Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-23, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 39 | 23. september 2013 Ókeypis lýsingarblað 4 Sjeynda X Factor kappingini í Dan­ mark er fyri framman, og nú er greitt, hvørjir dómararnir verða hesaferð. Thomas Blachman, Lina Rafn og Remee, sum vóru dómarar í fyrstu kappingunum, eru nú aftur savnað og skulu meta um lut­tak­ ararnar hesaferð. – Vit hava havt eitt stórt ynski um at fáa tey viðaftur. Tey vóru við til at leggja grundarlagið undir kappingini, og tey skaptu sjónvarp av besta slagi. Nú eru fimm ár liðin, síðani tey vóru við seinast, og vit rokna við, at tey fara at skapa eitt gott dómarapanel í komandi kapp­ ing, sigur Rasmus Ladefoged, sum er undirhaldsleiðari í DR. Nógvir føroyingar hava roynt seg í donsku X Factor kappingini, og føroyska Linda Andrews er ein av teimum seks vinnarunum, sum hava verið higartil. Upptøkuroyndirnar til nýggju X Factor kappingina byrja 24. september, og sjálv sjón­varps­ kappingin byrjar á nýggjárinum. Remee aftur í X-Factor Øll 43 limalondini í europeisku fót­bólts­samgonguni, UEFA, samd­ ust í farnu viku um, at HM-kapp­ ingin í fótbólti, sum í 2022 skal vera í Qatar, eigur at flytast frá summar­mánaðunum til januar ella februar. Tí mælir UEFA til, at ein nevnd verður sett at kanna ymsar møguleikar fyri at flyta HM-enda­ spælið. Orsøkin til ynskið um at flyta HM, er øgiligi hitin í Qatar í juni og juli, tá HM plagar at vera, sum kann koma heilt upp í 50 stig. Samstundis mótmæla fleiri av stóru fótbóltskappingunum í Europa ætlanini hjá UEFA, tí verður HM-enda­spælið flutt til januar, fer tað at kvetta kappingarárið sundur í tvey. Vilja flyta HM í 2022 til januar Sangleikir og dansifilmar sum Satur­ day Night Fever, Mamma Mia, Grease, Dirty Dancing og Fame eru farnir í søguna sum sannir tónleikaligir klass­ ikarar, og øll dansihugað kunnu upp­ liva hesar klassikararnar live í høll­ini á Hálsi 26. oktober. Háaktuelli og orkufulli hittbólk­ urin Flamma fer at standa fyri undir­ haldinum hetta heilt sermerkta kvøld­ ið. Við Flammu verða gestasangarar, sum fara at royna seg í leiklutinum sum m.a. supersjeikurin John Travolta. Bólk­urin venur longu nú mongu hittini, ið verða at hoyra. Disco-tónleikurin hevði sína stór­ tíð frá 1975 til 1980. Kendastu sang­ leikirnir frá hesum tíðarskeiði eru Satur­day Night Fever og Grease. John Travolta spældi mannligu høvuðs­leik­ lut­irnar í báðum filmunum, og Oliva Newton-John varð stórliga fagnað fyri sín leiklut í Grease. Musical Dance Night verður ein fagnaðarstund, har góður tónleikur, gott lag og stuttlig fólk fara at seta dags­skránna. Dyrnar lata upp kl. 23.00, og dansað verður til kl. 04.00. At­gongu­merkir á 250 kr. eru at fáa á Kunn­ingarstovuni í Havn. Tey fáast eis­ini við dyrnar. Síðan kunngjørt varð síðst í august, at Musical Dance Night verð­ur, hava bæði arbeiðspláss, bindi­klubb­ar og vina­skarar ognað sær atgongu­merkir, so umráðandi er at keypa atgongu­ merki í góðari tíð. Okkurt arbeiðs­pláss ognaði sær beinanvegin 50 at­gongu­ merkir til starvsfólkini. OKKARA stuðlar Musical Dance Night. Musical Dance Night á Hálsi 26. oktober Leygarkvøldið 26. oktober skipar Kyndil fyri einum lekrum og festligum Musi­cal Dance Night-dansikvøldi í høllini á Hálsi. Flamma spælir sam­an við gestasangarum musical-klass­ik­arar, og DJ Drewsen poppar við síni rock- og disco-samling Flamma spælir sam­an við gestasangarum musical-klass­ik­arar, og DJ Drewsen poppar við síni rock- og disco-samling