Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-23, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 39 | 23. september 2013 Ókeypis lýsingarblað 6 Kenda danska tónleikablaðið Gaffa ger nógv burtur úr Teiti, nú hann aftur er frammi við nýggjari útgávu. Gaffa hevur fyrr skrivað nógv um Teit og fylgir yvirhøvur væl við honum. Gaffa.dk hevur vitjað Teit heima á Velbastað og blaðið ummælir eisini nýggju útgávuna og hevur grein um vitjanina. Í ummælinum verður millum annað sagt um Story Music, at hóast útgávan er innspæld á gamlari ísfabrikk, so er útgávan á ongan hátt køld. Heldur hálovar ummælarin breiddini, ið tónleikaliga fevnir heilt frá tí minimalistiska, til stóru tónleikalandsløgini, har mong ljóðføri eru í nýtslu. Teitur fær í Gaffa.dk 4 stjørnur av 6 møguligum fyri Story Music. Fýra stjørnur til Teit 30. juni var fólkatalið í Føroyum 48.424. Tað vísur uppgerð hjá Hagstovuni. Í tólvmánaðar skeiðinum frá 1. juli 2012 til 30. juni 2013 var burðaravlopið 233 og nettoflytingin -211. Fólkatalið vaks sostatt við 22 fólkum. Høvuðsstaðarøkið, Norðoyggjar og Suðuroy vuksu, meðan Eysturoy, Sandoy, Vágoy og Streymoy uttan fyri høvuðsstaðin minkaðu. Fólka­ talið vaks Hóast hetta er triðja árið á rað, at skipað verður fyri stóru fitnessk­app­ ingini, er hetta annað árið, at Jákup Jacobsen og Jákup Suni Berg eru fyri­ skiparar. Til kappingina fyrr í ár vóru 11 luttakarar, og tað talið ynskja fyrireikararnir verður hægri næsta ár. - Tað hevði verið stuttligt um fleiri luttakarar vóru. Tað optimala hevði verið, um vit høvdu eina kapping við 10 monnum og 10 kvinnum, og tað er eisini tí, at vit fortelja fólki longu nú, um at kappingin verður aftur, sigur Jákup Jacobsen og leggur afturat: - Til kappingina í ár høvdu vit bara tvær vikur, frá tí vit fingu at vita, at vit skuldu standa fyri kappingini, og til hon fór av bakkastokki. Tískil var ikki so góð tíð til at gera tær ymsu fyrireikingarnar, men enn minni, um tú ynskti at luttaka í kappingini. Tí kunnu fólk longu nú venda sær til okkum fyri at hoyra, hvussu kappingin fer fram, greiðir Jákup Jacobsen frá. Nýggj grein við Nakrar broytingar verða í kappingini næsta ár samanborið við í ár, tá kappingin var. - Tað hevur verið soleiðis, at allar greinar, sum annars plaga at vera fastur partur í eini slíkari fitness­kapp­ ing, hava ikki verið í teimum báðum kapp­ingunum, sum hava verið higartil. Tað er greinin chin-up, sum ikki hevur verið við, men í mai mánaði er chin- up tikið við eins og hinar greinarnar aftur eru við, sigur Jákup Jacobsen og forklárar, at í tí greinini hálar luttakarin seg upp um eina stong, soleiðis at høk­an kemur upp um stongina. Kappingin fer fram soleiðis, at kapp-ast verður í trimum umførum. Fyrst skulu luttakararnir vísa seg í bikini ella svimjibuksum. -Her snýr tað seg bara um útsjónd. Dómararnir hyggja eftir, hvussu sym­ metr­iskur kroppurin er. Tað vil siga, at javnvág skal helst vera millum yvirk­ ropp og undirkropp, sigur Jákup Jacob­ sen. Í øðrum umfari eru tvær greinar í einum; chin-up og dips. - Hesar greinarnar eru lagdar saman, og tað verður ein minuttur ímill­um hesar báðar greinarnar, for­ tel­ur Jákup Jacobsen. Seinasta umfarið er rógving, har lutt­akararnir sita á rógvimaskinum og rógva upp á tíð. Fimleikarar og svimjarar fyrimun Jákup Jacobsen vónar, at umframt lut­takararnar í ár, verða eisini nýggj andlit at síggja til kappingina í mai. - Tað hevði verið stuttligt, um fleiri løgdust afturat. Kappingin var hørð og jøvn seinast, og skal støðið haldast, er neyðugt, at bæði nýggir og fyrrverandi lut­takarar hava góða tíð til at fyrireika seg við bæði kosti og venjing, sigur Jákup Jacobsen. Hann vísir á, at talan ikki er um eina kapping í bodybuilding, sum fleiri fólk annars halda. - Tað snýr seg um at vera sunnur og væl fyri. Tú skalt hava vøddar og onnur skulu hugsa “wouw ein flottur, sterkur persónur”, sigur Jákup Jacobsen. Hann heldur, at ávís ítróttarfólk hava ein fyrimun til eina kapping sum hesa. - Fimleikarar og svimjarar kunnu klára seg heilt væl til eina slíka kapping, tí tey hava eina grundstyrki, sum ger tað lættari hjá teimum, tá tey fara undir at venja miðvísa styrki fyri at vera við í kappingini, fortelur Jákup Jacobsen, sum tó vísir á, at Fitness Føroyar 2014 ikki er fyri ein ávísan málbólk. - Kappingin er fyri øll, sum hava hug, eru ágrýtin og hava treiskni til at venja og eta rætt fram til kappingina. Ynskið er, at øll skulu kunna vera við, og nú hava tey í hvussu er góða tíð til at fara undir fyrstu venjingarnar. Fitness Føroyar verður í mai Nú er greitt, at tann triðja Fitness Føroyar kappingin verður í mai mánaði 2014. – Vit vilja longu nú boða fólki frá, nær kappingin verður, soleiðis at eisini nýggir luttakarar longu nú kunnu fara undir fyrstu fyrireikingarnar, sigur Jákup Jacobsen, sum saman við Jákup Suna Berg skipar fyri Fitness Føroyar 2014