-2001. Men hon var ongantíð í Klaks­vík, meðan hon var blað­stjóri. Hon var einaferð við Honnu Lisberg á Við­ar­eiði í 80'unum, men tá hon fyri nøkrum fáum árum síð­ani skuldi til Klaksvíkar at hyggja eftir leikinum hjá Eyð Matras, kundi hon ikki koyra sjálv. Tí hon fann ikki til Klaks­vík­ar, segði hon. Tí mátti hon hava ein foto­graf við sær, sum fann til Klaks­vík­ar. Vónandi kom Beate aftur til Havnar í øllum góðum. Beate fann ikki til Klaksvíkar Í dag gevur Posta út nýggj frí­merki, sum mynda á­vik­a­vist list hjá Olivur við Neyst og jólaevangeliið. E v n i s h e i m u r i n hjá Oliv­ur við Neyst er ser­liga bý­ar­um­ hvørv­ið og manna­ heim­urin - men eis­ini frá­brigdi í náttúruni finst í hansara lit­fagra mynda­heimi. Ol­i­vur fæst eis­ini við akv­a­rel­ lmáling og hev­ur gjørt hópin av bók­a­myndum úr før­oyska umhvørvinum. Lista­frí­merk­ini sýna tvey dømi um myn­d­a­heimin hjá Olivur við Neyst, “Sólskin” frá 1987 og “Vest­ ar­a­vág” frá 1989. Virð­ini á frímerkjunum eru 19,00 og 38,00 kr. Ársins jólafrímerki við súm­b­olsku myndunum hjá Ed­wardi Fuglø av Jesu føðing ímynda sam­an við tekstinum ein djúp­an menniskjaligan og eks­i­sten­ t­i­ell­an veruleika – longsilin eft­ir rættvísi, friði og gleði á lívs­ferð­ini gjøgnum ein órætt­vísa­n, ófriðarligan og ótryggan heim. Á fyrstu myndini sæst, at rúm fyri gleð­i­boðskapinum bert er í einum fjósi millum hús­djór­ini. Úr rúmdini í erva held­ur stjørnan á at lýsa og boðar frá tí nýggja veru­leik­a­num. Á næstu mynd­ini hevur Jósef tikið stav­in í hond, og fevnandi við arminum um herðar Mariu er hann nú tilreiðar at leiða familju sína fram gjøg­n­um lívið. Virðini á frímerkjunum eru 7,00 og 12,50 kr. Frí­ merkja­hefti og tvey post­ kort verða somuleiðis út­ giv­in. Jólaevangeliið á frímerki Tað var 50 mió kr dýrari at geva Dimmu út enn Sosialin