Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-23, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 39 | 23. september 2013 Ókeypis lýsingarblað 12 Aalborg Taffel Akvavit var í summar mest selda brennivínið í Rúsuni. Tað vísur uppgerð, sum Rúsan hevur gjørt fyri Sosialin. Uppgerðin vísur eisini, at fleiri Vodka-sløg hava selt væl í summar. Næstmest selda brennivínið var Smirnoff Vodka, síðani Commander Vodka, so føroyska Drakkar Vodka og nummar 5 var Baze Premium Vodka. Akvavit best­ seljari í Rúsuni 17 ára gamla Døgg Nónsgjógv, sum er er ættað av Innan Glyvur á Skálafjørðinum, hevur umvegis Tutl givið tveir sangir út á iTunes. Annar av sangunum, sum nú eru útgivnir, er ein friðarligur sangur, sum Døgg skrivaði um tað at missa pápa sín, ið hon gjørdi fyri 9 árum síðani, bert 8 ára gomul. Hin sangurin er ein skjótur og glaður kær­leikssangur. Sangirnir eru tiknir upp Innan Glyvur, í Studio Støku­ mørk, sum Jens L. Thomsen eigur. Tað er eisini Jens, sum hevur tikið upp og miksað, umframt at hann spælir synthar og slagverk. Navn­ frami bretin, Matt Colton, hevur mastr­að. Hans Jacob Kollslíð spæl­ir gittararnar, og Drós Reinert Joen­sen, systir Døgg, syngur aðru rødd. Døgg gevur sangir út Leo Poulsen Dansitiltøkini hjá AB hava fingið góða undirtøku øll árini, og tey royna eisini at gera nakað burtur úr. – Vit royna altíð at skipa fyri so hugnaligum umhvørvi sum til ber, við livandi ljósum á borðunum, og so ber sjálvandi eisini til at keypa okkurt til góman, bæði flótandi og fast, sigur Andrass Drangastein, formaður í AB. Til dansiundirhaldið hesaferð hevur felagið á Argjum fingið vælumtókta dansibandið, Vagabond, úr Noreg, at spæla undir. – Vagabond varð sett á stovn i 2008, og longu í 2009 lótu teir sína fyrstu fløgu úr hondum, ein fløga, ið nevndist Vagabond 1. Hon gjørdist ógvu­liga væl umtókt og toppaði á dansi­bandslistunum í fleiri mánaðir, sigur Andrass Drangastein. Árið eftir varð dansibandið heiðrað við spælimansprísinum. – Hesi fimm árini, bólkurin hevur verið virkin, hevur hann spælt í Tai­ landi, Gran Canaria, verið fastur fús­ur til dansibandsfestivalar í bæði Svø­ ríki og heimlandinum, Noreg, sigur Andrass Drangastein. Í 2012 góvu teir so út sína næstu fløgu, ið fekk navnið Vagabond 2. Nýggir limir Nú Vagabond kemur til Føroya, er tað partvís við nýggjum tónleikarum. - Hetta eru garvaðir tónleikarar, ið eru við í Vagabond. Fyri einum ári síðani kom Erik Johansen upp í or­ kestrið. Erik Johansen er annars kendur frá síni tíð í Scandinavia og Gluntan, so hann hevur drúgvar royndir, sigur Andrass Drangastein. Eisini ein annar av uppruna lim­ unum er givin, og í hansara stað er komin ein gamal kenningur frá Doodle Boogs. – Auden Senderud er nýggjur í bólkinum, og spælir gittar og steel­ gittar, sigur Andrass Dranga­stein. Talan er sostatt um garvaðar tón­ leikarar, ið manna Vagabond, við minst 20 árum á baki sum tónleikarar. – So tað er einki at ivast í, at føroyingar kunnu gleða seg til eitt gott kvøld í høllini á Hálsi 5. oktober, sigur Andrass Drangastein. – Talan verður mest sum um eina útgávukonsert, tí 3. oktober kem­ur triðja fløgan hjá orkestrinum út, Vaga­ bond 3, sigur Anrdass Dranga­stein. Aftrat Vagabond verða eisini Hans Jákup Hjelm og vinmenn við til dansibandskvøldið í ítróttahøllini á Hálsi 5. oktober. – Forsøla av atgongumerkjum verður í Faststøðunum í Gunda­ dali, Argjum og Sørvági, og í Magn­ støðunum við Streymin og í Trongis­ vági, har kostnaðuri verður 250 krón­ur, meðan atgongumerki eisini fáast við dyrnar fyri 300 krónur, sigur Andrass Drangastein. Eisini ber til at keypa atgongumerki á internetinum á hemiasíðuni hjá AB. AB skipar fyri RIMMAR DANSI á Hálsi – Seinastu 12 árini hava vit skipa fyri umleið 25 dansibandstiltøkum í høllini á Hálsi, einaferð um várið og einaferð um heystið, sigur formaðurin í AB, Andrass Drangastein