Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-23, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2013síða 48

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 39 l 23. september 2013 Ókeypis lýsingarblað 16 Liggur í blóðinum at selja mótaklæðir - Fyrimunirnir við at selja lutfalsliga bílig klæði er, at fólk hava ráð at keypa oftari. At klæðini fara rímiliga skjótt út aftur, ger, at skiftið í handlinum er stórt. Hetta ger eisini, at handilin gerst meira áhugaverdur hjá viðskiftafólki, tí mótin skiftir ofta, sigur unga handilskvinnan á Toftum, sum eigur og rekur mótahandilin Insito Vilmund Jacobsen 23 ára gamla Sigrun Johannessen eigur og rekur mótahandilin Insito á Toftum. Tað var upprunaliga mamma hennara, Ann-Britt Johannesen, sum byrjaði handilin í september í 2008 og sum rak hann fram til apríl 2012. Insito hevur øll árini húsast í gamla Oyrahandlinum á Toftum, sum eigarin av Navia, Óli Kristian á Torkilsheyggi, nú eigur. Bygningurin er dagførdur, og tá virksemið í Oyrunum læt uppaftur hin 4. mai í ár, lótu bæði Insito og Navia upp undir somu lon, umframt at annað virksemi nú eisini er í hesum bygningi, sum í gamlari tíð skapti rættiliga nógv virksemi, bæði á landi og sjógvi. Tað gleðir mong í økinum, at tað hevur eydnast at fáa lív í aftur hetta søguliga hús, har mong familja í sínari tíð hevði sítt livibreyð. Áhugaverdur handil Insito, sum er mótahandil fyri kvinnur, hevur fleiri kend klædnamerki í sínum vøruútboði. Millum merkini eru mbyM, Sisters Point, Zhenzi og Luxzuz og so hevur handilin eisini eitt rímiliga stórt útboð av Duffy-skóm, sum fáast bæði til betri høvi og til gerandis brúk. Í útboðnum hjá Insito eru eisini smúkkur, taskur, turriklæði, vøttir, neglalakk og ymiskt annað til kvinnur. - Hetta eru alt góð, spennandi og lutfalsliga bílig klæði. Eg selji klæðini fyri hin rætta prísin og seti ikki órímiliga nógv upp á vøruna. Tað merkir, at klæðini hjá Insito eru til sølu fyri hin rætta prísin. Sigrun Johannesen heldur, at fyrimunirnir við at selja lutfalsliga bílig klæði er, at fólk hava ráð at keypa oftari. - At klæðini, sum koma heim, fara rímiliga skjótt út aftur, ger, at skiftið í handlinum er stórt, og tað ger eisini, at handilin eisini gerst meira áhugaverdur hjá viðskiftafólki, tí mótin skiftir ofta. Hon sigur, at klædnapløggini typiskt liggja millum 169 og 600 krónur, og tað eru fá pløgg, sum fara yvir 1500 krónur. Handil í blóðinum Tað er ikki av tilvild, at Sigrun fór í holt við Insito-handilin á Toftum, sum mamma hennara byrjaði. - Eg arbeiddi javnan í handlinum, tá mamma hevði hann - ja, eg var her at kalla hvønn dag eftir skúlatíð, leygardagar og í frítíðini annars. Men, Sigrun hevur eisini eina ommu á Strondum, sum hevur havt klædnahandilin Josi í meiri enn 30 ár. - Vøruútboðið hjá Josi er at kalla tað sama sum hjá Insito. Sum 14 ára gomul og eldri plagdi eg eisini at hjálpa ommu míni í Josi, tá eg í frítíðini var har yviri og vitjaði. Sigrun Johannesen hevur onga løtu angrað, at hon førdi klædnahandilin hjá mammu síni víðari. - Eg eri alvorliga glað fyri hesa avgerð, og eg má bara siga, at eg elski mítt arbeiði. Ikki minst, nú eg eigi handilin sjálv, er hetta rættiliga spennandi, sigur unga toftagentan. Fakta: Navn: Sigrun Johannesen Aldur: 23 ár Starv: Eigari av Insito Eg selji klæðini fyri hin rætta prísin og seti ikki órímiliga nógv upp á vøruna - Eg eri alvorliga glað fyri, at eg fór í holt við handilin, og eg elski mítt arbeiði, sigur Sigrun Johannesen, sum eigur og rekur mótahandilin Insito á Toftum vikustjórin