mánadagur 23. september 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 39 l 23. september 2013
Ókeypis lýsingarblað
Jólaborðhald
14
Aleth bókar føroyingar
inn á Crown Plaza
Heimsins grønasta hotell hevur nú eisini eitt føroyskt íslett við Aleth Nielsen úr Havn,
ið arbeiðir í reservatiónini á Føroyavinarliga hotellinum í Keypmannahavn
Leo Poulsen
Hotell lívið hevur altíð staðið Aleth
Nielsen nær.
Tí fall tað henni náttúrligt at byrja
sítt arbeiðslív sum lærlingur á Hotell
Føroyum fyri tíggju árum síðani.
– Eg arbeiddi bæði á Hotel
Føroyum og Hotel Tórshavn, inntil
eg fyri tíð síðani valdi at fara til Dan
markar, at taka ein yvirbygning innan
sølu- og marknaðarføring, sigur Aleth
Nielsen.
Hetta førdi til, at hon endaði á
Crown Plaza sum praktikantur í januar
á sølu- og marknaðardeildini.
– Eg tók eina bachelor-útbúgving
innan sølu- og marknað, og eg fekk
so bjóðað eitt starv innan reservatión
á Crown Plaza, og tað tók eg av, sigur
Aleth Nielsen.
Hon byrjaði tískil sum fast starvs
fólk á Crown Plaza 1. apríl. Og enn er
hon einsamallur føroyingur á hotell
inum.
– Vit eru annars 46 tjóðskapir,
sum arbeiða á hotellinum. Tað er ein
liður í starvssetanarpolitikkinum hjá
hotellinum, at vit eisini á tann hátt
skulu altjóðagera okkum, sigur Aleth
Nielsen.
Henni dámar sera væl arbeiðið í
reservatiónini á Crown Plaza.
– Vit merkja, at talið av føroyingum
á hotellinum økist, og tað er hugaligt,
sigur Aleth Nielsen.
Fleiri føroyingar
Hotellið hevur ført fleiri søluátøk í
Føroyum gjøgnum VikuBlaðið, og tað
merkist aftur í føroyskum yvirnátt
ingum.
– Vit merkja, at alt fleiri føroyingar
velja Crown Plaza, tá tey liggja nátt
í Keymannahavn. Vit merkja, at fleiri
bindiklubbar velja okkum, og eisini
fáa vit fleiri pør. Og serliga fáa vit
nógvar føroyskar sjómenn, sum liggja
nátt, antin á veg út í heim til skips,
ella á veg heim til Føroya, sigur Aleth
Nielsen.
Hon heldur, at nógvu søluframtøkini
í Føroyum hava hjálpt til, at festa
Crown Plaza í minnið á føroyingum.
– Í heila tikið merkja vit eina
vaksandi mongd av føroyingum, ið
yvirnátta hjá okkum, sigur Aleth
Nielsen.
Nógvu tjóðskapirnir, ið stravast á
Crown Plaza, eru við til at gera hotellið
altjóða, og draga allar tjóðskapir til
hotellið.
– Tað er ein strategi hjá leiðsluni,
at hava so nógvar tjóðskapir sum
gjørligt arbeiðandi á hotellinum, sigur
Aleth Nielsen.
Heimsins grønasta
Hon arbeiðir sum nevnt á bíleggingar
deildini hjá Crown Plaza.
– Hotellið er fyrst og fremst eitt
handils- og konferansuhotell, og tað
merkir, at vit fáa nógv handilsferðandi.
Uttan fyri frítíðarvertíðina eru tað fyri
tað mesta handilsferðandi, ið búgva á
hotellinum. Og tann vertíðin er størst
frá august fram til november, og
aftur frá februar til mai, sigur Aleth
Nielsen.
Hotellið førir seg eisini fram sum
heimsins grønasta.
– Tað gevur seg aftur í, at vit hava
sólsellur á aðrari síðuni á hotellinum,
og inni á rúmunum hava vit sápu, ið
er náttúru niðurbrótilig, fyri at nevna
okkurt burtur úr rúgvuni, sigur Aleth.
Men hetta gongur tó ikki út yvir
prísin, og hotellið liggur væl fyri.
– Vit liggja væl fyri, tætt við
metrioina og flogvøllin, so tað er gott
hjá teimum, ið skulu víðari, og gott
hjá teimum, ið bara ynskja at koma til
Keypmannahavnar á shopping, sigur
Aleth Nielsen.
Aleth Nielsen var liðug við útbúgv
ingina sum bachelor 1. juni, og fekk
sum nevnt fast starv 1. apíl.
– Mítt arbeiði er í dag at selja køm
ur til fyritøkur, einstaklignar og bólkar,
og tað dámar mær væl, sigur Aleth
Nielsen, sum í dag er 28 ára gomul,
og alt sítt vaksna lív hevur starvast
innan hotellvinnuna.
Aleth Nielsen