Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-23, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2013síða 42

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 39 | 23. september 2013 Ókeypis lýsingarblað 10 Lýs teg sjálvan við trimum orðum: Litrík. jalig og entusiastisk. Hvat merki er bilur tín? Citroen C3. Hvat merki er telefon tín? Nokia. Hvør er tín besta summarfrítíðaruppliving? Havi havt sera nógvar upplivingar í míni summarfrítíð, men tað sum hevur sett seg fastast í mín hugaheim, er ein ferð í Rumenia, meðan Ceauseacu stýridi við harðari hond, og kommunisman valdaði ... og so ein rundferð í Egyptalandi saman við foreldrunum. Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? Eingin trupulleiki. Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Tað, sum eg allarfyrst leggi til merkis, er útsjóndina, men tá tað er sagt, so er tað dygdirnar hjá viðkomandi persóni, sum hava týdning. Hvat ger teg í góðum lag? Tá ið nógv stuttligt er á skránni, og eg kann vera saman við fólki, sum eg havi tað gott saman við. Hvat stressar teg? Órættvísi og ógoldnar rokningar. Hvør er tín yndisrættur? Ræst kjøt. Hvat gleðir teg? At gera mun, har eg eri. Hvat var seinasta ynskið, sum tú fekst uppfylt? Eg arbeiði altíð fram ímóti at fáa míni ynski uppfylt. Tað seinasta ynski, ið varð uppfylt, fari eg at halda fyri meg sjálva. Hvar arbeiðir tú? Sum persónur eri eg als ikki 8-16... havi valt at havi ymisk arbeiði. Eg arbeiði sum sjúkrarøktarfrøðingur í kommunulæknaviðtalu, sum sjúkrarøktarfrøðingur hjá 10 ungum lættari menningartarnaðum, sum fríyrkisfólk í Svf 3-2 og sum altjóða dómari í fimleiki. Hví valdi tú at arbeiða innan júst hesa vinnu ella øki? Ein góður spurningur... men ok ... eg vildi útbúgva meg í Føroyum og helt, at teir møguleikar, ið vóru, vóru Læraraskúlin og Sjúkrasystraskúlin. Eg søkti inn á báðar stovnar, fekk játtandi svar frá báðum, valdi Sjúkrasystraskúlan. Tað hevur víst seg at vera rætta valið, tí eg havi fingið nógv avbjóðandi og spennandi størv við mínari útbúgving. Hvør er stuttligasta uppliving tín í starvinum? Havi havt nógvar stuttligar upplivingar, men at síggja entusiasmuna hjá teimum menningartarnaðu er nakað, sum eg havi fingið mikla gleði av. - Harumframt má eg nevna, at tað at starvast í Svf 3-2, er nakað heilt serstakt, og ein stuttleiki í sjálvum sær :-) Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Júst nú lurti eg eftir eini fløgu, sum eg fekk, tá eg dømdi HM í fimleiki í summar... Klassiskur tónleikur eftir Jean Sibelius. Hvat er besta uppfinningin og hví? Alnetið... tað gevur mær møguleika at vera í stovu saman við børnunum og øðrum vinum, hóast tey eru langt av landi skotin. Hvat er besta íløgan, tú hevur gjørt? Av tí at eg búgvi á bygd, har busssambandið er so sum so, er bilurin avgjørt mín besta íløga. Hvat er títt besta heimaráð? Legg einki í jantilógina, ver tann tú ert, ger tað tú hevur hug til, legg ikki í, hvat hini halda. Tað kemur tú longst við. Hevur tú nakað húsdjór? Havi ein 10 ára gamlan frens, fittastur í verðini. Hvat hevði tú gjørt, um tú vann eina millión? Ein millión hevði komið væl við, - eg hevði farið eina longri ferð saman við mínum næstu og notið bert at kunna gjørt sum eg vildi. Hvat hevði tú gjørt, um tú vann tíggju milliónir? Hevði goldið alla mína skuld, sagt arbeiðið frá mær og annars bara liva lívið. Hvat er best við Føroyum og hví? Havi ferðast sera nógv, men tá alt kemur til alt, eru Føroyar nógv tað besta landið at liva í. Her koma vit hvørjum øðrum við, og veðurlagið er nakað serstakt. Hvar ert tú um 10 ár? Onga hóming, mítt motto er Carpe diem. Litrík, jalig og entusiastisk STÓLURIN Alnetið er besta upp­ finn­ing­in. Tað gevur mær møgu­leika at vera í stovu sam­an við børn­u­num og øðr­um vinum, hó­ast tey eru langt av landi skotin Elna Johannesen