mánadagur 23. september 2013síða 40
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 39 | 23. september 2013
Ókeypis lýsingarblað
8
Í juni í ár komu 38 lærarar út
av Námsvísindadeildini á Fróð
skaparsetrinum við læraraprógvi.
Skúlablaðið hevur verið í sambandi
við 31 teirra. Nógv tey flestu hava
søkt lærarastarv, men langt frá øll
hava verið so heppin at fáa starv.
Tá ið lærarastørvini vóru lýst leys
fyri summarfrítíðina, høvdu 11
fingið starv, fleiri teirra fulla tíð;
síðan hava seks afturat fingið
lærarastarv, harav ein fast starv.
Fimm lærarar hava umframt fingið
stutttíðarvikariat ella nakrar tímar
um vikuna. Átta lærarar hava ikki
fingið starv, seks hava av ymiskum
orsøkum ikki søkt starv, fýra eru
farin undir víðari lesnað, og tvey
hava ætlanir um at fara at lesa
víðari. Tey, sum eru farin undir víð
ari lesnað, eru øll farin undir út
búgving, sum kann brúkast saman
við læraraútbúgvingini.
Helvtin av
nýggjum
lærarum
fingið
stav
Ein bólkur við verkfrøðingum í
Utah í USA hevur seinastu árini
kannað, um ein øking í ferðini, sum
bilar kunnu koyra á motorvegnum,
gevur fleiri óhapp. Niðurstøðan
hjá teimum er, at 128 km/t var
optimalan ferðin og gav heldur
færri óhapp enn 121 km/t. Sam
bært verkfrøðinginum John Glea
son merkir ein hægri loyvd ferð,
at bilarnnir hava javnari ferð á
motorvegnum, og tað er minni
vandamikið, enn tá bilar koyra við
ymiskari ferð. Eftir kanningin er
mest loyvda ferðin á vegum fleiri
vegateinum í Utah hækkað upp í
128 km/t mph. Í USA annars er
mest loyvda ferð á motorvegum
vanliga 121 km/t.
Hægri
ferð geva
færri
óhapp
Oktoberfest er ein veitsla, sum hevur
sín uppruna í Týsklandi, og sum fær
fólk í sera gott lag. Oktoberfest-
tiltøk eru síðst í september og fyrst
í oktober. Skipað varð fyrstu ferð fyri
Oktoberfest í München fyri 200 árum
síðan, og síðan hava tiltøk av hesum
slag breitt seg um allan heim.
Føroya Bjór skipar fyri tiltakinum
í Dansifrøi 28. september og hevur
bryggjað eina serliga bjór til kvøldið.
Hetta er fyrsta ferðin, at skipað
verður fyri Oktoberfest í Føroyum,
og bryggjaríið ætlar, at fólk skulu fáa
eina kenslu av at vera stødd mitt í
München.
Hølini í Dansifrøi verða prýdd við
bláum og hvítum, ið eru litirnir, sum
altíð eyðkenna Oktoberfestir, og
langborð, verða sett upp til gestirnar
at sita við, tað er Prýðlist við Tórunn
Lassen sum pyntar hølini. Brøðunir
Rasmus og Magnus Magnussen fara
at undirhalda, og Die Färöische Tyroler
Band spælir tyrolaratónleik.
Trubadurarnir Sámal Ravnsfjall
og Ronnie Nielsen verða eisini til
dystin fús og føroyskur felagssangur
verður eisini. Hotel Hafnia hevur sett
saman eina leskiliga týska buffét
við m.a. kryddaðari Gullah-suppu,
bratwurst, sauerkraut og Eisbein ella
Schweinshaxen. Serverað verður í
Dirndlkleid og Lederhosen.
Dyrnar í Dansifrøi lata upp kl.
19.00, og borðhaldið varar til kl.
24.00. Atgongumerkið kostar 295
kr. Íroknað kostnaðin er ein litur av
Oktoberfest-øli, matur, undirhald,
góður tónleikur og ókeypis atgongd
til Luux, um tú møtir upp har áðrenn
kl. 01.00.
Atgongumerkini kunnu keypast í
Fasthandlunum frá í næstu viku.
OKTOBERFEST
í Dansifrøi 28. september
Heystið stendur fyri framman, og hetta verður
fagnað í Dansifrøi leygarkvøldið 28. september,
tá Føroya Bjór skipar fyri eini rimmar Oktoberfest
við góðum øli, týskum mati og nógvum
festligum tyrolaratónleiki og føroyskum sangi.
Vilmund Jacobsen
P/F Jógvan Weihe er eitt kent navn
innan sølu- og handilslív í Føroyum.
Stovnarin av fyritøkuni, Jógvan
Weihe, arbeiddi sjálvur sum ferðandi
sølumaður fyri ymiskar heilsølur í
mong ár. Her kom hann at kenna nógv
fólk kring landið, áðrenn hann stovn
aði sína egnu fyritøku - P/F Jógvan
Weihe - í 1991.
Tað var við rættiligum áræði og
áhaldni, at Jógvan saman við konu
síni Hildibjørg bygdi upp sítt egna
virki, sum í dag telist millum kendastu
handilsfyritøkur av sínum slag í Før
oyum.
Síðan 2004 hevur P/F Jógvan Weihe
hildið til í stóra virkisbygninginum við
Stiðjagøtu í Havn. Handilsbygningurin
rúmar einum hópi av ymiskum vørum
og hevur umboð upp á mangt millum
himmal og jørð - alt frá hosum til
plattar av hoyggi og stórar Viksund
bátar.
Í handlinum er eisini ein rúgva
av bæði arbeiðs- og frítíðaklæðum
at finna av kendum merkjum sum
Bergans, Helly Hansen, Fjällräven og
Columbia. Eisini umboðar fyritøkan
svensku arbeiðsklæðini Tranemo.
Fyritøkan er eisini kend fyri sítt
stóra úrval av fiskireiðskapi, bæði til
vinnu og frítíðarfiskiskap.
Fyri at taka burtur úr rúgvuni kunnu
vit nevna, at fyritøkan eisini selur
ruskíløt, fløgg, skógvar og stivlar,
vakummaskinur, grillir og terassu
hitarar.
Í dag eru tað synirnir hjá Jógvani og
Hildibjørg, sum reka fyritøkuna - við
Handilin hjá Jógvan Weihe
rúmar einum hópi av vørum
Fyritøkan í Stiðjagøtu í Havn, sum er veitari av øllum hugsandi og óhugsandi
til frítíðarfólk og vinnu, er ein av teimum kendu av sínum slag í Føroyum
Ólavur Weihe, stjóri